mikudagur 27. juli 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Norðurkoreanska
stjórnin er nú sinnað
at sleppa sínum
kjarnorkuvápnum,
um Suðurkorea ger
tað sama.
KJARNORKUVÁPN
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í gjár hittust umboð fyri
Norðurkorea, Suðurkorea,
USA, Kina, Russland og
Japan enn eina ferð at
tingast um ta norður-
koreonsku kjarnorkuverk-
ætlanina. Byrjanin vísti, at
hesaferð eru vónir um, at
nakað munagott fer at
spyrjast burturúr.
- Eftir okkara tykki er tað
týdningarmikið,
at
vit
kunnu taka samráðingarnar
uppaftur, men tað týdning-
armesta er, at vit kunnu fáa
nakað
burturúr,
so
Koreanesið
verður
eitt
kjarnorkuvápnafrítt
øki.
Sleppur Suðurkorea sínum
kjarnorkuætlanum, eru vit
til reiðar at gera tað sama,
segði
norðurkoreanski
samráðingarleiðarin Kim
Kye-Gwam, tá tann fyrsti
fundurin í Beijing byrjaði.
Hann legði afturat, at vísa
allir partar samarbeiðsvilja,
ber
tað
til
at
røkka
málinum.
Christopher Hill, sum
stendur
á
odda
fyri
amerikonsku samráðingar-
nevndini, segði mánadagin,
at USA hevur ongar ætlanir
um at leypa á Norðurkorea,
sjálvt um George W. Bush,
forseti, fyrr hevur sett
landið í bás sum eitt av
teimum óndsinnaðu lond-
unum. Christopher Hill
segði, at USA viðurkennir
norðurkoreanska
sjálv-
ræðið og er sinnað at ting-
ast við landið um trygdar-
viðurskiftini við tí fyri eyga
at beina øll kjarnorkuvápn
burtur.
- Kjarnorkuvápn fara ikki
at gera Norðurkorea trygg-
ari. Tvørturímóti fara tey
bara at økja spenningin í
økinum og at hótta altjóða
avdubbingina, segði ameri-
kanski samráðingarleiðarin.
Nr. 141 - 27. juli 2005
11
Norðoya
Sambands-
felag ynskir
JFK góðan
byrð
John William
Joensen, form.
Norðoya
Sambands-
felag metir tað vera ein
sigur fyri Norðoyggjar,
at lokalar kreftir, eisini í
samband við keypið av
JFK frá Føroyagrunn-
inum, stóðu saman og
framdu
eina
djarva
verkætlan, sum fram-
vegis kemur at tryggja
nøkur av stórstu virðun-
um í høvuðsvinnu okk-
ara rótfesti í N orð-
oyggjum.
JFK hevur altíð verið
stoltleikin hjá norðoy-
ingum og ti fegnast vit
um at JFK nú umsíður,
aftur er á privatum hond-
um, sum hava sínar røtur
í lokalsamfelagnum.
Samráðingarleiðararnir
Christopher Hill og Kim Kye-
Gwam høvdu góðar vónir
um, at okkurt fer at spyrjast
burtur úr samráðingunum
hesaferð.
Norðurkorea slakar
Aftur í
hernað
ímóti kríggi
Fyri meiri enn 30 árum
síðani var amerikanska
filmskvinnan Jane Fonda
ímillum teirra, sum vildu
hava teir amerikonsku
hermenninar úr Vietnam.
Nú roynir hon aftur, og
hesaferð er málið at fáa
teir amerikonsku her-
menninar heim úr Irak.
Mánadagin kunngjørdi
hon, at hon hevur gjørt av
at fara ein túr um alt USA
við einum bussi. Hon
verður ikki einsamøll á
ferðini, tí í bussinum
verða eisini skyldfólk hjá
hermonnum, sum eru í
Irak, og skyldfólk hjá her-
monnum, sum eru falnir í
krígnum har.
Nógvir
amerikanarar
tóku undir við Jane Fonda,
tá hon vildi hava her-
menninar úr Vietnam, men
mong vendu sær ímóti
henni, tá hon í 1972 fór til
Norðurvietnam og lat seg
avmynda undir liðini á
einari loftverjukanón. Tað
hevur hon seinni biðið um
umbering fyri, og hon
sigur, at hesaferð ætlar
hon
sær
at
brúka
royndirnar frá stríðnum
ímóti Vietnamkrígnum.
Nógv verd
feløg
Tann góði oljuprísurin
ger, at tey bæði stóru
norsku oljufeløgini, Stat-
oil og Norsk Hydro, eru
vorðin nógvar pengar
verd, og at virðið veksur í
hvørjum.
Altjóða fíggjarstovnurin
Lehman Brothers sigur í
einari nýggjari meting, at
partabrøvini í Statoil og
Norsk Hydro fara at veksa
munandi í virði tey næstu
árini, og at tey longu nú
eru
meiri
verd,
enn
skrásetingin
á
virðis-
brævamarknaðinum í Oslo
vísir. Aftenposten skrivar,
at er metingin hjá stovnin-
um røtt, er virðið á parta-
brøvunum í Statoil 357
milliardir norskar krónur,
meðan
partabrøvini
í
Norsk Hydro eru 186
milliardir krónur verd.
Tað merkir, at tey bæði
feløgini eru 543 milliardir
norskar krónur verd. Til
sammetingar kann nevn-
ast, at á virðisbræva-
marknaðinum í Oslo er
virðið á teimum báðum
feløgunum í løtuni 470
milliardir norskar krónur.
Saddam
skal
til Svøríkis
Fær verjin hjá fyrrverandi
irakska einaræðisharran-
um Saddam Hussein sín
vilja, skal Saddam fyri
rættin í Svøríki. Svenska
løgmálaráðið kunngjørdi
annars mánadagin, at tað
hevur sýtt fyri at lata
Saddam koma fyri rættin
har, men at stjórnin er
sinnað at taka málið
uppaftur, um ein áheitan
kemur frá ST.
Tað
hevur
verjin,
Giovanni di Stefano, tikið
til eftirtektar, og tí hevur
hann nú gjørt av at biðja
ST senda stjórnini í
Stockholm eina áheitan
um
at
lata
Saddam
Hussein koma fyri rættin í
Stockholm.
Irakska
stjórnin hevur kravt, at
fyrrverandi
einaræðis-
harrin kemur fyri rættin í
heimlandinum,
men
Giovanni di Stefano og
hinir 19 verjarnir halda
uppá, at trygdarviður-
skiftini í Irak eru ikki nóg
góð.
Sum skilst vil Saddam
sjálvur fegin sleppa fyri
rættin í Svøríki, og hann
er ikki tann einasti. Vara-
forsætisráðharri hansara,
Tariq Aziz, hevur sagt, at
hann vil fegin sleppa fyri
rættin í Svøríki ella í
Niðurlondum. Tað er ikki
greitt, hvat irakska stjórn-
in heldur um tað hug-
skotið.
Sjáldsamur
fiskur
Tríggir
norskir
smá-
dreingir gjørdust ikki sørt
ovfarnir, tá teir nú um
dagarnar fingu ein løgnan
fisk í einum garni. Tað
vísti seg at vera ein St.
Pætursfiskur.
Fiskifrøðingurin Audun
Hjertager sigur við Dags-
avisen, at hetta fiska-
slagið heldur til í Miðjar-
havinum og í Atlants-
havinum, men at vanliga
kemur tað ikki norður um
Ermasund. Kortini er
fiskurin fingin fleiri ferð-
ir í norskum sjógvi tey
seinastui árini, og fiski-
frøðingurin ivast ikki í, at
hetta kemst av, at sjógv-
urin er vorðin heitari enn
fyrr. Eitt nú er sjógvurin í
Norðsjónum meiri enn
eitt hálvt stig heitari nú
enn fyri góðum 20 árum
síðani, sigur hann.
Audun Hjertager sigur,
at tey seinastu árini hava
fiskifrøðingarnir fingið
fleiri fyrispurningar um
sjáldsamar fiskar, sum
fólk ikki kennast við. Tað
er serliga um summarið,
tí tá er sjógvurin heitur,
og tað fer fremmand
fiskasløg at leita sær
norður á okkara leiðir,
sigur hann.
UTTAN ÚR HEIMI
Trýstið á teir
ísraelsku hermennin-
ar veksur, so hvørt
sum afturtøkan úr
Gaza nærkast. Summ-
ir hermenn sýta fyri
at gera eftir boðum
frá leiðsluni.
ÍSRAEL
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Sum
tann
fyrsti
er
heryvirmaðurin
Boris
Albert stevndur fyri ein
hernaðardómstól, tí hann
hevur sýtt fyri at flyta
jødisk niðursetufólk úr
Gaza-geiranum. Vewrður
hann funnin sekur, kann
hann fáa upp í fýra ára
fongsul.
Eygleiðarar í Ísrael siga,
at rættarmálið ímóti Boris
Albert hevur til endamáls
at ræða aðrar hermenn fyri
at fáa teir at akta boðini frá
herleiðsluni. Higartil hava
umleið 80 hermenn sýtt
fyri at noyða niðursetu-
fólkini úr Gaza-geiranum,
men sambært Reuters ber
herleiðslan ótta fyri, at
nógv fleiri hermenn fara at
gera tað sama, tá flytingin
úr Gaza byrjar tann 15.
august.
Hermenninir eru undir
stórum trýsti. Víðgongdir
rabbinarar prædika, at Guð
hevur givið jødiska fólk-
inum Gaza, og at jødiskir
hermenn eiga ikki at reka
aðrar jødar frá húsi og
heimi. Tað vóru helst hesi
boðini, sum seinasta viku-
skiftið fingu tólv hermenn
at seta seg up ímóti teirra
yvirmanni. Reuters skrivar,
at tað eydnaðist yvir-
manninum at fáa tríggjar
teirra at broyta hugsan.
Sjey vórðu tiknir, og tað
eydnaðist
tveimum
at
flýggja
til
niðursetu-
bygdina Neve Dekalim, har
teir vórðu móttiknir sum
hetjur.
Ísraelski
verjuovastin,
Dan Halutz, kunngjørdi
mánadagin, at tað áliggur
øllum hermonnum at lýða
boðini frá yvirmonnunum,
og at teir, sum seta seg upp
ímóti
boðunum,
verða
revsaðir. Reuters skrivar, at
tað er ikki av tilvild, at
kunngerðin hjá herovast-
anum kemur júst nú, tí
spenningurin ímillum teir
40.000 hermenninar, sum
skulu fáa niðursetufólkini
úr Gaza, er stórur.
Ísraelskir hermenn sýta
fyri at gera eftir boðum