mikudagur 27. juli 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 27. juli 2005
9
blðm). Eg haldi fyrstu ferð,
eg møtti Heðin, var úti í
Havnar Róðrarfelag, tá
húsið hjá teimum var
rættiliga nýtt. Hetta hevur
verið í 1974.
Heðin, minnist tú eisini
hetta sum fyrstu ferð ?
-Ja, tað skal passa væl sum
Jan sigur. Annars havi eg
altíð kent Jan. Beiggja
hansara Viggo lærdi hjá
Wenzel, tá eg arbeiddi har,
og í tí samanhanginum
kom Jan ofta framvið hjá
Wenzel.
Jan, eru tú og Heðin væl
í tí dagliga?
-Nú veit eg ikki, hvat tú
leggur í væl. Eg og Heðin
eru ongantíð komnir somu
støð, og vit ganga heldur
ikki í føðingardag hjá
hvørjum øðrum. Vit koma
ikki saman privat, men
sjálvandi eru vit á talu-
fótum.
Heðin, er tað eisini
tín fatan?
-Ja, tað er rætt. Vit eru ikki
saman í tí privata. Tað
hevur altíð verið serliga
býráðsarbeiðið, sum hevur
knýtt okkum saman.
Jan, er tað nakar eginleiki
við Heðini, tú øvundar?
-Ja tað er. Nú haldi eg, at
Heðin brúkar fjølmiðlarnar
í so nógv. Hann dugir í so
væl at koma í fjølmiðlarnar.
Tað er ein góður eginleiki í
politikki at fáa fjølmiðlar-
nar við tær, og tað dugir
Heðin væl. Hatta hevði
tonkt mær at duga í størri
mun.
Heðin, er tað nakar
eginleiki við Jan,
tú øvundar?
-Tað vil tað altíð vera. Í
politikki er tað altíð onkur,
sum hevur nakrar eginleik-
ar, sum onkur annar ikki
hevur. Eg dugi kortini ikki
siga akkúrat, hvør eginleiki
við Jan, eg hevði viljað
havt.
Heðin, Er Jan Christiansen
broyttur gjøgnum árini?
- Ja hann er broyttur nógv.
Hann er meira jørðbundin
nú, enn hann var, tá hann
kom upp í politikk. Hann er
búnaður nú gjøgnum tíðina,
og Jan er eisini blivin ein
betri politikari við árunum.
Jan, er Heðin Mortensen
broyttur við árunum?
Ein stórur munur á okkum
er, at Heðin er 12 ár eldri
enn eg. Hann var familju-
maður og hevði børn, tá eg
kom í politikk, meðan eg
var ein stórur tannáringur.
Eg rokni við, at eg eri
broyttur nógv meira enn
hann. Heðin er ikki broyttur
tað stóra, uttan at hetta er
tann triði flokkurin, hann er
í, síðan eg varð valdur í
býráðið. Hann er tann sami
maðurin bara í trimum
ymiskum flokkum.
Valnáttin
Jan, nívir valnáttin í fjør-
heyst teg framvegis?
-Eg visti, tá eg setti meg í
borgarstjórasessin, at tað
kundi bara varða í fýra ár,
so eg var fyrireikaður upp á
at lata borgarstjórasessin
frá mær. So er tað sagt.
Hinvegin havi eg ongantíð í
lívinum verið svikin so
nógv sum tað kvøldið.
Ongantíð.
Eg havi ongantíð mist so
nógv fyri einum persóni so
skjótt. Tað svíðir at vera
svikin, men politikki mást
tú liva við tí. Tú hoyrir ofta,
at politikkur er ljótur og
fúlur, men tað havi eg
ongantíð skrivað upp á.
Hatta var so tað einasta
dømi, eg kenni til, at
politikkur
er
rættiliga
ljótur.
Heðin, hugsar tú nakrantíð
aftur á avgerðina, tú tókst
eftir býráðsvalið 9. novem-
ber?
-Sjálvandi hugsi eg um tað,
men tað er ikki nakað, eg
hugsi um hvønn dag. Skal
eg vera heilt erligur í dag,
og hyggja aftur, so var tað
heilt avgjørt rætta avgerð-
in. Eg havi eisini verið
svíktur mangan í politikki.
Tú kanst kanska siga, at
eg havi lært av Jan. Eftir
býráðsvalið í 1996 høvdu
vit eina klokkuklára avtalu
um halda fram í samgong-
uni, men tá virkaði Jan
Christiansen fyri, at vit
endaðu uttanfyri ávirkan, tá
hann á miðari nátt gjørdi
eina avtalu í Kaldbak. Tá
metti eg meg ordiliga
svíktan , tí vit høvdu eina
greiða avtalu áðrenn.
Heldur tú framvegis at tað
var ein røtt avgerð at skifta
flokk?
-Tú mást minnast, at eg fór
ikki úr flokkinum, men eg
varð útihýstur. Leiðslan í
Sambandsflokkinum valdi
at blanda seg í kommunu-
politikk, og tað eigur hon
ikki. Eg hugsi framvegis av
og á um avgerðina og eg
angri ikki avgerðina ein
dag, tí innanhýsis stríðið í
Sambandsflokkinum
var
blivi ov stórt eftir ósemjur í
fleiri ár.
Eg tvíhaldi framvegis
um, at Tórshavnar býráð
hevði brúk fyri einum stýri,
og tí var avgerðin hjá mær
neyðug. Eg kundi snøgt
sagt ikki halda fram í Tórs-
havnar býráð við Jan
Christiansen sum borgar-
stjóra, og tískil var avgerðin
røtt.
Framtíðar samstarv
Jan, kann tað koma upp á
tal, at tú fert í býráðssam-
gongu við Heðin Morten-
sen aftur?
-Í politikki mást tú
ongantíð klamsa eina hurð
aftur. Men eg vil í hvussu
ferð ímynda mær, at tað
verður torført, og hann
verður ikki tann fyrsta
loysnin í samráðingum,
men tú skalt ongantíð siga
ongantíð.
Tá tú gert eina sam-
gongu, so er tað sum eitt
hjúnarlag. Tú ert ikki giftur
við einum persóni, sum tú
slettis ikki hevur álit á, og tí
vil tað vera torført at gera
eina samgongu við ein
persón, sum til ein og
hvørja tíð kann svíkja teg
fyri sín egna fyrimun. Hetta
vil vera ein sein loysn.
Heðin, hvussu metir tú
útlitini vera fyri einum
framtíðarsamstarvið
við Jan?
-Ja, eg meti tað er
møguligt. Tú kanst ikki
brúka gamalt agg til nakað
sum helst, eg kann sum
einki gera samgongu við
Jan Christiansen einaferð í
framtíðini. Endamálið í
politikki er at fáa framt
nøkur ting og tað dragar seg
ikki persónarnar í sam-
gonguni.
Mynd: Bárður