mikudagur 27. juli 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 142 - 28. juli 2005
Barnaleikurin
Ævintýraferðin
verður partur av
mongu tiltøkunum á
ólavsøku í ár
Barnaleikurin Ævintýra-
ferðin hjá Búa E. Dam,
Halli
Johannessen
og
Dánjal D. á Neystabø verð-
ur aftur í ár framførdur á
ólavsøku. Hóast heitið á
leikinum í ár er tað sama, er
als ikki talan um somu
ævintýraferð, sum varð
spæld á ólavsøku í fjør, tí
søgan í leikinum er spildur-
nýggj.
Teir tríggir havnarmenn-
inir hava í summar spælt
barnaleikin kring landið,
og
seinasta
vikuskiftið
høvdu
teir
eina
sera
væleydnaða framførslu á
G! Festivalinum.
Barnaleikurin varð eisini
spældur á ólavsøku í fjør,
og tá var so stórur krav-
gangur eftir at síggja leikin,
at tað vóru mong, sum ikki
fingu høvi at síggja leikin,
tí
allar
framførslurnar
vórðu útseldar. Hetta hevur
havt við sær, at fyrireikar-
arnir hava gjørt av at hava
fleiri framførslur í ár.
Ævintýraferðin hjá Búa
E. Dam, Halli Johannessen
og Dánjal D. á Neystabø
verður framførd í nýggja
gula
bygninginum
í
Kommunuskúlanum hesar
dagar:
Mikudagin 27.juli kl.
16.00.
Ólavsøkuaftan
28.juli kl. 15.30 og kl.
17.30. Ólavsøkudag 29.juli
kl. 15.30 og kl. 17.30.
Leygardagin 30. juli kl.
16.00
Vælumtókta
barnaleikurin
Ævintýraferðin
verður aftur í
ár framførdur
á ólavsøku
Ævintýraferðin aftur á ferð
Tað eru óivað mong kring
landið, sum sita á nøglum
og bíða eftir svarið frá
útlendskum lærustovni um
ólavsøkuleitið.
Vanliga er ólavsøkuaftan
28. juli dagurin, tá svarið
frá donsku lærustovnunum
fyriliggur. Postverk Føroya
ber vanliga ikki post út
ólavsøkudag, og tá postur
ikki verður borin út um
vikuskiftið, kunnu fólk ikki
fyrr enn í fyrsta lagið
mánadagin 1. august fáa
svarið við postinum.
Posthúsið á Óðinshædd
hevur í hesum sambandi
gjørt av at hava opið tveir
tímar leygardagin 30. juli,
so fólk kunnu fáa sítt svar,
áðrenn mánadagin. Vestan-
fyri húsið á Óðinshædd
verður leygardagin opið
millum 13 og 15 hjá fólkið,
sum bíða eftir svarið frá
lærustovni.
Posthúsið hjálpir
teimum lesandi
Tarablaðið
á gøtuni
TÍðARRIT:
Enn eitt tíðarrit hevur nú
sæð dagsins ljós: Tara-
blaðið, sum spf. Gramar
við John Dalsgarð, Carl
Johan Jensen og øðrum
gevur út.
Í blaðnum er tilfar sum
viðger politisk evni, serliga
í samband við sjálvstýris-
spurningin, útbúgvingar-
politikkin,
millumtjóða
samstarv
og
almennan
stuðul til vinnuna.
Ein kanning frá Gallup
við spurningum um tey
stóru politisku málini er
eisini í blaðnum. M.a.
verður spurt um støðuna
hjá fólki til heimildarlógir-
nar, miðnámsskúlan í Vági,
rækjuvinnuna og útlend-
ingapolitikkin.
Annars er blaðið á tremur
við greinum um samfelags-
mál og samfelagsviður-
skifti. Tarablaðið fæst í
størru blaðsølunum og øðr-
um støðum.
sb.