hósdagur 28. september 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
EYÐUN KLAKSTEIN
– Vit hava onga heimild ella
játtan til at gjalda fyri skað-
arnar, sum hendi í Klaksvík
í illveðrinum, men vit fara
at viðgera málið væl og
koma vit til ta niðurstøðu,
at landskassin eigur at
gjalda ein part, so finna vit
neyðugu heimildirnar og
pengarnar, sigur Anfinn
Kallsberg, løgmaður.
Fyrradagin sendi Klaks-
víkar kommuna honum
skriv, har kommunan heitti
á landsstýrið um at gjalda
ein part av tí, sum tað kostar
at umvæla stóru skaðarnar
eftir glopraregnið í síðstu
viku.
Tekniska umsiting hjá
Klaksvíkar kommunu met-
ir, at tað fer at kosta 4,6
milliónir krónur at umvæla
allar skaðarnar, men umsit-
ingin vísir á, at tað er sann-
líkt, at fleiri skaðar koma
undan kavi, tá farið verður
rættiliga í holt við umvæl-
ingarnar.
Klaksvíkar
kommuna
heldur, at tá talan er um
slíka náttúruvanlukku, sum
eingin kann verja seg fyri,
eigur landskassin at bera ein
part av kostnaðinum fyri
Landsstýrið hevur latið
fíggjarnevndini hjá løgting-
inum eitt fíggjarnevndar-
skjal, har søkt verður um
eina eykajáttan til Lands-
verkfrøðingin.
Orsøkin til hetta eru skað-
arnir, sum hendu mánadag-
in fyri 10 døgum síðani, tá
tað regnaði sera illa, og
nógv skriðulop vóru kring
Norðborg hevur síðani mið-
skeiðis í august mánaði trol-
að eftir sild í norskum
sjógvi Í gjár kom nótaskipið
inn til Ålesund í Noregi, har
850 tons av flaki vórðu løgd
upp.
Norðborg hevur gjørt
tríggjar túrar síðani 12. aug-
ust, og nú er sildakvotan
uppi.
Tá vit tosaðu við reiðaríið
Løgmaður lovar Klaksvíkar kommunu,
at skrivið um fíggjarligt ískoyti til at
gera skaðarnar eftir glopraregnið aftur
verður viðgjørt væl og virðiliga
umvælingarnar. Og tað var
við hesum í huga, at
kommunan
fyrradagin
sendi landsstýrinum skriv
um málið.
Serligt mál
Talan er um eitt prinsipp-
mál, tí í Føroyum er tað ikki
vanligt, at landið letur end-
urgjald til kommunur fyri
náttúruskaðar, hóast hetta er
vanligt í okkara granna-
londum.
Spurningurin er so, um
ein slíkir umfatandi skaðar,
sum teir í Klaksvík, fara at
hava við sær, at landsstýrið
skapar eitt fordømi á økin-
um.
–:Tað kundi eisini hent,
at ein nógv minni kommuna
enn Klaksvík fekk eina
stóra rokning fyri skaðar
eftir illveður ella skriðulop,
og tí mugu vit viðgera
skrivið
frá
Klaksvíkar
kommunu væl, áðrenn vit
koma til eina niðurstøðu,
sigur Anfinn Kallsberg, løg-
maður.
– Hetta verður viðgjørt
sum eitt heilt serligt mál, og
møguliga kemur tað at
skapa eitt fordømi fyri
framtíðina.
Onga heimild at hjálpa Klaksvík
LV má fáa
fleiri pengar
landið.
Vegir fingu skaða, og
Landsverkfrøðingurin hev-
ur tí brúk fyri fleiri pengum,
fyri at kunna gera skaðarnar
aftur.
Landsstýrið søkir tí um
4,3 milliónir krónur afturat
til Landsverkfrøðingin.
ek
Norðborg
fiska kvotuna
Norðborg landaði í gjár 850 tons av flaki í
Ålesund, og fer í kvøld til fiskiskap eftir
makreli
í gjár, roknaðu teir við, at
Norðborg fór aftur til fiski-
skap í kvøld. Nú verður tað
makreli, Norðborg fer at
royna eftir í norskum
sjógvi.
ek
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 186 - 28. september 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Jústinus Eidesgaard
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Stovnið ein
vanlukkugrunn!
Vit hava aftur fingið eitt talandi dømi um, at
okkum vantar ein -vanlukkugrunn - ella ein
katastrofugrunn, sum kanska er tað rættara
heitið. -Eftir tað nógva glopraregnið og tey
mongu skriðulopini er aftur -spurningurin:
-Hvør skal nú betala?
Tey mongu skriðulopini, og tað, at vatnið
floymdi yvir her og har, hevur -havt ómeta-
ligan skaða við sær. Skaðar, sum tað tekur
langa tíð at gera -aftur, og sum kosta nógv.
Harafturat kemur tann menniskjaliga orkan
og -ampin, sum eisini ger seg galdandi.
Úr Kalsoynni frættist, at fleiri túsund litrar
av mjólk eru farnir í havið. -Vegirnir eru ikki
gjørdir aftur, so bøndurnir norðan til á oynni
sleppa ikki -suður á Syðradal við mjólkini.
Teir hava tí ikki havt annað val, enn at -
skrúva botnventilin frá, og lata mjólkina
renna út í Kalsoyarfjørð. Hetta er -ikki bara
harmiligt, men stór skomm!
Hetta er so aftur eitt dømi um ábyrgdarloysi
hjá myndugleikunum og eitt dømi -um, at
okkum vantar eina tilbúgvingarskipan. Ikki
fyrr enn týsdagin - eina -viku eftir skriðu-
lopini - vóru menn frá Landsverkfrøðingi-
num í Kalksoynni og -mettu um skaðarnar.
Sjálvandi skuldi hetta verið gjørt beinan-
vegin. Metti -Landsverkfrøðingurin tá, at
tað lat seg ikki gera at bøta skaðarnir -
beinanvegin, átti stovnurin at borið so í
bandi - helst saman við -Vinnumálastýri-
num -, at bøndurnir sluppu av við mjólkina
á ein ella annan -hátt - við skipi ella tyrlu.
Okkum er ikki greitt, um bøndurnir bara
vera við sviðusoð og missa peningin, -teir
annars áttu havt fingið fyri mjólkina, ella
um teir kunnu fáa virðið -endurgoldið. Men
er eingin trygging á hesum øki, kundi ein
vanlukkugrunnur -komið væl við.
Tað sama ger seg galdandi hjá Klaksvíkar
kommunu. Fyribils havur tekniska -deildin
mett, at tað fer at kosta slakar fimm milliónir
krónur at umvæla -skaðarnar, men fleiri
skaðar kunnu koma til sjóndar seinri. Klaks-
víkar -kommuna hevur ikki pengar tøkar til
slíkar ábøtur, og rokningin verður tí -send
landsstýrinum. Landsstýrið skal so útvega
sær eina eykajáttan, um -landsstýrið sam-
tykkir at ganga umbønini á møti. Eisini í
slíkum føri kundi -ein vanlukkugrunnur
komið væl við.
Tað sama ger seg galdandi fyri tey, sum
eru við í hjálpar- ella -bjargingararbeiði, tá
ástendur. Tey kunnu fáa skaða á sjálvan
seg, klæði, -bilar ella bátar, og ivi er, um
nøkur trygging tekur við. Her eru tí fleiri -
dømi um, at vit áttu at stovna ein vanlukk-
ugrunn - ongatíð ov skjótt!
Viðmerking:
At fáa ansingarpláss skal
vera ein sjálvfylgja í einum
livandi býi.
Tí mugu vit hava sum að-
almál, at øll børn í Tórs-
havnar kommunu skulu
hava tilboð um barnagarðs-
pláss, tá tey ynskja tað.
Og júst tí hevur sosiala
nevnd samtykt at økja um
ansingarplássini næstu ár-
ini, soleiðis at bíðilistin er
burtur í 2003. Í hesi ætlan
hava vit tikið hædd fyri
stóru tilflytingini til høvuðs-
staðin, sum eftir øllum at
døma fer at halda fram.
Úrslitið av ætlanini er, at
vit í Tórshavnar kommunu
fáa nøktað tørvin á barna-
ansing 100 prosent innan
hesi trý árini.
At tørvurin á barnaansing
verður nøktaður 100 pros-
ent er ein treyt fyri trivnað-
inum í einum framkomnum
samfelag. Tí er tað einki
annað enn nátúrligt fyri
okkum í Javnaðarflokki-
num, at øll fáa pláss.
Komin væl áleiðis
Í ár verða 92 barnagarðs-
pláss klár at taka í nýslu. 52
teirra í útbarnagørðum yms-
astaðni í býnum, og hini 40
ávikavist í Býlingahúsinum
á Ternuryggi og í býlinga-
húsinum millum Gilja.
Nýggi barnagarðurin í
Vesturbýnum letur vænt-
andi upp komandi summar.
Í hendan stovnin sleppa 60
børn inn. Ein fyritøka í bý-
num hevur ætlanir um at
gera ein stovn til 30 børn.
Hetta verður helst veruleiki
um stutta tíð. Tilsamans
gevur hetta pláss fyri 162
børnum.
Í løtuni verður arbeitt fyri
at fáa fleiri dagrøktarheim,
soleiðis at 80 børn afturat
kunna fáa tilboð um dag-
røktarpláss í verandi dag-
røktarskipan.
Ætlandi verður tørvurin á
barnagarðsplássum til børn
í aldrinum 3-7 ár nøktaður
komandi summar. Hetta
kemst av, at útbyggingarnar
seinastu árini hava verið
stovnar til børn í 3-7 ára
aldri.
Fleiri vøggustovur
Nú er tíðin komin til minstu
børnini. Vit skulu byggja
vøggustovur ella smábarn-
astovur, soleiðis at foreldur
veruliga kunna velja hvørja
skipan tey ynskja til síni
børn. Møguleiki skal vera
fyri frítt at velja millum
vøggustovu ella dagrøkt.
Soleiðis skapa vit grund-
arlag fyri trivnaðinum hjá
børnunum, foreldrunum og
ikki minst arbeiðsplássu-
num.
Ein væl virkandi barna-
ansing, ið nøktar tørvin 100
prosent, er nevniliga til eins
stóran
fyrimun
fyri
arbeiðsplássini, sum hon er
fyri børn og foreldur. Tí
skapar barnaansingin eisini
gróður fyri einum livandi
vinnulívi.
Fyri at tryggja, at endamálið
verður nátt, skal kommunan
á hvørjum ári í sambandi
við fíggjarætlanina endur-
skoða málsetningin soleið-
is, at útbyggingin av ans-
ingarplássum alla tíðina er
í trá við barnatalið í komm-
ununi.
Elin Lindenskov,
býráðslimur og valevni
fyri Javnaðarflokkin
www.lindenskov.com
Øll skulu hava pláss
Danska fólkaatkvøðan um
evruna stendur fyri durðum,
og enn er rættiliga óvist,
hvussu danir fara at at-
kvøða. Eitt er tó vist, og tað
er, at uttan mun til hvussu
danir atkvøða, so kemur tað
at ávirka okkum: velja danir
evruna heldur enn krónuna,
so fáa vit eisini evruna sum
gjaldoyra; vraka danir evr-
una, so varðveita vit donsku
krónuna sum okkara gjald-
oyra. Men hví skulu vit nú
tað?
Fólkaatkvøðan
og Føroyar
Danskir politikarar, sum eru
ímóti evruni, hava í donsk-
um og føroyskum fjølmiðl-
um boðað frá, at teir halda
at Føroyar og Grønland sum
partar av danska ríkinum
eisini áttu at atkvøtt á kom-
andi fólkaatkvøðu í Dan-
mark. Landsstýrini í Føroy-
um og Grønlandi hava hin-
vegin tikið avgerð um at vit
ikki skulu atkvøða, tí vit
eiga ikki at avgera, hvussu
gjaldoyra hjá dønum skal
eita ella síggja út. Hinvegin
er tað ein sannroynd, at vit
í dag brúka danska gjald-
oyrað, og at vit verða rakt,
um danir velja evruna.
Tá vit nú siga við danir
og umheimin, at vit ikki
vilja atkvøða saman við
dønum um evruna, so má
tað merkja, at vit sjálvi vilja
sleppa at avgera, hvussu
gjaldaoyrað í Føroyum skal
eita og síggja út. At vit so
kanska ikki hava so nógv í
at velja, tað er ein onnur
søk, men eg haldi út frá hes-
um, at rættast kortini hevði
verið, um vit sjálvi gjørdu
av, hvat okkara gjaldoyra
skal verða, t.d. við einari
fólkaatkvøðu í Føroyum, ó-
hefta av donsku fólkaat-
kvøðuni. Tað má vera tað
mest rímiliga, at føroyingar
eisini verða eftirspurdir,
hvat gjaldoyra vit skulu
brúka.
Eitt føroyskt
gjaldoyra?
Sambært føroyskum bú-
skaparfrøðingum, so er
nógv sum talar ímóti, at vit
føroyingar skulu hava okk-
ara egna føroyska gjald-
oyra. Bara umsitingin av
einum føroyskum gjaldoyra
hevði ivaleyst verið so dýr,
at tað hevði verið til størri
ampa enn gagn fyri før-
oyska samfelagið.
Men hóast hettar, so eiga
føroyingar sjálvir at avgera
hvat gjaldoyra, vit skulu
brúka — serliga nú gjald-
oyraspurningurin er so nógv
frammi í Evropa, og ikki
minst tá havt verður í huga,
at Føroya Landsstýri ar-
beiðir við einari ætlan um
at Føroyar skulu verða
sjálvstøðugt land. Skulu vit
hava evruna, krónuna, doll-
aran ella pundið? Um nú
danir velja evruna, so fer
ikki at bera til hjá okkum at
halda fast um donsku krón-
una, tí so verður hon líka so
dýr fyri okkum at umsita,
sum eitt sjálvstøðugt før-
oyskt gjaldoyra, og tað hava
vit longu frammanundan
vrakað.
Eru so aðrir møguleikar?
Kunnu vit t.d. ikki brúka
norsku ella íslendsku krón-
una sum gjaldoyra? Før-
oyska
vinnulívið
líkist
meira vinnulívinum í hesum
báðum londum, enn vinnu-
lívinum í Danmark, so hví
ikki? Eg havi sum so slett
ikki tikið støðu til, hvussu
okkara gjaldoyra skal eita
framyvir, men eg haldi vit
mugu taka hendan spurn-
ingin upp her hjá okkum
eisini, skulu vit ikki verða
eftirbátar, og enda aftur í
einari støðu, har vit fara at
kenna tað sum um onkur
hevur kroyst nakað oman
yvir okkum, uttan okkara,
ella kanska ímóti okkara
vilja — og so kunnu vit
skeldast inn á tað.
Latið okkum
sleppa at velja!
Um nú danir á fólkaatkvøð-
uni velja evruna sum gjald-
oyra, verður evran í somu
løtu okkara gjaldoyra. Tá
verður sera trupult at velja
nakað annað gjaldoyra, og
tað er heldur ikki vist at tað
tá gagnar okkum at velja eitt
annað gjaldoyra. Sambært
búskaparfrøðingum er evr-
an eitt betri gjaldoyra fyri
føroyingar
enn
danska
krónan. Men hvat gera vit
so, um danir hinvegin vraka
evruna? So koma vit í eina
støðu har vit reelt sjálvi
kunnu velja um vit vilja
halda fram við donsku
krónuni, ella um vit vilja
hava evruna — ella okkurt
annað gjaldoyra. Danir ætla
sær at broyta gjaldoyra, utt-
an at spyrja føroyingar eftir,
so tað má eisini galda hin-
vegin.
Eg eri sannførdur um, at
føroyingar sjálvir mugu
sleppa at velja, tí einans á
tann hátt fáa vit tað neyðuga
orðaskiftið her í Føroyum,
sum skal til fyri at vit før-
oyingar skulu fáa eitt gjald-
oyra, ið vit kenna okkum
trygg við, og hava nakað
forhold til. Latum okkum tí,
beinanvegin sum úrslitið av
donsku fólkaatkvøðuni fyri-
liggur, áseta ein dag fyri
einari føroyskari fólkaat-
kvøðu um gjaldoyra. Fáið
búskaparfrøðingar at seta
upp ein lista við 2-4 gjald-
oyrum, sum hóska best til
okkara búskap, og latið so
okkum sleppa at velja sjálvi
— hesa ferð!
Arnbjørn Ó. Dalsgarð
Króna ella Evra - hava føroyingar onki val?
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo