Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, fegnast um, at nevnd- in í Føroya- grunninum hevði dirvi til at selja stóran part av sínum ognum í JFK til Hanus Hansen og Norðoya Sparikassa JFK sølan Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Ágangurin móti nevndini í Føroyagrunninum hevur verið stórur seinastu dagar- nar. Eftir óvæntaðu søluna av JFK í vikuskiftinum hevur bæði landsstýrið og andstøðan sett stórt spurnartekin við fram- ferðarháttin hjá nevndini í Føroyagrunninum. Formaðurin í Búskapar- ráðnum tekur ikki undir við atfinningunum frá lands- stýrinum og andstøðuni. -Eg skilji gott, at al- menningurin ørkymlast, at JFK ikki var boðin út alment, tí nú koma vit ongantí at kenna rættað prísin.Nevndin í Føroya- grunninum eigur kortini rós uppiborið fyri hava dirvi til at skera ígjøgnum og selja ein stóran part av ognunum í JFK, tí tað var ein veru- ligur vandi fyri, at fyritøkan ongantíð varð seld, um hon skuldi fylgja politisku leiðreglunum, tí tað eru so nógv lokal atlit í málinum, heldur Johnny í Grótinum. Hann sigur seg skilja grundgevingina hjá for- manninum í Føroyagrunni- num, Leif Abrahamsen, fyri at fremja eina skjóta sølu av JFK. -Tað kann væl hugsast, at um sølan av JFK skuldi viðgerast á embætismanna- stigi og teimum ymisku verkafeløgunum í Norð- oyggjum, hevði hon møgu- liga vera forðað. Eg haldi, at vinningurin við at fáa eitt privat dynamiskt virki er væl størri, enn tapið við ikki at fáa rætta marknaðar- prís, sum nógv hava funnist at, heldur Johnny í Grótinum Búskaparráðið hevur í sínum frágreiðingum í fleiri ár eftirlýst, at politikararnir taka sær um reiggj og seta skjøtil á einskiljingartilgongdina. Formaðurin fegnast nú um, at ferð er sett á ein- skiljingina av almennum ognum. - Vit hava eftirlýst eini einskiljing av fiskivinnu- fyritøkunum fyri at fáa marknaðargjørt vinnuna í størri mun. Orsøkin er tann, at í einum skiftiligum al- tjóða umhvørvið skulu til- lagingar alla tíðina fremjast. Politisk settar nevndir taka atlit til arbeiðspláss og regional- politikk, harvið verður tillagingin til broytt marknaðarkor útsett óneyðugt, og tá kann gerast skrædlið gerast tess størri – tí tillagingin má henda einaferð. Á privatum hondum verður tað atlitini til eginognina og harvið veruligu virðisskapanina, ið vera avgerðandi, og tá vil tillagingin sannlíkt gerast smidligari. Savnað í Norðoyggjum Í Degi og viku í gjár kom undan kavi, at sambært viðtøkunum fyri Føroyagrunninum, er grunnurin til ein og hvørja tíð álagdur at eiga ognir í JFK. Sambært aðrari viðtøku fyri grunnin skal landsstýrið velja tríggjar limir í nevndina, meðan verkafeløgini í Klaksvík velja seinasta umboðið í nevndini. Hesar viðtøkur kunnu vera ein forðing fyri einum dynamiskum Føroya- grunni, metir Johnny í Grótinum. Hann heldur, at núverandi viðtøkur kunnu fara at hava við sær, at grunnurin framvegis fyrst og fremst fer at taka atlit til áhugamál í Norðoyggjum, heldur enn at virka sum ein grunnur, sum bara tekur atlit til marknaðagrundað atlit. - Við verandi viðtøkum beri eg avgjørt ótta fyri, at grunnurin fyrst og fremst fer at taka atlit til áhugamál í Norðoyggjum, tí fleiri av viðtøkunum hella móti at ganga áhugamálum í Norð- oyggjum á møti, sigur klaksvíkingurin Johnny í Grótinum. Til útbúgving Eftir søluna í vikuskiftinum trýtir ikki við peningi í Før- oyagrunninum. Grunnurin eigur í dag 120 mió. krónur, harav 82 mió. í tøkum peningi og hinar 40 mió. krónur í partabrøvum í JFK. Mongu milliónirnar í Føroyagrunninum kunnu óiva koma væl við hjá mongum kroystum vinnu- lívsmonnum, men formað- urin í Búskaparráðnum mælir nevndini til nýta pen- ingin til annað enn í før- oyska vinnulívinum. Johnny í Grótinum vísir á grein fýra í viðtøkunum fyri Føroyagrunnin, sum sigur, at grunnurin kann nýta pening til at stuðla útbúgving. -Heldur enn at lata seg ávirka av mongu vinnulívs- lobbyistunum, sum óiva vilja royna at seta seg í samband við nevndar- limirnar í Føroyagrunni- num, átti grunnurin at nýtt peningin til at stuðla út- búgving. Ein frálíkur máti kundi veri at umskúla stóran part av flakafólki- num, sum eru hótt av arbeiðsloysi, heldur Johnny í Grótinum. Hann leggur afturat, at velur nevndin eisini at gera íløgur í partafeløg, so má tilmæli vera at gera íløgurnar grundað á mark- naðaratlit, sum geva størsta avkasti, og ikki regional ella politisk atlit. FAKTA Nr. 142 - 28. juli 2005 9 grunnurin, sum landsstýrið varðar av, hevur gjørt avtalu um sølu av partabrøvum í JFK-samtakinum – uttan gjøgnumskygni og alment útboð. - Vit í Tjóðveldisflokki- num halda ikki, at avtalan samsvarar við tær leiðregl- ur, sum undanfarna lands- stýrið gjørdi, og vit halda ikki, at ítøkiliga avtalan, sum fyriliggur, er í samsvar við tann politikk, sum settur er út í kortið fyri einskiljingum. Tá ið vit hittu Karsten Hansen fyrrapartin í gjár, var hann uttanlands og hevði tí ikki havt møgu- leikar at fylgja við øllum tí, sum sagt og skrivað er í hesum máli. - Men eg havi so fylgt málinum eftir førimuni, segði hann. Karsten ásannar, at best hevði verið, um sølan av nevndu partabrøvum var farin fram sambært teimum leiðreglum, sum landsstýrið hevur sett sær fyri í slíkum málum. Tvær síður Fyrrverandi fíggjarmála- ráðharrin sigur, at hetta málið hevur tvær síður. - Fyri lokalsamfelagið í Norðoyggjum er hetta ivaleyst ein góð loysn. Endamálið við Føroya- grunninum er at skapa virksemi í økinum, men sum løgtingsmaður og fyrr- verandi fíggjarmálaráðharri er eingin ivi um, at avtalan millum partarnar er ikki í samsvari við leiðreglurnar. Karsten minnist aftur á tíðina, tá ið JKF-samtakið eins og Kósavirkið fór av knóranum, og Føroya- grunnurin so gott sum ongan pening átti til endur- reisn av virkseminum. - Eg var næstformaður í Klaksvíkar býráði um hetta mundið, og vit kallaðu allar góðar kreftir til fundar um, hvussu vit kundu bjargað virkseminum á føtur aftur – og tað eydnaðist tíbetur við góðari hjálp, sigur hann. Norðoyatingmaðurin vís- ir á, at tað, sum kanska kann "forsvara" ítøkiliga málið í ein ávísan mun, er, at ognirnar, sum Føroya- grunnurin eigur í dag, eru skaptar í Norðoyggjum. - Men tað forsvarar so heldur ikki, at politisku leiðreglurnar ikki eru fylgdar. Spurningurin Fyrrverandi fíggjarmála- ráðharrin heldur, at spurn- ingurin, sum landsstýri og løgting nú mugu seta sær, er, um vit framhaldandi skulu hava hesar grunnar, sum eru suverenir – ella um vit skulu hava eina aðra skipan. - Hóast Føroyagrunnurin og Framtaksgrunnurin verða tiknir av, kemur eing- in peningur aftur í lands- kassan, tí hetta eru vinnu- rekandi grunnar, har møgu- ligar ognir fara til vælger- andi endamál – og ikki aftur til innskjótaran. Karsten Hansen sigur, at støðan við Fíggingar- grunninum og Føroya Banka er ein onnur; her er ein "klausulur" á, sum sigur, at avlopið aftur í landskassan. - Vit eiga at gera støðuna upp, hvat vit ætla við hesum grunnum í framtíð- ini, sigur fyrrverandi fíggj- armálaráðharrin. Føroyagrunnurin eigur rós uppiborið Konjunktur- frágreiðing 2004: Ikki minni eru bygnaðar- skeivleikar í fiskavirkis- vinnu, sum í alt størri mun kemur í trupulleikar, tí kappingin á marknaði- num harðnar. Tað er ongin ivi um, at tá bæði Fiska- virking og Kósin eru al- mennar fyritøkur, eru tær ikki eins kravmiklar um avkast av eginpeningi- num, sum vóru tær priv- atar fyritøkur. Myndugleikarnir hava ikki dugað at tikið røttu avgerðina í rætta tímanum – at einskilja fiskavirkini, tað almenna eigur. Og hetta kann fara at føra til eitt skrædl, sum verður alt ov stórt í mun til tað, sum neyðugt var. Uttan at seta at leiðslunum í fiskavirkj- unum, ber til at siga, at tað almenna er ikki egnað til at eiga og reka vinnuligt virksemi, eins og flakavirki. Til tess hava politikararnir alt ov mong onnur atlit at taka – bæði av ideologiskum slag og so ikki minst av regional- um partapolitiskum slag. Lítið er at ivast í, at tey marknaðarviðuskiftini sum eggja til umskipanin av fiskavirkisframleiðsl- uni í grannalondunum, eisini hava árin á okkara framleiðslu. Tí áttu vit at vænta eina stigvísa tillag- ing til broyttu viðurskift- ini. Skal tillagingin henda so smidliga sum gjørligt, er rættast at virkini eru á privatum vinnuligum hondum, tí tá eru tað at- litini til sjálva eginognina, sum telja mest og ikki politisk atlit. Konjunktur- frágreiðing 2003 Tað almenna eigur megin- partin av kapitalinum í fiskavirkjunum og tað eru tí avgerðirnar í alment settum nevndum, sum hava ávirkan á, hvat ið hendir í vinnuni. Heldur enn at herða forðingarnar eru ráðini at fara undir at gera vinnuna alla leysa av politiskari stýring. Ein umfatandi umskiping av lógarverki- num um fiskiskap er neyðug, eins og neyðugt er at fult handilsfrælsi verður við fiskavørum. Allir serligir fiskivinnu- studningar eiga at verða tiknir av og vinnan viðgjørd eins og allar aðrar vinnur í landinum. Einskiljing av al-mennum vinnufeløgum í fiski- vinnuni er eisini eitt neyðugt stig í hesum sambandi. - Við verandi viðtøkum beri eg avgjørt ótta fyri, at grunn- urin fyrst og fremst fer at taka atlit til áhugamál í Norðoyggjum, tí fleiri av viðtøkunum hella móti at ganga áhugamálum í Norð- oyggjum á møti, sigur for- maðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum. Mynd: Savnsmynd