týsdagur 26. juli 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Munurin var nógv
minni, tá ið B71 segði
farvæl við steypa-
kappingina, enn hann
var, tá ið GÍ á Sandi
vann stórt og
tryggjaði sær
finalupláss
GÍ-B71 HÁLVFINALA
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Tað var ikki stórvegis
munur á næstbesta liðnum í
2. deild og miðliðnum í
bestu deildini. Sandoy-
ingar, sum í summar hava
verið á venjingarlegu í
Danmark, vóru ikki komnir
í Sarpigerði fyri at lata seg
fleingja.
Eingin hugsningur var
um at taka 5-1 tapið á
heimavølli aftur, men tað
sást á øllum brøgdum, at
B71 var sinnað at stríðast
fyri at fáa eitt so gott úrslit,
sum tað á nakran hátt kundi
bera til. Teir løgdu fyri í 4-
24 uppstilling, og harvið
var greitt, at teir ætlaðu at
leggja dent á álopspartin.
Tað eydnaðist eisini, men
tað var ikki frítt, at tað gekk
út yvir sentrala miðvøllin,
har Gert Lydersen og
Sverrir Kjærbo vóru heldur
enn ikki einsamallir. Tað
hjálpti væl, tá ið Eli Hentze
fimm
minuttir
undan
hvíldini varð skiftur inn at
hjálpa til á miðvøllinum.
Hjá GÍ snúði tað seg mest
sum
at
fáa
dystin
avgreiddan. Súni Olsen var
komin til Føroya, og upp
undir finaluna ólavsøkudag
skal hann venja saman við
liðfeløgunum. Sunnudagin
stóð hann uttanfyri vøllin
og fylgdi við.
Atli Gregersen stóð á
dómaraseðlanum at vera
ímillum teir fyrstu ellivu,
men tað var hann kortini
ikki. Í staðin spældi Bjarni
Justinussen í miðverjuni
undir liðini á Kaj Ennigarð,
meðan pólverski Robert
Rzeczycki, sum plagar at
vera
fastur
fúsur
í
miðverjuni, heldur ikki var
við.
Longu í fyrsta minutti
hevði Popczynski stóran
møguleika at leggja heima-
liðið framum, men hann var
ikki so neyvur, sum hann
onkuntíð hevur verið. Og
so var tað B71, ið sammett
við, tá ið teir vóru upp á tað
besta, spældu við full-
komuliga nýggjum liði,
sum hevði góðar málmøgu-
leikar.
Símun Hansen royndi at
lyfta upp um Meinhard
Joensen, sum vardi GÍ
málið undan steðginum,
men bólturin fór upp um
málið, og royndin hjá
Tummas Paula Olsen fór
dygst framvið.
Stutt eftir steðgin fekk
B71 mál. Tummas Pauli
Olsen royndi seg úti frá.
Bólturin tók í Hans Jørgen
Djurhuus og fór í málið.
Spælararnir vildu vera við,
at talan var um sjálvmál, tí
bólturin hevði kós við
síðuna av málinum, áðrenn
hann tók í GÍ spælaran.
Men
dómarin
skrásetti
Tummas Paula fyri at hava
skorað.
Stutt eftir leiðslumálið
hevði B71 aftur upplagdan
málmøguleika.
Clayton
Soares gjørdist púra blank-
ur, men hann tøvdi eitt
sindur, og so spurdist einki
burturúr.
GÍ málini
Hans
Jørgen
Djurhuus
hevur áður spælt við B71.
Undan summarsteðginum
var hann í AB. Bæði í
Gundadali næstsíðsta mán-
akvøld og aftur sunnudagin
vísti hann seg at vera
dyggan styrk hjá GÍ í
vinstra verjuborði.
Hans Jørgen javnaði til 1-
1 miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Næstan av síðulinjuni og
einar átjan metrar frá bak-
linjuni smekkaði hann til,
og bólturin tók í handara
stólpan og dygst undir
samankomingini, áðrenn
hann fór í málið. Kanska
tóktist hetta ætlað sum
innlegg, men talan var
undir øllum umstøðum um
framúr mál.
So var spenningurin heilt
burtur. GÍ fekk sigursmálið
í tíðini, sum dómarin hevði
lagt afturat. Sámal Joensen
stríddi seg ígjøgnum. Fleiri
ferðir tóktist tað sum um, at
hann skuldi fara um koll í
brotsteiginum, og dómarin
var á veg at bríksla fyri
brotssparki, men fyrimun-
urin varð givin veter-
aninum,
sum
at
enda
smekkaði í málið.
Nr. 140 - 26. juli 2005
19
GÍ venjarin
staðfestir, at tað er
eingin endi á óhapp-
unum, sum hava
rakt liðið hjá
honum í ár, og hann
vónar, at hugburð-
urin fer at verða
betri í finaluni, enn
hann var ímóti B71
GÍ
Jóannes Hansen
Miðvallarin Símun Louis
Jacobsen verður ikki við,
tá ið GÍ fríggjadagin fer
at spæla steypafinalu
ímóti ÍF. Tað gjørdist
greitt sunnudagin, tá ið
hann breyt hondina í
seinnu hálvfinaluni ímóti
B71.
Símun Louis var á veg
framvið mótstøðumanni,
tá ið hann datt og royndi
at lofta sær við arminum.
Tað hoyrdist ein brestur,
og eingin, sum var í nánd,
ivaðist
í,
at
okkurt
brotnaði, og soleiðis var
tað. Simun Louis endaði
á sjúkrahúsinum, har tað
varð staðfest, at talan var
um brot, og harvið eru
líkindini ikki stór fyri, at
ungi maðurin verður at
síggja á GÍ liðnum aftur í
ár,
sigur
Krzystof
Popczynski, venjari hjá
GÍ.
- Vit hava verið nógv
raktir av skaðum, og tað
tykist halda fram. Tað er
dyggur
smeitur
fyri
okkum, at Símun Louis
ikki verður førur fyri at
spæla. Robert var ikki við
ímóti B71. Hann hevur
verið eitt sindur skaddur,
men hann fer at venja í
kvøld,
og
vit
rokna
avgjørt við, at hann
verður
tøkur.
Kaj
Ennigarð var í miðverjuni
ímóti B71. Hann var
kanska besti maður hjá
okkum, so hann er við í
myndini undan finaluni,
sigur GÍ venjarin.
Atli Gregersen stóð á
dómaraseðlinum.
Stutt
undan
dystarbyrjan
boðaði GÍ dómaranum
frá, at hann skuldi ikki
spæla,
og
at
Bjarni
Justinussen í staðin skuldi
vera í miðverjuni. Venjar-
in sigur, at tað vóru aðrar
orsøkir enn skaðar til, at
Atli ikki spældi við, og
hann vil ikki siga, um tað
verður Kaj Ennigarð ella
Atli Gregersen, sum fer at
fáa plássið í finaluni.
- Tað fari eg at hugsa
um næstu dagarnar. Eg
skal eisini taka støðu til,
um Mortan Joensen ella
Meinhard Joensen skal
verja málið. Meinhard er
farin at venja aftur, og í 1.
hálvleiki
sunnudagin
fekk hann kensluna av at
spæla dyst. Tað var
týdningarmikið, sigur GÍ
venjarin.
Súni Olsen stóð millum
áskoðararnar. GÍ venjarin
sigur, at hann hevði lítlan
løst og tí varð spardur
inntil fríggjadagin.
GÍ fer í hesi vikuni at
venja tríggjar ferðir á
grasinum
á
Svangaskarði,og teir fara
ikki til Havnar fyrrenn
fríggjadagin.
- Í fyrraárið taptu vit
finaluna ímóti B36 eftir
umdyst. Undan tí finaluni
ferðaðust vit fleiri ferðir
til Havnar at venja. Tað
troyttaði nógv at koyra so
langar teinar. Tí fara vit at
halda okkum her í oynni,
segði
Krzysstof
Pop-
czynski fyrrapartin í gjár.
Hann segði seg avgjørt
ikki vera nøgdan við
avrikið í 2-1 sigrinum
ímóti B71.
- Fyri meg var dysturin
rættuliga týdningarmikil,
tí vit skuldu royna okkurt
taktiskt, sum vit møgu-
liga
skulu
brúka
í
finaluni. Eg rokni við, at
allur festival hurlivasin
fór við konsentratiónini
hjá spælarunum, sum
eisini hava havt í bak-
høvdinum, at teir undan
dystarbyrjan vóru framm-
anfyri 5-1, heldur GÍ
venjarin.
Sverrir Kjærbo hjá B71 og liðformaðurin hjá GÍ, Sámal Joensen, í hornatøkum. Sámal Joensen skal føra lið sítt á vøllin á
ólavsøku
Mynd: Bárður Lydersen
B71 endurvann æruna
GÍ-B71 2-1 (0-0)
0-1: Tummas Pauli Olsen 51.
1-1: Hans Jørgen Djurhuus 64.
2-1: Sámal Joensen 90.
Dómari: Lassin Isaksen
GÍ: Meinhard Joensen (Mortan Joensen, 46.) -
Jónreid Dalheim, Kaj Ennigarð, Bjarni Justinussen
(83.:Leivur Hansen),Hans Jørgen Djurhuus - Símun
Louis Jacobsen (Áslakur R. Petersen, 44.), Sam
Jacobsen, Sámal Joensen, Poul Henning Jacobsen,
Hanus Jacobsen - Krzysztof Popczynski.
B71: Símun Rógvi Hansen - Eirikur Poulsen, Jákup
Sørensen, Kári Sørensen, Hanus Clementsen - Gert
Lydersen (74.: Gudmund Nielsen), Sverrir Kjærbo -
René Clementsen (40.: Eli Hentze), Tummas Pauli
Olsen, Clayton Soares, Símun Hansen (74.: Mikkjal
Hentze).
Gult kort: Gert Lydersen
GÍ samantaldur vinnari í hálvfinaluni við
málmuninum 7-2.
FAKTA
Símun Louis
breyt armin