mikudagur 27. juli 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 27. juli 2005
5
Tilvildin gjørdi, at
lítla Eva úr Porkeri
endaði í stórum
hátíðarhaldi í París
og gjørdist miðdepil,
tá hon fekk heiðurin
at reiggja svørðinum,
sum fekk lív í æviga
eldin undir søguliga
Triumfboganum
Søgulig ferð
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Lítla
Eva
Poulsen
úr
Porkeri er júst afturkomin
av campingferð, har hon og
sysktkin og foreldur saman
við eini aðrari familju
koyrdu
niður
gjøgnum
Europa.
Men
túrurin
inni
í
sjálvum franska høvuðs-
staðnum,
París,
skuldi
gerast søguligur fyri 10 ára
gomlu Evu.
Eldurin í
málmpottinum
Eva, syskini og foreldrini
Flemming og Petrea Poul-
sen vóru spent upp á ferð-
ina. Ferðin gekk úr Føroy-
um við Bliki til Scrabster í
Skotlandi. Síðani gekk
leiðin víðari og málið var
Disney og París.
Alt gekk upp á stás og ein
dagur mátti jú nýtast uppá
at vitja sjálvan Páris.
Tey gistu á einum camp-
ingplássi nakað sunnanfyri
Párís.
Tann 8. juli 2005 fór
føroyska ferðalagið so ein
túr inn til París.
Gitni Triumfbogin fóru
tey eisini at hyggja at,
saman við so mongum
øðrum
ferðandi.
Undir
boganum brennur eldur,
sum er søguligur. Hesin
sonevndi ævigi eldur er til
minnis um hermenn, ið
fullu undir fyrra og seinna
heimsbardaga.
Henda dagin, føroyska
ferðalagið vitjaði, var eitt-
hvørt hátíðarhald undir
Triumfboganum.
Fleiri
stásiligir eldri harrar vóru
savnaðir kring runda málm-
pottin við æviga eldinum.
Eldur brennir støðugt í
pottinum, men tá okkurt
serstakt er, kann hann eks-
panderast ella so at siga
vekjast til lívs.
Og tað hevur eftir øllum
at døma verið veteranar frá
seinna heimsbardaga, ið
hava minst farnar dagar og
farnar vinmenn. Og kanska
60 ára dagurin fyri endan á
seinna heimsbardaga hevur
verið við í myndini.
Ekspanderaði
søguliga flammu
Men hesir gomlu garparnir
í uniformum og við heið-
ursmerkjum vildu hava
onkran ungling at ekspan-
dera ævigu flammuna.
Longi varð hugt og spurt
og kannað og at enda fall
valið á lítlu Evu úr Porkeri.
Hon og hennara komu bert
av tilvild framvið, men
gjørdust nú partur av
søguligari hending.
Eva fór fram millum
stásiligar veteranar og ráð-
harrar og fekk svørð í hond.
Hon reiggjaði svørðinum
og stakk tað inn í eina rivu í
pottinum og spenti á, so
eldurin kyknaði aftur..
Alt hetta hendi sjálvsagt
eftir boðum á fronskum,
men Eva skilti ikki eitt orð,
men fekk tó so mikið við av
hegnisligum vegleiðingum
og keipum, at alt gekk upp
á stás.
Ímeðan Eva hetta gjørdi,
løgdu allir veteranarnir og
konur teirra hondina á
økslina hvør á øðrum og á
Evu og gjørdu eina ketu, ið
sostatt byrjaði við Evu.
Hetta skuldi ímynda, at tey
ungu føra henda sið og
minnini viðari frá teim
gomlu.
Muss á kjálkan
Eftir hátíðarhaldið var ikki
sørt, at Eva var eitt sindur
errin, siga foreldrini.
- Eg skilti ikki eitt orð,
sigur Eva.
- Ein maður við hvítum
hárið mussaði meg á báðar
kjálkarnar, sigur Eva flenn-
andi og hon og vinkonurnar
hava nú til gaman at mussa
á kjálkan, kanska upp til
einar fimm ferðir.
-
Annars
var
nógv
stuttligt á túrinum, t.d.
vitjanir á McDonalds, sigur
Eva, men hon kann ikki
heilt goyma, at Triumf-
bogin merkir nakað serstakt
fyri hana og hon hevur
keypt sær eina lítla ímynd
av Triumfboganum.
Hendan serstaka hend-
ingin fór við nógvari tíð av
hesum eina degnum í París
hjá føroyska ferðalagnum.
Men fyri Evu og hennara
familju gjørdis tilvildin, at
hesin eini dagurin undir
søguliga Triumfboganum,
gjørdist ein søguligur dagur
fyri
ungu
gentuna
úr
Porkeri.
Eva reiggjaði svørðinum
til søguliga eldin
Eva (í miðjuni) og familjan hyggja at sjónbandaupptøkum av hendingini,
tá 10 ára gamla Eva gjørdist partur av stórhending í París (Mynd: D. Olsen)
Eva reiggjar svørðinum og søguligi eldurin undir Triumfboganum í París kyknar
(Mynd: M.T.)
FAKTA
Fleiri triumfbogar eru og
hava verið í heiminum og
stavar hetta frá gamla
Rom. Har hesir vóru eitt
slag av heiðursportri fyri
stórar
hermenn,
sum
vendu heim. Kendir eru
Titusbogin og Konstantin-
bogin.
Í
kirkjuligari
byggilist kenna vit fyri-
brigdi við slíkum boga
millum skip og kór.
Triumfbogin í París er
frá
1806.
Napoleon
byrjaði hetta verk, ið
skuldi vera til heiðurs fyri
sigrar hansara við Auster-
litz. Hann náddi tó ongan-
tíð at ganga undir boga-
num, sum stóð liðugur í
1836. Hann hevur tó verið
undir boganum, tí í 1840
varð kista hansara førd
undir bogan á leið frá skt.
Helena til Hotels des
Invalides.
Triumfbogin
er
45
metrar breiður, 22 tjúkkur
og 50 metrar høgur.
Undir boganum er grøv
ókenda
hermansins.
Síðani 1920 brennir ein
flamma til minnis um her-
menn sum fullu undir
fyrra
heimsbardaga.
Seinni kom grøvin sjálv-
sagt eisini at vera til
minnis um teir ið fullu
undir seinna heimsbard-
aga.
(Kelda: www.netspirit.dk
og Lademans)