Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 141 - 27. juli 2005 -Heðin Mortensen hugsar fyrst um at- kvøðurnar , og síðan hvønn politikk, hann vil reka aftaná. -Jan Christiansen dugir hvørki at halda orð ella avtalur. Hvørki sitandi borg- arstjórin í Tórshavn- ar kommunu ella fyrrverandi borgar- stjórin, Heðin Mort- ensen og Jan Christ- iansen, spara upp á krútið, tá Sosialurin seinasta mikudag setti stríðshanarnar frá býráðsvalinum í fjørheyst saman í Miðlahúsinum í Vágsbotni. STRÍÐSHANAR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Óvirðiligt og ósømiligt. Hesi bæði orð lýsa væl ódámliga glantrileikin, sum havnarborgarar vóru áskoð- arar til farna heyst, tá nýtt býráð skuldi skipast í høvuðsstaðnum. Tað má vera nærum heimsmet, at fýra samgonguskjøl vórðu undirskrivað upp á tvey døgn. Nógv varð skrivað og sagt eftir glantrileikin í høvuðsstaðnum. Sterk lýs- ingarorð sum orðloysingar, óreiðiligt, lokabrøgd, lyftis- brot og svik vórðu fleiri ferðir havd á lofti í november mánaða í fjør, tá óskilið leikaði á. Tveir av høvuðsleikar- unum í glantrileikinum í Havn, Jan Christiansen og Heðin Mortensen, hava á ongan hátt gloymt náttina til 10. november í fjør. Í góðveðrinum seinasta mikudag bjóðaðu vit 47 ára gamla fyrrverandi borgarstjóranum, Jan Christiansen, og 59 ára gamla sitandi borgarstjóra Heðin Mortensen at sita andlit til andlits í Miðla- húsinum í Vágsbotni. Stríðshanarnir frá í fjørheyst vóru fúsir at taka av innbjóðingini. Hvørgin heldur orð Jan, hvat dámar tær við Heðini? -Ja, skalt tú siga nakað positivt um Heðin Morten- sen, kanst tú siga, at hann er ótrúliga energiskur. Er tað nakað, tær ikki dámar við honum? -Ja, tað er tað sjálvsagt. Tað er ikki heilt óvæntað tað at halda orð. Tað er so ikki ein maður, tú kanst stóla upp á. Heðin, hvat dámar tær við Jan Christiansen? - Tað, sum mær dámar við Jan Christiansen er, at hann er fryntligur, og lættur at koma á tal við í tí dagliga. Ja, hann er kanska ov lættur onkuntíð, vil eg siga. Er tað nakað tær ikki dámar við honum? -Tað veit eg ikki. Tá tú ert í politikki, so eru tað ávísar avtalur og annað sovorið, sum skulu haldast. Hjá honum er tað eisini hetta við ikki at halda orð og avtalur. Hvat meinar tú ítøkiliga við? -Tað veit eg ikki, um eg vil útdýpa. Tað er ymiskt, sum gongur aftur fleiri ár. Jan, er nakar grundleggj- andi munur á tær og Heðini? -Eg haldi tað er ein grundleggjandi munur. Nú skal eg ikki gera okkum politikarar betri enn vit eru, tí okkara fremsta mál er altíð at blíva valdir. Eg haldi ein grundleggjandi munur á mær og Heðin er, at Heðin hugsar fyrst og fremst um atkvøðurnar, og síðan hvønn politikk, hann vil reka aftaná. Eg haldi hinvegin, at eg fyrst hugsi um politiska málið, eg havi sett mær fyri, og síðan mugu veljar- arnir gera av, um teir eru samdir við mær ella ikki. Heðin, hvat sigur tú til hasa útsøgnina ? -Ja, hatta má vera ein útsøgn hjá Jan, tí hatta passar ikki. Eg haldi hinvegin, eg havi altíð borið orð fyri at hava sett mær mál, sum eg havi roynt at útføra. Eg haldi, at tey allarflestu málini hava eydnast, tí annars hevði eg ikki sitið sum politikari í Tórshavnar býráð øll hesi árini. Eg haldi annars ikki tað er nakar grundleggjandi munur á okkum báðum, tí vit eru báðir politikarar. Jan roynir at fáa atkvøður til eitthvørt val, og tað geri eg eisini, men vit gera tað kanska upp á hvør sín máta. Tað er ein spurning- urin, hvussu tú velir at selja teg upp á. Býráðsarbeiðið knýtir Jan, minnist tú, hvar tú møtti Heðini fyrstu ferð? - Ja, eg havi sjálvandi møtt Heðin, áðrenn eg fór upp í politikk (Jan varð fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð í 1984, Fakta: Heðin Mortensen 59 ár Borgarstjóri Føddur í Trongisvági Búsitandi í Havn Jan Christiansen 47 ár Býráðslimur og lærari Føddur í Havn Búsitandi í Hoyvík