Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 142 - 28. juli 2005 Avhendanin av áhugamálunum hjá Føroyagrunninum í Klaksvík hevur vakt stóran ans. Kenslurnar hava verið nógvar og turbolensurin stórur. Veruleikin er, at nevndin í Føroyagrunninum formelt einki skeivt hevur gjørt, og sjálvandi hava keypararnir heldur einki skeivt gjørt. Handilin er avgreiddur sambært ásetingunum, og harvið verður tað. Men hetta millumspælið í einskiljingargongdini ber nógvar spurningar við sær, sum tað ikki slepst undan hjá politiska myndugleikanum at fyrihalda seg til og at taka støðu til, og tað hastar. Mest prinsipielli spurningurin er, hvussu tað kann fyribyrgjast, at fiskidagarnir og fiskikvoturnar, sum eru ogn Føroya fólks, fara á fremmandar hendur. Møguleikin fyri hesum økist hvønn dag, og umvegis strámenn sigst hetta longu vera veruleiki. Neyvan nakar er ósamdur í, at tað er og verður ógvuliga óheppið, um ognarrætturin til búskaparliga grundstøðið undir Føroyum endar uttanlands. Tí er neyðugt hjá politiska myndugleikanum nú beinanvegin at syrgja fyri, at hetta ikki skal verða møguligt. Politiska nýggjárið verður í morgin. Løgmaður fer at líta aftur á tað farna og seta út í kortið, hvat landsstýri og samgonga ætla. Tað hevði tænt politiska myndugleikanum til stóra æru, um tað varð sett sum aðalmál, at nú skal skil fáast á hesum viðurskiftunum. Um sleppast skal undan hóttanini uttanífrá, so verður neyðugt at spola aftur til tíðina, tá ið fiskidagaskipanin upprunaliga sá dagsins ljós. Síðani tá er nógv farið fram, sum tað tá ikki bar til at ímynda sær skuldi gerast veruleiki. Tað eru teir og tey, sum hava skorað kassan upp á at selja ogn Føroya fólks. Soleiðis er tað í okkara samfelagsskipan. Uppgávan hjá myngudleikanum verður altíð at skipa so fyri, at samfelagsúr- tøkan í fiskivinnuni verður so stór, sum tað á nakran hátt ber til, og at tað politiskt skal bera til at umbýta av virðini. Gjøgnumskygni, prospekt og mong onnur fín orð tykjast vera vorðin gandaamboð. Um alt skal gjøgnum alla hesa mylluna, er spurningur, sum einki eintýðugt svar finst uppá. Men tað er ikki sum at siga tað at spola aftur til fyrrapartin av níti árunum. Tá varð skipanin konstruerað við tí fyri eyga, at vinnan skuldi fáast aftur á føtur. Flotin lá allur sum hann var svínabundin, og tað ráddi um at birta uppundir. Hóast tað síðani hava verið kambar og aldudalar, so eru viðurskiftini normaliserað. Tí er neyðugt eisini at taka tað takið, sum ber við sær, at ásetingarnar viðvíkjandi fiskidøgunum og kvotunum verða normaliserað, og tað er eitt ódnartak. Tað er alneyðugt at byrja rætt, um endin skal verða góður. Landið eigur prinsipiella rættin til kvotur og dagar. Loyvishavarar- nir hava fingið loyvini fyri avmálda tíð. Politikararnir eiga at álvara at umhugsa, um tann stundin ikki er komin til handa, tá ið teir leggja soleiðis til rættis, at kvotur og dagar verða alment seld, og at vinningurin av tí selda fer í kassan hjá teimum, sum eiga, og tað eru skattgjaldararnir og føroyingar allir. Um greiða ikki verður fingin á hesum í næstu tingsetu, so er stórur møguleiki fyri, at brestir frá nógv størri bumbum enn henni, sum brast í Klaksvík, fara at hoyrast. Og tá er møguleiki fyri, at skaðin fer at verða stórur fyri føroyska samfelagið. Men tað krevur dirvi og mót og breiðan politiskan rygg at skipa fiskivinnuna soleiðis, at hon sleppur burturúr skuggunum frá kreppuloysnunum fyrrapartin av níti árunum! Tíðin fer at prógva, um teir, sum í morgin fara at ganga í skrúðgongu, hava viljan og áræðið, sum tað verður neyðugt at vísa. DAGSINS MEINING Sosialurin Øll skipanin eigur at verða endurskoðað VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður Sambært forsíðugrein í Dimmalætting týskvøldið 26. juli 2005, verður Tór- bjørn Jacobsen skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður, at hava rent á, rýmt av stað- num og ikki boðað løgregl- uni frá einum bilóhappi. Til hetta skal bert í stuttum viðmerkjast, at tað er rætt, at Tórbjørn Jacob- sen var handtikin av løg- regluni sunnumorgunin tann 24. juli vegna eitt óhapp, har hann sum bilførari kom til at renna á eitt ferðsluskelti á vegnum. Í hesum sambandi er onki staðfest um nakra rús- drekkakoyring. Koyrikortið er aftursent við postinum, eftir at hava verið í stuttari varðveitslu hjá løgregluni, og onki fyriliggur í máli- num um, at Tórbjørn Jacobsen er skuldsettur fyri nakað lógarbrot ella at ákæra verður reist í hesum sambandi. Tórbjørn Jacobsen er heldur ikki rýmdur av stað- num ella frá nøkrum, tá talan ikki var um eitt óhapp, har onnur ferðsla var innblandað. Mett var heldur ikki, at tað hevði nakran bráskund at boða løgregluni frá hes- um lutfalsliga lítið týðandi skaða, sum bert fevndi um eitt ferðsluskelti og egnan bil. Umrøðan av málinum í nevndu grein og samanber- ingin við onnur revsiverdug álvarsmál, umframt væl- bæri v.m. hevur tískil onki við veruleikan at gera. RÆTTLEIÐING TIL DÓMSTÓLIN DIMMALÆTTING ! Hans Birgir Hansen Eg vil loyva mær alment finnast harðliga at lestrar- tilfangið & vinnulívi, uttanlands & heima í Før- oyum, tá ein vísir til, arbeiðsleysa/-tøka til- fangið, ið er slept uppá fjall kring landið. Tað er hetta seinra til- fangið, ið hevur tær neyð- ugu, arbeiðsroyndir, ið hava áður verið á tí almenna & privata, arbeiðs - marknaði, lestrartil- fangið, leggur fót fyri í bygdum & býum. Eg vil alment fram- haldandi finnast, harðliga at øllum samfelags órætti, ið lestrartilfangið skapar, ið arbeiða/ starva/ við síð- una av lestri, á hægri skúlum/ lærustovnum, kring landið. Hetta er eisini galdandi, lestrartilfangið, í øllum Norður & Evropeiskum londum & uttanfyri hesi londini, hvat ið eg fái gjørt blaðlesarum nógv greitt & í kjaki millum manna í Havn. Eg kan alment siga, at alt lestrartilfangið, skapar andstygdina, við teirra framíhjárættindum, & hug- burði & hvussi lesandi føra seg fram, mótvegis teim atfinningarsomu, sum mær. Eg kan ikki góðtaka slíkan, samfelagsligan órætt, í arbeiðsgevarar, á tí almenna & privata arbeiðs- marknaði & lestrartilfang- ið, heima & uttanlands skapað, ið er ein gerandis- kostur. Eg kenni & upplivi slíkar klikur á almennu & privatu arbeiðsplássum, í Havnini, í ikki eru fólkaliga skikk- aði, uppdrigin á rættan hótt, í hava fingið alt litið upp í hendi av øðrum ídag. Lestaratilfangið hevur ikki so nógv at svara hvørjum sít sum arbeiðs- leysa/ tøka/ tilfangið/ & vanligu lønmóttakarar, tímaløntu hjá arbeiðara- feløgum úti í hvørjari tí einastu kommunu. Hetta er alt gerandis- kostur, hvat í eingin kan afturvísa, tá ið øll eru óskipaði av arbeiðara & fakfeløg, úti í hvørjari tí einastu kommunu, hvat ið eg í lesarabrøvum í bløðum geri vart við. Eg haldi ikki tað vera rættvíst at fakfelagslimir/ lønmóttakarar skula fram- haldandi, umvegis avgjalds & skattaskipanir, í Føroyum & uttanlands, fíggja allan lestrarstuðul & inntøkur. Eg hald at vit skula tillaga alt lestrartilfangið heima & uttanlands til tørvin á útbúgvnum & avlærdum føroyingar, á øllum økjum tá hugsa verður um øll í leggja frá sær komandi árini. Hetta kemur ein saman við øðrum kjakevnum/ viðurskiftum/ at fylgja upp & gera vart við allan samfelagsligan órætt í øll tann viðrákna fjøldin av einstakum, skapað kring landi ídag. Tað er ikki tilvildin í ræður, tá ein stríðst á øllum hermótum, ímóti føroysku terroristunum, í verja sterku ímóti teim veiku í samfelagshøpi, ið er gerandiskostur úti á bygdum & býum. Eg havi rámandi persóns- lýsingar í eingin rættuligu ger sær fær um ið er gerandiskostur í øllum teim lesarabrøvum í geva øllum neyðugt alment innlit, forstáðilsi, gjøgnumskygni, v.m. Tað eru nógvir batar hendir á øllum hermótum hesi seinastu mongu árini tá ein er samfelagsrevsari og hevur skunda undir nógv fjølltátta virksemim í skapar kjak í øllum fjøllmiðlum. Eg eri stak væl nøgdur við framgongd/ trivnað/ menning/ eg havi fingið gjøgnum øll stríðsárini á øllum hermótum í øllum tí almenna, politiska, fakliga, samfelagsliga, kjakinum ídag. Lestrartilfang & vinnulív