Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 142 - 28. juli 2005 - Men G! Festivalurin skal gerast enn betur næstu ferð, sigur Jón Tyril G! EFTIRMETING Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo G! Festivalurin seldi í ár fleiri atgongumerki enn nakrantíð. Fríggjakvøldið klokkan tíggju varð G! Festivalurin útseldur, og tað sást aftur á Gøtusandi bæði fríggjakvøldið og leygar- kvøldið. Nógv trýst var á inn- og útgongdum, og tað tók langa tíð at flyta seg millum spælistøðini. - Vit vórðu eitt sindur kløkkir, tá tað longu fríggjakvøldið varð útselt. Vit høvdu undirmett hvussu nógv trýst fór at vera á, og tað má gerast betur næstu ferð, sigur Jón Tyril, ein av fyrireikarunum av G! Festivalinum. Ársins G! Festivalur setti stór krøv til fyrireikararnar. Jón Tyril sigur, at alt var so nógv størri í ár, og at G! er flutt upp í eina heilt aðra liga av festivalum. - Vit royna at liva upp til eitt altjóða støði, bæði hvat viðvíkur tónleiki og tæn- astustøði. Tað kann tykjast trupult at skipa fyri ein so stórum festivali í Føroyum, tí tað finst onki fyridømi her á landi. Vit byggja jú ein heilan festivalbý á hvørjum ári. Tað setir hørð krøv til okkum fyriskiparar. Tískil mugu vit leita út í heim og hyggja, hvussu tey gera aðrastaðni, sigur Jón Tyril. Jón Tyril sigur, at allar afturmeldingar um festi- valin hava verið positivar. Hann heldur, at tónleikurin var betri enn nakrantíð, og at tiltakið sum heild var betri, størri, og ógvusligari enn undanfarin ár. - Men vit vilja alla tíðina gera tað betur. Tað eru nøkur ting, sum vit ætla at fáa greiði á, millum annað tað við økinum í Gøtu. Tað mugu vit finna útav. Um G! Festivalurin framvegis skal vera í Gøtu, sum vit gjarna vilja hava hann at vera, so mugu vit hava eina avtalu við Gøtu kommunu nøkur ár fram, sigur Jón Tyril. Arbeiðið við G! í 2006 stendur fyri framman. Ongi nøvn eru komin á listan enn, men Jón Tyril sigur, at nógvir fyrispurningar fara út alla tíðina. - G! Festivalurin 2006 verður ikki verri enn í ár. Heldur tvørturímóti. Vit hava forvant fólk, og tað liggur ein stór ábyrgd á okkara herðum at liva upp til krøvini og vónirnar hjá fólki, sigur Jón Tyril. Tyril svarar Hongur festivalurin saman fíggjarliga? Tað verður um reppið. Tað sær út til, at vit klára tað akkurát. Klára tit enn einaferð at yvirganga tykkum sjálvar næsta ár? Tað er eitt øgiligt press á. Man má yvirganga seg sjálvan hvørjaferð. Vit vilja gera tað einanstandandi gott hvørjaferð. Hvør eigur G! Festivalin? Tað er felagið Grót, sum eigur festivalin. Felagið hevur eina endamálsorðing, sum sigur, at vit skulu menna føroyskt tónleikalív og fáa tónleikarar til Føroya, sum kunnu inspirera føroyska tónalist. Hví var ikki loyvt at taka plastikkfløskur við inn? Plastikkfløskurnar eru ein hóttan. Ein full fløska kann gera stóran skaða. Vit gjørdu eitt mistak í lýsingini, tá vit søgdu, at glasfløskur ikki eru loyvdar. Vit skuldu sjálvandi havt lagt afturat, at plastikkfløskur heldur ikki eru loyvdar. Føroya størsta og Føroya besta. The Original and the Best. G! Festivalurin setti met í ár Mynd: Álvur Haraldsen Betri, størri, og ógvusligari Kimmie og Charlotte verða millum gestir- nar í Eclipse ólav- søkuaftan og ólav- søkudag. Og tær verða í næstan ongum klæðum STRIPTEASE Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Tær báðar Kimmie og Charlotte komu til landið í gjár. Tær kalla seg sjálvar dansarar, tær eru sera sera góðar vinkonur, og teirra dansur verður at síggja um ólavsøkuna i Eclipse. Dansistaðið Eclipse hev- ur seinnu árini havt strip- tease sum fastan tátt eina- ferð um árið, tá ólavsøka er. - Meiningin er, at hetta skal verða stuttligt. Eclipse er ikki nakar strippklubbur í Red Light District. Hetta eru ung fólk, sum koma at vísa seg fram, og føroyski ungdómurin, tá hann fer í býin, er meira ella minni nakin. Tað vita fólk, sigur Havgrímur Johannesen, ein av eigarunum av Eclipse. Havgrímur Johannesen sigur, at seinnu árini hevur tað gingið mikið væl við striptease á ólavsøku. Tað hevur verið fult hús, sum sild í tunnu, og líka nógv konufólk sum mannfólk hava lagt leiðina framvið. - Vit vilja gjarna tjena pengar sum øll onnur á ólavsøku. Ólavsøkan er mest kend fyri, at fólk ganga oman og niðan, so vit mugu hava okkurt annað, sum dregur. Her vísir tað seg, at striptease er væl umtókt, sigur Hav- grímur Johannesen. Orðaskiftið á Løgtingi Men striptease er ikki líka væl umtókt millum øll. Jenis av Rana, løgtings- maður, hevur áður víst á, at striptease hoyrir ikki heima í Føroyum. Hann sigur við Sosialin, at tað er vanæri- ligt, at vit ikki kunnu stýra slíkum viðurskifti í okkara egna landi. - Tað er eisini vanærilig skomm, at politiska skipan- in í Føroyum skal hava eina meining um hesi viðurskifti uttan at fáa gjørt nakað sum helst, tí vit onga avirkan hava á støðuna, men heldur lata útlendskar fyrimyndir leggja støðið fyri slíkum virksemi. Striptease og líknandi virksemi er beinleiðis ágangur ímóti kvinnum, tí mangan er tað ikki sjálvboði, at kvinnur eru uppí í slíkum virksemi, og tað eiga vit ikki at lata um okkum ganga, sigur Jenis av Rana við Sosialin tann 22. juli. Havgrímur Johannesen sigur seg væl skilja, at striptease ikki fellur í góða jørð hjá løgtingsmanninum. - Men hetta er ikki nøkur vulgær framsýning. Tær vísa ikki beinleiðis kyns- lutirnar fram. Tað stutta av tí langa er, at hetta er nakað óskyldugt og stuttligt, sum nógv fólk dáma væl, sigur Havgrímur Johannesen. - Vit gera hetta handan lukkaðar dyr, og alt er 100 % lógligt, sigur Havgrímur Johannesen. Vinkonur vísa seg fram í Eclipse Kimmie kemur saman við Charlotte at verða lættliga ílætin í Eclipse um ólavsøkuna. Fyrireikari sigur, at tær báðar eru sera góðar við hvørja aðra Mynd: Hasse Jensen