Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 28. juli 2005 5 – Tá talan er um arbeiðið hjá trú- boðarum, so kunnu 100.000 kr. røkka sera langt, sigur ein argjamaður, sum á serstakan hátt ætlar at savna inn pening til hetta endamálið TRÚARLÍV Snorri Brend Mynd: Bárður Hann hevur eina ætlan, tann 39 ára gamli Henrik Nielsen av Argjum. Hann er útlærdur timbur- maður, hann er trúgvandi og hann ynskir at stuðla teimum, sum eru úti í tænastu sum trúboðarar í øðrum londum. Ein dagin fekk hann eitt frálíkt hugskot: Eg vil gera nakrar krossar úr góðum viði. Hesar vil eg selja til onnur, og so skal pening- urin fara óskerdur til trú- boðarar okkara. Tað var ikki langt frá hugsan til gerð: Hann fekk fatur á góðum mahogni- viði, og eftir stuttari løtu hevði hann gjørt teir fyrstu 30 krossarnar. 1000 stykkir Eitt er framleiðslan av hes- um krossunum, sum hann ger óløntur og í frítíð sínari. Nú er so søluarbeiðið eftir, og hevur tað eydnast hon- um at fáa eina bílegging til teir fyrstu 50 krossarnar. Hann hevur haraftrat fingið samband við handilin »Home Design« í Havn um at selja krossar hansara. – Eg miði eftir at gera 1000 krossar og at selja teir fyri 100 kr. stykkið. Hetta gevur so 100.000 kr. til missiónina. – Og tað eg veit, so kann hetta røkka sera langt, har- úti sum trúboðararnir ar- beiða, sigur ein sera bjart- skygdur, Henrik Nielsen. Aftur til røturnar Henrik fylgir væl við í tí, sum hendir innan tað anda- liga økið. Og hann veit tí eisini um, hvussu viður- skiftini eru hjá trúboðarun- um úti í heimi. – Tað kann mangan vera tungligt og torført. Tí er gott, at vit í Føroyum kunnu stuðla teimum bæði við bøn og við tí fíggjar- liga, sigur hann. Í dag eru føroyskir trú- boðarar í mongum londum úti í heimi – í Asiu, Afrika, Amerika – og útinna har tænastu sína eftir tí kalli, teir fingu. Henrik hugsar kortini mest um andaligu støðuna í Norðurlondum. Tí sum hann sigur: – Vit fingu jú gleðiboðini hagani. Og tí eiga vit eisini at bera teimum gleðiboðini aftur! Í fyrstu syftu verða so mahogni-krossar hansara at fáa í Home Design í Dr. Jacobsensgøtu, men til ber eisini at fáa fleiri gjøgnum skrivstovuna hjá Heima- missiónini í Nesvík. Henrik ger krossar fyri trúboðarar Tey, ið vitja inn á Sjómansheimið um ólavsøkuna hava samstundis møgu- leika at vitja eina málningaframsýning MÁLNINGAR Snorri Brend Tað er 42 ára gamli argja- maðurin, Jón Magnus Joensen sum hevur latið upp hesa framsýningina við íalt 47 oljumálningum. Framsýningin er skipað soleiðis, at myndirnar eru hongdar upp á øllum fimm hæddunum – í roynd og veru eru, er ein umgyrdur av hesum myndum alla- staðni á Sjómansheimin- um, sum í komandi viku broytir navn til Hotel Tórs- havn. Myndevnini eru tikin úr føroysku náttúruni, og tað er skilligt, at Jón Magnusi dámar væl at spæla við ljósi og at fáa glottarnar fram í ljósi, um ein kann siga tað so! Jón Magnus, sum hevur tikið eitt skeið á Holbæk Kunsthøjskole, hevur áður luttikið á øðrum framsýn- ingum í Føroyum, og hevur sjálvur havt tríggjar fram- sýningar í Smiðjuni í Lítlu- vík. Hesar seinastu dagarnar hevur ein altjóða verkætlan um søgufrásøgn verið í Havn. Úr útlondum eru komin fólk við stórum áhuga og nógvari vitan um tað at siga frá søgum. Hesa vitan og hesar royndir hava tey fegin sagt øðrum frá í hesi verk- ætlanini, sum nú gongur á triðja ári. Týsdagin var serstakt høvi hjá almenninginum at fáa nærri kunnleika um hetta, tá ein røð av fyrilestr- um varð um júst hetta evnið. Verkætlanin endaði í gjár. sb. Havn: Umframt møtini á ólavsøku, so verður Mein- igheitshúsið eisini karmur um eina framsýning av málningum á ólavsøku. Á framsýningini verða einar 30 myndir frá íalt 15 listarfólkum. Her er talan um bæði kend og minni kend fólk, ið hava lista- máling sum eitt av frítíð- arítrivum sínum. – Vit hava møtt sera stórari vælvild frá nógv- um listarfólkum. Fleiri hava latið myndir og vilja gjarna stuðla tiltakinum, sigur ein av fyrireikar- unum, Sólrun Poulsen við Trúboðan. Inntøkan av atgongu- merkjum og sølu av list- arverkunum fer óskerd til frama fyri leguhúsið í Nesvík. Atgongumerkið er samstundis ein lutaseðil uppá ein av málningunum. Framsýningin er opin báðar ólavsøkudagarnar frá kl. 14 til 18. sb. Tann fyrsti hondgjørdi krossurin hjá Henriki Nielsen er veruleiki. Hann ætlar at gera 999 aðrar sum skulu seljast sum stuðul til arbeiðið hjá trúboðarum úti í heimi, serliga í Norðurlondum Jón spælir sær við ljósið Jón Magnus Joensen dámar væl tað føroyska landslagið, og dugir at fáa glottarnar fram í ljósið Mynd: Bárður Verkætlan um føroyska søgu Olga Biskopsstøð heldur fyrilestur, meðan áhoyrarnir lurta eftir við stórum áhuga Málningar fyri leguhús