Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 27. juli 2005 7 Tað er als ikki óhugs- andi, at Tvøroyrar Kommuna byggir sítt egna røktarheim, heldur enn at vera við í einum felags røktar- heimi í Vági RØKTARHEIM OG KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo — Tvøroyrar Kommuna eigur ikki at at betala fleiri milliónir til eitt røktarheim í Vági uttan so, at øll oygg- in verður løgd saman í eina kommunu. Tað er Kristin Michelsen enn púra sannførdur um. Borgarstjórin á Tvøroyri hevur fyrr tengt røktar- heimið í Vági og komm- unusamanlegging saman og summarið hevur ikki fingið hann at broytt støðu. — Miðnámsskúlin var upprunaliga á Tvøroyri, men hann hava vit mist. Somuleiðis hava vit mist heilsuskúlan eftir at kommunan hevur brúkt milliónaupphædd uppá hann. Sostatt hava vit mist alt av bygdini. Og borgarar- nir á Tvøroyri fara als ikki at góðtaka, at vit harafturat eisini skulu betala milliónir fyri eitt røktarheim í Vági, uttan so, at øll oyggin verð- ur ein kommuna. Og hesum sjónarmiði er borgarstjórin sjálvur púra samdur í. Hann sóknast eftir einum veruligum vilja til at leggja alla oynna saman í eina kommunu. — Øll, uttan vágbingar, siga seg vilja kommunu- samanlegging, men ongin ger nakað við tað. Eg kann tí ikki koma til aðra niðurstøðu enn at hetta er tann beri sjónleikur av hinum kommunum. Hevur ongan skund Annars veit Kristin Michel- sen ikki, nær Tvøroyrar býráð fer at viðgera spurn- ingin um eitt røktarheim í Vági. Men hann leggur dent á, at hetta er ikki eitt mál, sum hevur skund. — Vit fara ikki at bróta feriu av fyri at viðgera hetta málið. Tað kemur til við- gerðar, tá ið stundir verða til tað. Hann sigur, at Tvøroyrar kommuna hevur brúkt so nógva tíð og orku uppá hetta málið, at tey fara ikki at longur at draga tað fram- um nakað annað. Næsti regluligi býráðs- fundur á Tvøroyri verður ikki fyrrenn 5. september. — So fer tíðin at vísa, um hann verður útsettur ella ikki. Og tíðin vil so eisini vísa, um hetta málið kemur til viðgerðar tá, ella um tað verður at bíða til ein seinni fund. Tað verður í øllum førum ikki á dagsskrá fyrrenn einaferð í heyst, tá ið stundir verða til tað, sigur Kristin Michelsen. — Landsstýrið hevur hoyggjað hetta málið so til, at vit fara ikki longur at leypa á leistum fyri at loysa málið. Vit hava lagt eitt stórt arbeiðið í tað. Tær báðar stóru kommunurnar í oynni,Vágur og Tvøroyri, samdust sínamillum um, hvussu tað var best at skipa oynna við skúlabygging i Vági og røktarheimi á Tvøroyri. Og vit samdust enntá um at fyrireika at leggja alla oynna í eina kommunu, sum landsstýrið hevur sóknast eftir. Men kortini sópaði landsstýrið alt av vegnum og trumfaði sín vilja ígjøgnum við einum skúladepli í Hovi. —Landsstýrið skúgvaði alla Suðuroy til viks og tí fara vit ikki at leypa á leistum fyri at bjarga loysn- ini hjá landsstýrinum. Byggja kanska røktarheim sjálvur Kristin Michelsen sigur, at verður eitt stórt røktarheim bygt í Suðuroy, verður part- urin hjá Tvøroyrar komm- unu kanska einar 6-8 milliónir. — Landsstýrið betalir helmingin av røktarheims- bygging við okkara 6-8 milliónum og somu upp- hædd frá landsstýrinum, hava vit einar 12-16 milliónir at ráða yvir. — Tá er tað sannlíkt at vit fara at byggja eitt røktarheim sjálvi, tí 12-16 milliónir røkka langt til eittrøktarheim á Tvøroyri til okkara borgarar, sigur Kristin Michelsen. Tað verður í øllum førum hvørki hinar kommunurnar í Suðuroy, ella landsstýrið, sum skulu gera av, hvat Tvøroyrar Kommuna skal gera, leggur hann afturat. Onki felags røktarheim í Vági uttan at øll Suðuroy verður ein kommuna Soleiðis hugsar arkitektur sær, at eitt røktarheim kann fara at síggja út á stykkinum, sum er grivið út fyri miðnámsskúlanum í Vági. Men tað kann gott verða, at Tvøroyrar Kommuna ikki verður við í ætlanini, men heldur fer at byggja sítt egna røktarheim Verkætlanin Søguslóðir byrjaði leygardagin, har ferðir verða gjørdar til ymisk søgulig støð, millum annað til Sandoynna og Skúvoynna. Gestirnir sleppa at uppliva náttúruna, bæði á sjógvi og landi og undir bjørgunum. Ígjár fekk almenningurin høvið at fáa meiri at vita um verkætlanina. VERKÆTLAN Henda verkætlanin gongur nú á triðja árið. Á enskum verður hon nevnd Saga- lands/Sagas and story- telling. Í Sandoynni og Skúgvi hevur ávíst virk- semi verið havt frammi, har Kunningarstovan á Sandi hevur skipað fyri. Søguslóðir er altjóða verkætlan, og luttakandi partarnir eru úr hesum londum: Svøríki, Norður- Noregi, Hetlandi, Orkn- oyum, Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Ný Fund- landi. Tað er Ferðaráðið og Fornminnissavnið, sum eru tann føroyski parturin. Higartil hava verið hildnir fimm felagsfundir hjá ymsu pørtunum hesi seinastu tvey árini. Nú er túrurin komin til okkara at halda fundin her í Føroyum, og varð byrjað leygardagin og verður hildið á til í dag. Luttakararnir — einir 30 í tali — búgva á Skúlaheiminum í Havn, har flestu fundirnir eisini verða hildnir. Ferðir verða gjørdar til ymisk søgulig og ferða- vinnulig viðkomandi støð - millum annað til Sand- oynna og Skúvoynna. Gestirnir sleppa at uppliva náttúruna bæði á sjógvi og landi og undir bjørgunum. Føroysk mentan — matur, tónleikur, sangur og dansur - eru dýrir skattir, og sum eisini verða sýnd gestunum. Í gjár var fyri- lestur umverkætlanina. Søguslóðir/Sagalands er verkætlan, sum byggir á søguna og serliga tær íslendsku fornsøgurnar. Hjá okkum er Føroyinga- søga ein grundarsteinur í miðlanini til tann alsamt vaksandi hópin av søguáhugaðum ferðafólki. Altjóða verkætlan um føroyska søgu