mikudagur 27. juli 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Finnur Helmsdal,
tjóðveldismaður
Edmund Joensen, løgtings-
formaðurin tykist viðhvørt
gloyma, hvør tign helst
eigur at vera knýtt at bæði
løgmansembætinum
og
somuleiðis
persóninum,
sum situr í tí. Edmund
hevur
skrivað
nøkur
lesarabrøv,
síðan
hann
settist í sessin 2002, og er
einki teirra einum løgtings-
formanni verdugt. Feskasta
dømi er, nú hann nýtir Vagn
Mikkelsen og Hera Ziska
sum umbering fyri enn eina
ferð at hunddálka Tjóð-
veldisflokkin.
Lesara-
brævið er sum so ikki so
galið orðað, so kanska
hevur løgtingsformaðurin
leitað sær hjálp í so máta.
Hin vegin man hann sjálvur
hava staðið fyri innihald-
inum, sum er ófantaliga
persónligt og niðurgerandi.
Sær sjálvum líkt, viðgerð
løgtingsformaðurin
ikki
boðskapin hjá Vagni og
Hera, men nýtir høvi til at
spæla gomlu vinylplátu
sambandsins, um at einki
ber
til
uttan
danska
peningin. Vit føroyingar
kunnu ikki fara fram uttan
danskan pening, vit kunnu
ikki fara undir dagsins
gerning
uttan
danskan
pening, vit kunnu ikki fara
til songar uttan danskan
pening. Fari við hesum at
skjóta upp, at Edmund, so
skjótt
til
ber,
endurinnspælir
sangin:
Give me more, og at hann
nýtir Marius og Helga sum
ju-hu dreingir.
Maðurin er vinnulívs-
maður Edmund Joensen, er
ikki bara ein vanligur sam-
bandsmaður. Nei, hann
hevur verið løgmaður, hann
er løgtingsformaður, og so
er hann av fleiri mettur,
sum tann veruligi sam-
bandski
sjefideologurin.
Ikki tí tað júst stendur
nakar odeologiskur odeurur
av flokkinum júst nú, men
tað man tað heldur ikki
hava gjørt nakrantíð. Um-
framt
øll
tey
tungu
politisku álitisstørvini, so
telist
Edmund
Joensen
millum okkara stóru vinnu-
lívsmenn. Hann er løg-
tingsformaður fyri sam-
gonguni, sum skal bjarga
Føroyum burtur úr stagna-
tiónini og ikki minst nagga-
tódnini á vinnuliga økinum.
Men hvør er uppskriftin
sambært løgtingsformanni
okkara. Stutt og greitt,
øktan
blokkstuðul
úr
Danmark.
Í lesarabrævinum spei-
rekur Edmund teir báðar
Vagn og Hera fyri at
endurtaka orð og hugtøk,
sum
formaður
tjóð-
veldisfloksins skal hava
funnið uppá. Tað skal ikki
undra, um ein fyrrverandi
løgmaður
og
verandi
løgtingsformaður
ikki
hevur hoyrt orðið rað-
festing grett fyrr, enn
Høgni Hoydal sum and-
støðuleiðari á tingi sera
viðkomandi hevur nýtt
hetta orðið og fyribrygdið
nakrar ferðir. Men eg kann
upplýsa
fyri
Edmundi
Joensen, at orðið ikki er
nýtt, og at bæði Vagnur
Michelsen og Heri Ziska
hava kent orðið og arbeitt
sambært tí í nógv ár. Tað er
nevniliga soleiðis, at rað-
festingar og ábyrgd er sera
nær knýtt hvørt at øðrum.
Men tit, sum bara vilja
loysa alt við pengum frá
øðrum, tit kenna ikki til
sambandið millum hesi
oðrini.
Meðan vit eru við hugtøk
og orð, sum politisku
vengrirnir hava nýtt ella
fjalt seg undir, so hevur
verandi samgonga nýtt og
misnýtt orðið privatisering
mest sum út í eitt, síðan
samgongan sá dagsins ljós.
Og nú fingu vit so at síggja,
hvat veruliga liggur aftan
fyri
hesa
privatiserins-
psykosuna. Á náttar tíð
selja
almennu
Føroyar
fiskiveiðurættindi,
sum
framhaldandi skulu verða
alment fíggjað við svart-
kjafti, sum er ogn Føroya
fólks, til privatar persónar.
Sjálvandi skulu vit privati-
sera, men skal hetta fara
fram í dagsljósi og sambært
ætlanum, sum helst alt
tingið er samt um. Vit
trúðu, at tíðin var farin frá,
at gulleggini rulla út mill-
um fingrarnar á okkum.
Men kanska er tað ikki so
løgið allíkavæl, tí løgtings-
formaðurin, veruligi sam-
bandski sjefideologurin og
vinnulívsmaðurin, Edmund
Joensen,
avdúkar
í
lesarabrævi,
at
grund-
stuðulin undir føroyska
samfelagnum er ikki vinnu-
lívið men danskir pengar.
Føroyskt vinnulív skal nú
sum áður bert byggjast á
eitt, nevniliga at bíða eftir
hægri
fiskapísum.
Tá
prísurin er í lagi fyllir
fyritøkan lummarnar, tá
prísirnir eru lágir, tá verður
fólkið sent til hús so at siga
uttan lønartrygd. Vinnu-
lívsmaðurin hevur talað.
10
Nr. 141 - 27. juli 2005
Hóast nógv tos so hava so at siga ongar einskiljingar av
almennum ognum enn verið. Fyrrverandi stjórin í Føroya Banka
helt fyri, tá ið tað varð tosað um at einskilja bankan, at tað bar ikk
til bæði at vera upp á vegin og ikki upp á vegin. Tað var antin ella,
og tað hevur ivaleyst verið stórur trupulleiki, at politiska skipanin
hevur havt so ilt við at gera upp við seg sjálva, hvat hon hevur
viljað viðvíkjandi einskiljingunum.
Í fólkaræðinum eru tað tíbetur mong, sum spæla við. Tað snýr seg
um at ávirka politisku avgerðirnar. Politikararnir eiga at taka
avgerðir, eftir at teir hava fingið tilmæli úr ymsum
herðashornum. Tilmælir, sum eru fakliga grundað, men sum
kortini eru litað av ymsum útgangsstøðum og áhugamálum.
Soleiðis eigur tað at vera.
Men soleiðis er tað ikki í Føroyum. Her eru tað mong dømi um,
at politikararnir tøva. So kemur tað aftur og aftur fyri, at
veruleikin yvirhálar politisku skipanina. Harvið verður politiska
skipanin noydd at fyrihalda seg til tað, sum er farið fram, og sum
politikararnir áttu at havt ávirkað, men sum teir ikki hava
megnað, og sum onnur tískil hava trýst ígjøgnum. Og so hava
politikararnir meiningar, men ongan møguleika at ávirka!
Nú hava tvær nevndir, sum politiska skipanin hevur valt, sjálvar
roynt at gera hol í sjógvin. Fyri nakað síðani bjóðaðu fólk í fyritøk-
uni upp á Fiskasøluna. Tá var nógv rumbul. Framtaksgrunnurin,
sum landsstýrismaðurin hevur mannað, syrgdi fyri, at høvd ruku,
og tað varð sligið fast, at soleiðis skuldi tað ikki ganga fyri seg.
Nú hendi so tað, at Føroyagrunnurin, sum átti og umsat gomlu
Kjølbro fyritøkuna í Klaksvík, í knappari vend einskildi. Aftur
uppliva vit, at alt er á gosi. Spurningarnir flúgva um oyruni, og
ákærurnar um bæði líkt og ólíkt stinga seg fram, tí nevndin, sum
hevur selt, er sett av landsstýrismanninum í vinnumálum.
Tað er lætt at skilja, at klaksvíkingar eru ovurfegnir. Lokali og
henti sparikassin hevur saman við óføra JFK stjóranum tryggjað,
at samfelagsvirðini, sum teir so framúr væl hava umsitið, verða
verandi har norðuri. Tey fara ikki aðra staðni í landinum, og tey
fara ikki av landinum. Ikki í fyrstu syftu í hvussu so er.
Tað er eisini lætt at skilja, at onnur kenna seg standa sum ryssa
yvir deyðum fyli. Nú skuldi gjøgnumskygnið verða so stórt, og
nú skuldi alt handlast og vigast á vágskálini, sum eitur
marknaðarkreftirnar. Brádliga smuttaði eitt tað størsta almenna
aktivið. Tað fer ongantíð at bera til at fáa at vita, um
Føroyagrunnurin seldi fyri rætta prísin, og ákærurnar um, at tað
almenna ikki fekk tað, sum tað skuldi havt fingið og um, at
privatpersónur og norðoyingar hava fingið fiskiloyvir, virkir og
skip bíligari, enn onnur kundu havt keypt tey fyri, verða torførar
at berja niður.
Almenningurin stendur sum kánus. Her hongur ikki saman. Tvær
nevndir, settar av tí almenna, hava undir sama landsstýrismanni
og somu samgongu handlað. Í tí fyrra førinum varð einskiljng
steðgað, tí mannagongdin var skeiv. Føroyagrunnurin hevur eygu
og oyru og eigur at hava skilt politisku signalini. Men kortini hava
teir tikið avgerð, sum er í andsøgn við tað, sum fyri stuttari tíð
síðani varð staðfest skuldi gerast.
Spurningurin er so, um tað var rætt at steðga ætlanini at selja
Fiskasøluna. Um tað var tað, so hevur Føroyagrunnurin borið seg
skeivt at. Um Føroyagrunnurin hevur borið seg rætt at, so var tað
skeivt av Framtaksgrunninum at steðga ætlaðu søluni av
Fiskasøluni. Her hongur tað ikki saman í skipanini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Skipanin og einskiljingarnar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tíðindaskriv frá
Sambandsflokkinum
Samstundis
sum
Sam-
bandsflokkurin fegnast um,
at gongd er komin á at ein-
skilja
almennar
vinnu-
fyritøkur, má flokkurin
staðfesta, at framferðarhátt-
urin ið nýttur er í sambandi
við søluna av JFK, er
óvirðiligur
fyri
eitt
nútíðarsamfelag.
Tað
eru
fá
lond
í
heiminum, hvar ið tað
almenna er við í so stórum
parti av vinnufyritøkunum
sum í Føroyum. Sambands-
flokkurin hevur staðiliga
mælt til at vit sleppa
okkum burturúr hesi støðu
sum skjótast, men tað sum
nú er hent viðvíkjandi
søluni av JFK er ikki tann
einskiljingartilgongdin,
sum Sambandsflokkurin vil
virka fyri.
Tað er Sambandsfloksins
áskoðan, at allar vinnufyri-
tøkur og grunnar, sum
virka
undir
vanligum
marknaðartreytum, eiga at
verða einskild. Men hetta
skal gerast á einum fríum
marknaði, har øll hava
sama møguleika at keypa.
Tað kann ikki góðtakast at
landsins virðir verða seld
útvaldum persónum fyri ein
ógvuliga ivasaman kurs,
sum eingin hevur møgu-
leika at eftirkanna. Sølur av
slíkum slag eiga at verða
gjørdar við fullum gjøgn-
umskygni.
Sambandsflokkurin legg-
ur dent á, at spurningurin er
ikki um persónar ella
lokalsamfeløg, men at talan
er um at varðveita tað
grundstøði, at øll skulu
hava somu rættindi til
landsins ognir.
Søluhátturin av JFK ikki nøktandi
Og so er hann vinnulívsmaður