Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Tað er týdningarmikið at seta sær spurningin, um landsstýrið framhaldandi ætlar sær at hava hesar grunnarnar, sum eru suverenir – ella um vit skulu hava eina aðra skipan, heldur Karsten Hansen, løgtingsmaður og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri JFK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrrverandi fíggjarmála- ráðharrin, Karsten Hansen, sum er valdur løgtings- maður í Norðoyggjum, heldur ikki, at sølan av partabrøvunum í JFK-sam- takinum er farin fram sambært teimum leiðregl- um, sum landsstýrið undan hesum setti sær fyri. - Tað var Anfinn Kalls- berg sum løgmaður, ið setti ófrávíkiligt krav um leið- reglur í undanfarnu sam- gongu. Nú skuldi skil fáast á hesi viðurskifti við gjøgnumskygni og al- mennum útboði av ognum, sum tað almenna eigur ella varðar av. Karsten Hansen sigur seg tí undrast yvir úttalilsini hjá Anfinni, nú hann heldur tað vera í lagi, at Føroya- 8 Nr. 142 - 28. juli 2005 Í vikuni hevur ljóðað, at P/F Vesturvón, sum eitt nú eigur flaka- trolaran, Vesturvón, hevði bjóðað Føroya- grunninum meira fyri partabrøvini í JFK-samtakinum enn Hanus Hansen, stjóri og Norðoya Spari- kassi, men hetta avsannar reiðarin, Ólavur Petersen JFK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Nei, vit hava ikki bjóðað upp á partabrøvini í JFK- samtakinum, tí vit vistu snøgt sagt einki um avtal- una. Tað hevur ikki verið í okkara huga, at Føroya- grunnurin fór at selja parta- brøv í JFK, og tí hava vit heldur ikki gjørt okkum nakrar tankar um, hvørt vit kundu hugsað okkum at bjóðað. Hetta sigur reiðarin hjá P/F Vesturvón, Ólavur Petersen, sum soleiðis av- sannar søguna um, at fel- agið hevur bjóðað meira fyri partabrøvini enn Hanus Hansen, stjóri og Norðoya Sparikassi. Undraðust - Jú, vit undraðust, tá ið vit frættu um avtaluna, sum Føroyagrunnurin øðru- megin og Hanus Hansen og Norðoya Sparikassi hinu- megin hava gjørt. Ólavur Petersen heldur avgjørt, at partabrøvini skuldu verið útboðin al- ment, tá ið talan er um ein almennan grunn, sum Føroyagrunnurin í hesum førinum er. Spurdur, um P/F Vestur- vón hevði havt áhuga í partabrøvunum, um felagið fekk høvið at bjóða, sigur reiðarin, at tað dugir hann ikki at meta um, tí felagið hevur ikki innlit í viður- skiftini hjá JFK. - Nú Føroya Fiskavirking og onnur feløg, sum tað almenna eigur, skulu bjóð- ast út, áðrenn einskiljing fer fram, høvdu vit eisini væntað, at ein almennur grunnur sum Føroya- grunnurin fór at bjóða út síni partabrøv við møgulig- ari sølu, sigur Ólavur. Gongur væl P/F Vesturvón er í somu vinnu við flakatrolaranum, Vesturvón, sum JFK er við Skálabergi og Sundabergi, og skipini hava somu veiðirættindi. Tí spurdu vit Ólav, hvussu henda vinna er fyri í løtuni. - Jú, flakavinnan gongur væl, og prísirnir á flaki eru góðir. Hann vísir á, at tað er góð "forrætning" at hava flakatrolarar, soleiðis sum gongdin er í løtuni. - Vit kundu hugsað okkum, at kvoturnar eystanfyri vóru eitt sindur størri, og soleiðis vil tað nú einaferð vera, men hendan vinna er í einum góðum tíðarskeiði sum er, sigur Ólavur Petersen, reiðari. Flakatrolarin, Vesturón, er nýliga farin til Grønlands at royna eftir svartkalva og at royndarfiska eftir toski. Teir hava eini 50 tons av toski eftir eystanfyri og nakað av flatfiski, sum teir fara eftir seinni í heyst, tá ið túrurin í Grønlandi er liðugur, helst um einar tríggjar mánaðir ella so. Reiðarin hjá P/F Vesturvón: JFK skuldi verið boðið út alment - Flakatrolarin, Vesturvón og flakatrolararnir hjá JFK, Skálaberg og Sundaberg, hava somu veiðimøguleikar – og henda vinna er góð "forrætning" í løtuni, sigur reiðarin hjá P/F Vesturvón, Ólavur Petersen Landsstýrið harmast JFK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsstýrið hevur við- gjørt málið um søluna av partabrøvunum í JFK- samtakinum og sigur seg "harmast um manna- gongdirnar í sambandi við søluna". -Gjøgnumskygni vant- aði, og einki alment útboð hevur verið, sum gevur øllum javnbjóðis møguleika at keypa. Landsstýrið sigur, at gjøgnumskygni og alment útboð kundi tryggjað, at rættur prísur fekst fyri partabrøvini. - Landsstýrið er samt um, at tað nú liggur á Fíggjarmálaráðnum at tryggja, at formligu viðurskiftini við fonds- myndugleikan eru í lagi. Í stuttum verður sagt, at nú almenn partafeløg verða einskild, leggur landsstýrið dent á, at leiðreglurnar fyri einskiljingar, sum eitt nú fevna um gjøgnumskygni og opinleika, verða fylgdar. Karsten Hansen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri: Anfinn Kallsberg setti ófrá- víkiligt krav um leiðreglur - Fyri lokalsamfelagið í Norðoyggjum er hetta ivaleyst ein góð loysn. Endamálið við Føroyagrunninum er at skapa virksemi í økinum, men sum løgtingsmaður og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri er eingin ivi um, at avtalan millum partarnar er ikki í samsvari við leiðreglurnar, sigur Karsten Hansen