mikudagur 27. juli 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 141 - 27. juli 2005
Arbeiðseftirlitið
hevur kannað fleiri
bilverkstøð kring
landið. Og úrslitið
bendir á, at hóast
hetta so er støðan á
verkstøðunum í
batningi.
BILEFTIRLIT
Snorri Brend
Bilverkstøð: Í ár hava fólk
frá
Arbeiðseftirlitinum
verið kring landið og vitjað
fleiri bilverkstøð - íalt 48.
Her er talan um verkstøð,
har fólk er í starvi hjá
einum arbeiðsgevara.
Undir vitjanini vórðu
kannað ymisk viðurskifti í
samband við bygningar, tól
og arbeiðsumstøður.
Av hesum 48 bilverkstøð-
unum, sum vitjað vórðu,
vóru átaluverd viðurskifti
staðfest hjá 17 teirra.
Hinvegin so vísir kann-
ingin, at støðan er batnað
nógv seinastu átta árini.
Eitt líknandi átak varð
gjørt í 1997, og vísir tað seg
nú at støðið er munandi
betri. Bert í einstøkum
førum var talan um fleiri
boð til sama virki.
- Hetta kundi bent á, at
átakið í 1997 hevur gjørt
mun, og at fyritøkurnar
leggja dent á eitt gott
arbeiðsumhvørvi,
sigur
Arbeiðseftirlitið eftir kann-
ingar sínar.
Kappróður:
Um viku-
skiftið var skipað fyri
summarstevnu í bygdun-
um fram við Hvannasundi.
Stevnan
ber
heitið
Norðoya Summarstevna.
Á stevnuni vóru øll tey
tiltøk, sum hoyra til eina
slíka stevnu innan t.d.
ítrótt, barnatiltøk, dans og
aðrar kappingar.
Á skránni var eisini eitt
tiltak, ið ikki beinleiðis
hevði við ítrótt at gera,
men sum kortini hevur tað.
Leiðslan
í
Norðoya
Sparikassa hevur nevniliga
avgjørt at verða sponsor
hjá tveimum av kappróðr-
arfeløgunum
í
Norð-
oyggjunum – Norðdepils/
Hvannasunds Róðrarfelag
og Árnafjarðar Róðrar-
felag.
Og hvat var betri høvi at
undirskriva hetta enn á
sjálvari stevnuni. Og tað
varð so gjørt seinnapartin
sunnudagin.
Fyri feløgini bæði man
hetta vera eitt sera gott
herðaklapp, sum fer at
gera tað meiri spennandi
at
halda
á
við
kappróðrinum
eisini
í
framtíðini.
Og hvør veit – kanska
gera bátarnir í feløgunum
ein vørr á ólavsøku?
sb.
Stanley Samuelsen
hevur havt úr at
syngja hesar dagar-
nar, hann hevur verið
í Føroyum. Um viku-
skiftið spældi hann
ikki færri enn tríggjar
ferðir á størri og
smærri tiltøkum.
TÓNLEIKUR
Snorri Brend
Hóskvøldið
kundu
tey
uppliva Stanley í Glitnir.
Fríggjakvøldið sang hann í
Miðlahúsinum í Vágsbotni
og leygarkvøldið var hann
ein av luttakarunum á G-
festivalinum í Gøtu.
Fríggjakvøldið var veðrið
av tí fagrasta, men hetta
forðaði kortini ikki fleiri
enn 40 áhoyrarum at seta
tveir tímar av at lurta eftir
kenda sangfuglinum.
Á hesi tøttu konsertini
sang hann fleiri kendar
sangir, men eisini kendar
yrkingar, sum hann sjálvur
hevur sett løg til.
Hetta vóru sangir eru so
frægar menn sum Janus
Djurhuus, Hans A. Djur-
huus, Rasmus Effersøe,
Andras Samuelsen, Finn
Kalvik og aðrar.
Forelskaður maður
Ein av sangunum hann sang
var sangurin "Go tellin’
what a lovesong can do".
Hetta var sangur eftir
eina sum kallaðist Linda
Thomson, og sum hann
hevði hoyrt í útvarpi, eina
fer hann var á heimleið úr
Noregi til Danmarkar.
Útvarpið stóð frá, og tá
hoyrdi hann brádliga ein
bera fram henda sera vakra
sangin, um ein mann sum í
ringum hýri fór inn á eitt
vertshús. Her fekk hesin
maðurin samband við eina
kvinnu, og gjørdist rætti-
liga forelskaður í henni.
- Og tá hann fór út aftur,
var hann vorðin til ein
glaðan mann, segði Stanley.
Honum dámdi sangin so
væl, at hann mátti steðga
bilinum fyri at fáa allan
tekstin í sanginum við, og
fyri at vita, hvør tað var
sum hevði skrivað hann.
Hann hevði eisini funnið
eina yrking í einum føroysk-
um blaði eftir kvívíking,
sum vaktu barnaminni hans-
ara úr Fuglafirði. Yrkingin
kallaðist "Horvin kvølds-
mynd" og var um tað, sum
sermerkti gamla føroyska
bygdarlívið.
- Hetta minti meg so
nógv um gamlar dagar í
Fuglafirði, har menn mang-
an savnaðust Nirði á Hjørni
til eina hugnaliga løtu og
eitt gott prát.
- Í dag er hetta bert
minnir,
segði
Stanley,
áðrenn hann sera inniliga
frambar hesa yrkingina.
Hann sang tó eisini
kendar sangir, og áhoyr-
arafjøldin livdi rættiliga við
- og sang væl við - tá hann
sang kenda Beatles-lagið
"Nowhere Man".
Tað var í samband við
henda sangin, at hann
avgjørdur sló fast við síni
fuglfjarða-dialekt, sum enn
hoyrist á málinum, hóast
búsettur í Danmark:
-
Beatles
er
oysini
mentan!
Og tað er Stanley eisini!
Í hesum døgum fáa
komandi pensiónistar
í Føroyum, Norra,
Svøríki og Finlandi
høvi at geva sína
áskoðan um eldra-
økið í framtíðini til
verkætlanina "Okkara
Lív sum Eldri". Talan
er um tilvildarliga
vald fólk í aldrinum
55-65 ár, sum hava
fingið spurnarblað
sendandi við ymsum
spurningum um,
hvussu tey kundu
hugsað sær umstøð-
urnar í framtíð. Tvær
føroyskar kommunur
eru við í ætlanini.
ELDRAPOLITIKKUR
Við spurnarblaðinum fær
verkætlanin
svør
við
ymsum spurningum innan
fyri tey seks økini arbeitt er
við.
Hesi fevna um bústaðir,
heilsutænastur,
familju,
starvsfólk og rekrutering,
tænastur til eldri og net-
verk. Tað verður sera
áhugavert at finna út av,
hvørjar áskoðanir eru
felags í øllum londunum og
ikki minni áhugavert at
staðfesta hvør munurin er.
Familja og
bygdasamfelag
Ymist er, hvat londini
leggja størstan dent á at fáa
upplýsingar um, og hetta
vísir seg eisini í ábyrgd-
arbýtinum í verkætlanini.
Føroya Kommunufelag
hevur ábyrgdina av partin-
um um familjuna. Føroyar
eru av størstum áhuga hvat
hesum viðvíkur, vegna tað
tætta sambandið familjan
og bygdasamfelagið hevur.
Í Norður Skotlandi, sum
eisini luttekur í verk-
ætlanini, eru viðurskiftini
lík teimum í Føroyum.
Har hava tey tó trupul-
leikar av at pensiónistar
flyta úr stórbýunum í
Englandi
til
bygda-
samfelagið í Skotlandi, tí
tey meta at umstøðurnar
eru tryggari har. Tilflyt-
ararnir fáa ofta trupulleika
við at falla til í nýggja
umhvørvinum og stovna
nýggj sambond.
Okkara samstarvsfelagar
í Norðanlondum og Skot-
landi kunnu allir vísa á
einsemi millum tey gomlu í
dag. Her í Føroyum verður
hin vegin hildið, at familjan
er so stórur partur av
gerandisdegnum, at hetta
kanska ikki er eitt vanda-
mál. Hetta er eitt av tí sum
ætlanin er at fáa lýst í verk-
ætlanini.
Sunda Kommuna og Vest-
manna
Kommuna
eru
pilotkommunur í verkætlan-
ini. Í hesum kommunum
hava 200 íbúgvar móttikið
spurnarblaðið og fáa við
hesum høvi at ávirka sína
framtíð sum pensionistar.
Herðaklapp til tvey
róðrarfeløg í Norðoyggjum
Kappróðrarfelagið í
Hvannasundi fingu
herðaklapp frá
peningastovni
Gudstænastur:
Annað
árið á rað verður gudstæn-
astan hildin í Vor Frelsers
Kirke ólavssøkudag kl. 18.
Í fjør varð farið undir at
halda
ólavssøkuna
á
Bryggjuni, har føroyska
sendistovan hevur til húsa.
Og við tað at bryggjan
liggur í Vor Frelsers sókn,
var
avgjørt
at
halda
ólavssøkuguðstænastuna í
hesi kendi kirkjuni á
Christianshavn, har sjálvur
N.F.S. Grundtvig hevur
verið prestur. Hettar er
kirkjan við tí eyðkenda
gylta spírinum.
Í ár prædikar Borgny
Johannesen. Hon er ættað
úr Dali, og er prestur í
Seest í Jútlandi.
Bergur Jacobsen prestur,
sum skipar fyri ólavs-
søkuguðstænastunum
í
Keypmannahavn,
hevur
hesa ferð býtt prædikustól-
in um við urguloftið, og
fer at spæla trompet
afturvið sálmasanginum.
Nýggir tónar til gomul løg
verða eisini at hoyra.
Anna Maria Olsen og
Stamen Stanchev fara at
syngja og spæla kingoløg í
serligum hami.
Í ár verður prædikað
eftir fyrru tekstarrøð, um
tað at fylgja Jesusi eftir.
Og sum siður er, endar
guðstænastan
við
at
meinigheitin reisir seg og
syngur tjóðsangin.
Aftana guðstænastuna,
ið endar umleið kl 19,
verða ymisk tiltøk á
bryggjuni.
Ólavsøkugudstænasta
eisini í Keypmannahavn
Vor Frelsers Kirke verður
karmur um føroyska
gudstænastu á ólavsøku á
danskari jørð
Klaksvík: Teir báðir stóru
tónleikafestivalarnir
í
Føroyum, G! Festivalurin
og Summar Festivalurin,
hava rættiliga fingið vind í
seglunum. Fyrireikararnir
av
G!
noyddust
fríggjakvøldið at boða frá,
at útselt var til festivalin.
Hetta hevur fingið fólk
at spyrja, hvussu tað er
statt við atgongumerkjum
til Summar Festivalin, sum
verður í næstum.
– Vit hava havt eina
óvanliga stóra forsølu í ár,
men tað gongur spakuliga
undan við atgongumerkj-
um, hóast tað eru tvær
vikur til festivalin.
- Vit hava nøkur hundrað
atongumerki eftir at selja í
forsølu, og vit rokna við,
at tað kann blíva útselt
nakað áðrenn festivalin,
siga fyrireikararnir.
Fyrsti Summar Festi-
valurin eydnaðist væl,
soleiðis at áhugin fyri
festivalinum í ár er sera
stórur. Harafturat hava teir
eisini fingið fleiri stór
útlendsk nøvn at spæla, og
alt hetta gera uttan iva sítt
til, at forsølan hevur verið
so umfatandi.
Fá atgongumerki eftir til
Summar Festivalin
- Beatles er oysini mentan
Fleiri bilverkstøð fingið átalu
Støðið á føroysku verkstøðunum er vorðið munandi betri
seinastu árini
(Tilvildarlig mynd)
Tey eldru siga sína hugsan um framtíðina
Stanley syngur og undirheldur sum fáur, bæði tá talan er um
størri konsertir – og sum her, tá áhoyrarnir eru færri