mikudagur 27. juli 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 28. juli 2005
7
FRÁ LISTAFELAGNUM
Tann árliga framsýningin
hjá Listafelagnum letur upp
ólavsøkuaftan kl. 14 og
endar sunnudagin 31. juli
kl. 18 við lutakasti um eitt
verk fyri 5.000 kr.
Ólavsøkuframsýningin á
einum vegamóti
Í tølum er framsýningin í
ár
nógv
øðrvísi
enn
undanfarin ár. Tey, ið lótu
inn til framsýningina í ár,
vóru 33 í tali og innsendu
verkini 150.
Ólavsøkan 2005:
19 framsýnarar
55 verk á framsýningini
Ólavsøkan 2004:
39 framsýnarar
136 verk á framsýningini
Ólavsøkan 2003:
40 framsýnarar
145 verk á framsýningini
Umleið
helvtin
av
framsýnarunum í ár sýna
fram á fyrsta sinni. Saman-
borið við undanfarin ár
hava verkini á hesi fram-
sýningini hvørt sær betri
pláss, og framsýn-ingin
kennist tí opin og løtt. Eitt
av verkunum er ein video-
installatión, annars eru tey
olju- og akrylmálningar,
pennatekningar, høgg- og
standmyndir, ymisk bland-
að tøkni og foto.
Tey, sum valdu út millum
innkomnu verkini vóru Tita
Vinther, Eyðun av Reyni og
Louisa Lamhauge.
Listafelagið
Listafelag Føroya hevur til
endamáls at stuðla føroysk-
ari list og at stíla fyri fram-
sýningum
burturi
og
heima. Harumframt skipar
felagið
fyri
øðrum
listafremjandi tiltøkum, eitt
nú fáa limirnir grafisk bløð
fyri serprís og innbjóðing
sendandi
til
allar
framsýningar hjá Lista-
savninum. Felagið skipar
fyri
limakvøldum
við
fyrilestrum um ávís verk
ella listarørslur og ger
ferðir uttanlands at hyggja
at list. Øll kunnu gerast
limir fyri ávikavist 150
kr/árið fyri einstaklingar og
200 kr/árið fyri hjún, virki
kunnu eisini vera limir.
Formaður í felagnum er
Pál Weihe, Hilmar Høgenni
er kassameistari, Marjun
Sigurðsdóttir og Annika
Marr Poulsen eru nevndar-
limir, Malan Marnersdóttir
er skrivari.
Listafelagið er stovnað í
Keypmannahavn í 1941 við
tí endamáli at savna før-
oysk listaverk og at stovna
eina "listagoymslu" í Tórs-
havn. Síðani Listasavn
Føroya var veruleiki hevur
felagið stuðlað savninum.
Harumframt vil felagið
stuðla øðrum listasøvnum í
landinum.
Upplatingartíðir
Ólavsøkuframsýningin er í
Listaskálanum. Ólavsøku-
aftan og ólavsøkudag eru
framsýningin opin kl. 14-
20, leygardagin og sunnu-
dagin 30. og 31. juli kl. 14-
18.
Ólavsøku-
framsýning
TÍÐINDASKRIV
Ráðstevnudagur í Norður-
landahúsinum 5. september
2005 um norðurlendska
harðskapsgransking.
Norðurlendski gransk-
ingarstovnurin
Nordisk
Forskerakademi (Norfa/-
Nordforsk) hjá Norður-
landaráðnum/Norðurlendsk
a Ráðharrastovninum hevur
árini 2000-2005 skipað fyri
einum
norðurlendskum
granskingarátaki at varpa
ljós á harðskap í m.ø.
mentunarligum
høpi,
serliga
við
atliti
til
harðskap kynjanna millum,
í foreldraskapi og í familju-
høpi.
Granskingarátakið
bar heitið "Køn & Våld" *
"Gender & Violence", og
vórðu
viðkomandi
granskarar
í
øllum
norðurlondum bodnir at
søkja peningaligan styrk til
granskingarverk,
sum
høvdu til endamáls:
1) at bøta um yvirlitið
á verandi kunnleika í og
uttan fyri Norðurlond
umframt at fáa nýggjan
kunnleika fram í ljósið um
harðskap og kyn,
2) at skapa og bøta um
samband millum gransk-
arar innan harðskapaøkið,
3) at stuðla undir gran-
skingarumhvørvið
í
Norðurlondum, serliga har
granskingin
framman-
undan stóð veik
4) og at varpa ljós á
harðskapsgransking
og
vekja ans fyri harðskaps-
gransking í Norðurlondum.
Inn komu 78 umsóknir
um tilsamans umleið 67
mill.kr. Játtaðar vórðu um-
leið 25 mill.kr. til tilsamans
29 granskingarverk. Tían-
verri kom eingin umsókn
úr Føroyum (sum annars úr
Grønlandi og Álandi).
Verkætlanin hevur verið
stjórnað av eini nevnd
umboðandi hvørt av
Norðurlondunum,
og
hava Føroyar havt eygleið-
arastøðu í stýrisbólkinum.
Norðurlandaráðið hevur
kent seg hava náttúrliga
skyldu til at kunna alment
um innkomnu gransking-
arverkini. Hetta varð gjørt á
eini stórari felags ráðstevnu
á Gøteborg Universiteti
herfyri, men harumframt er
peningur játtaður til kunn-
ingarátøk
í
hvørjum
Norðurlandi sær, og tískil
verður í samstarvi við
Fróðskaparsetrið
skipað
fyri ráðstevnudegi í
Norðurlandahúsinum
mánadagin
tann
5.
september 2005 kl. 9.00-
16.00, har m.o.
Katrine Sidenius, yvir-
lækni á "Rigshospitalets
Center for Voldtægtsofre"
verður
við
umframt
hiðani fólk frá Gransking-
arráðnum, Fróðskaparsetri-
num, Kvinnuhúsinum og
væntandi eisini løgregluni.
Ætlanin er eisini at hava
eitt panelorðaskifti, har
áhoyrarar eisini sleppa
framat. Hóast ráðstevnan
fyrst og fremst vendir sær
til fakfólk innan heilsu-,
sosial- og skúlaverk, løg-
reglu, politikkarar og fjøl-
miðlar, verður ráðstevnan
opin fyri øllum áhugaðum,
og
verður
atgongdin
ókeypis.
Vinarliga
Eyðun Joensen,
psykologur
(umboð Føroya í stýris-
bólkinum fyri gransking-
arverkætlanini Køn &Våld
hjá Nordisk Forskeraka-
demi)
Ráðstevna um
harðskapsgransking
Føroysk
framsýning
ferðast kring
heimin
Um ólavsøkuna
verður høvi at síggja
og uppliva video-
installatiónina
"Dukkumentar" í
nýggjari útgávu. Eftir
ólavsøku fer
framsýningin til
London.
FRAMSÝNING
Fyrr í ár var installatiónin -
ein
animatión
og
ein
dokumentarfilmur
um
kreativu gongdina - sýnd
fram í smiðjuni í Lítluvík.
Hesaferð hava tær báðar
Marianna
Mørkøre
og
Rannvá
Káradóttir
av
álvara lagt dent á at vísa
video-installatiónina
í
einum
spennandi
og
ótraditiónellum umhvørvi.
Superdekk hevur latið
teimum ein gamlan býbuss,
ið er umgjørdur til eitt
áhugavert og hugnaligt
umhvørvi. Eitt nú hava tær
rokast við at tikið setur út,
málað og myrkalagt bussin.
Eisini
hesaferð
verður
stórur dentur lagdur á at
skapa eina listaframsýning,
ið hevur ein øðrvísi dám
enn tað vanliga hátíðarliga
listarúmið, har prýtt verður
á prýðiligar hvítar veggir.
Endamálið
við
verk-
ætlanini er at vekja áhugan
fyri alternativari list og
sostatt økja og breiðka
føroysku listakarmarnar.
Í juni var video-installa-
tiónin víst í Berlin, og
aftaná ólavsøku verður
framsýningin sett upp í
London. Tað er Nottinghill
Arts Club, ið hevur bjóðað
Dukkumentar til Beach-
Night, sum er eitt serligt
mánaðarligt
tiltak,
har
útvald ung skandinavisk
listafólk kunnu sýna fram
síni verk. Nottinghill Arts
Club er ein sera kendur
klubbur fyri nýskapandi
list og tónleik í London.
Framsýningin lat upp í
gjár og verður opin allar
ólavsøkudagarnar.
Framsýningin letur upp 27.
juli kl.17. Opið verður 27.-
29. kl. 17-21.
Tær báðar – Marianna og Rannvá – hava lagt stóra
orku í hesa framsýningina, sum verður at síggja á
ólavsøku