Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 141 - 27. juli 2005 Felagið Grót skuldi hava ársveitslu á G! Festivalinum, har teir ætlaðu at skeinkja fyri fólki. Men tað fingu teir ikki loyvi til, tá fútin boðaði frá, at hátturin, teir ætlaðu at halda veitsluna uppá, var í stríð við rúsdrekka- lógina G! FESTIVALUR Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo - Vit ætlaðu at hava eina ársveitslu í felagnum Grót. Á ársveitslum hevur man loyvi at skeinkja. Tað stendur í rúsdrekkalógini. So hetta var í lagi. Tað fingu vit millum annað at vita úr Vinnumálaráðnum. Vit spurdu okkum nevni- liga fyri ymsastaðni og vístu á, at veitslan var bara fyri limir, og at hesir skuldu vera omanfyri 18 ár. Vit gjørdu so av at hava veitsluna leygardagin, sigur Jón Tyril. - Men leygardagin seinna- partin fáa vit knappliga eini boð frá løgregluni. Vit fáa eitt pappír í hondina, sum ikki er daterað og ikki undirskrivað. - Vit kundu onki gera. Politiviðtøkurnar skulu haldast. So vit máttu góðtaka, at vit ikki kundu halda ársveitslu, sigur Jón Tyril. Løgfrøðingur á fútaskriv- stovuni sigur, at hátturin, sum veitslan varð fyri- skipað, var í stríð við rúsdrekkalógina. - Eitt felag hevur loyvi at hava eina lukkaða ársveit- slu og skeinkja fyri limum sínum. Felagið Grót ætlaði at hava ársveitslu á G! Festivalinum, men felagið kom í stríð við rúsdrekka- lógina, tí fólk kundu gerast limir við dyrnar. G! Festi- valurin er í sjálvum sær eitt alment tiltak, og um tú á einari ársveitslu kanst ger- ast limur við dyrnar, so er tað eisini eitt alment tiltak. Tað er í stríð við rúsdrekka- lógina, og tískil fekk fel- agið Grót boð um, at um veitslan ikki varð steðgað, so fór fútin at taka málið upp, sigur løgfrøðingur á fútaskrivstovuni. Qbi0.42-- Olvkq¬k^j¿pÛ elqbiclolv^o+cl Bdbiphfj¬k^j¿p+++î mbqro#mbqroë0/-54- Fútin steðgaði ársveitsluni Boð komu frá fútaskrivstovuni um, at felagið Grót slapp ikki at halda ársveitslu á G! Festivalinum. Veitslan var byrjað, tá Jón Tyril fekk boðini Mynd: Álvur Haraldsen