Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 28. juli 2005 11 Heri Ziska Hóast yvirskriftin týddi uppá at har var okkurt komið galið fyri, so var tað við stórum áhuga eg setti meg at lesa svari hjá Edmund Joensen til spurningin eg setti honum í bløðunum. Tá eg so sá at hann vísti til mín við orðunum "ein sum nevnist Heri Ziska" so visti eg at hann so í øllum førum ikki visti hvør eg var, ella kendi nakað til mín persón, tí var tað mikið undrunarvert at lesa hvussu nógv Edmund Joensen kundi siga um meg, og mínar meiningar sum eg sjálvur ikki visti nakað um og sum eg slett ikki havi skriva nakað um. Í yvirskriftini fortelur Edmund mær at eg havi Tinnitus herðindi? Rættu- liga løgi, tí eg veit mær ikki at hava merkt nakað til hesa herviligu líðing, og at Edmund skal skjóta mær tað í skógvarnar tíður uppá at her er okkurt spinnandi galið. Handan líðing er eitt álvarsmál hjá nógvum før- oyingum, og Edmund Joensen átti at verði so mikið at sær komin at hann ikki nýtur hesa líðing sum eitt amboð fyri at skora politisk poeng. Eg havi fyrst og fremst tørv á at koma við nøkrum rættingum til tað sum Edmund Joensen leggur meg undir at hugsa, meina, skriva osv. Eg havi ikki skriva eitt einasta orð um at eg eri fullvísur í at blokkurin onki hevur við føroysk fíggjar- viðurskiftið at gera, sjálvt um Edmund Joensen leggur meg undir at meina tað. Eg havi ikki skriva eitt einasta orð um at blokkurin er skaðiligur fyri Føroyar, sjálvt um Edmund Joensen leggur meg undir at meina tað. Eg havi ikki skriva eitt einasta orð um at raðfesting er universal loysnin uppá allar fíggjarligar trupulleik- ar, hóast Edmund Joensen leggur meg undir at meina tað. Eg havi ikki skriva eitt einasta orð um at tað ikki er neyðugt við peningi fyri at reka eitt samfelag, hóast Edmund Joensen leggur meg undir at meina tað. Eg havi ikki skriva eitt einasta orð um at eg eri fullveldis maður, hóast Edmund Joensen leggur meg undir at verða ein fullveldismann. Eg havi ikki skriva eitt einasta orð um at eg rennið ørindi fyri mín "politiskan formann", hóast Edmund Joensen leggur meg undir at gera tað. Eg havi ikki skriva eitt einasta orð um at eg havi nakrar politiskar læru- sveinar, sjálvt um Edmund Joensen leggur meg undir at hava hesar lærusveinar. Viðvíkjandi blokkinum er tað áhugavert at kjakast um hvørji árin blokkurin hevur á føroyska búskapin og um tað var rætt at lækka blokkin. Hetta er tó nakað sum eg valdi at umganga at blanda uppí hetta kjak fyri at kjaki kundi snúgva seg um hvussu vit kunna koma frammeftir í hesum landinum heldur enn aftur at kjakast um hvørt full- veldis landsstýrið gjørdi eina dáragerð ella ei. Edmund Joensen helt tó at kjaki átti at snúgva seg um fráfarna fullveldis lands- stýrið og fortíð heldur enn sitandi landsstýrið og framtíðina. Hví tað er so kann eg so ikki svarað uppá. Viðvíkjandi hvar eg standi politiskt, so er tað í hesum sambandinum ikki relevant. Eg eri ein vanligur borgari, sum eru áhugaður í hvussu hetta landið verður stýrt, og helt meg hava rætt til at seta landsins leiðandi monnum (sum eg havi verði við til at velja inn á ting) ein konkretan spurn- ing uttan at mín persónur skuldi blíva endavendur í bløðunum. Fyri at koma aftur til tað sum eg skrivaði, ella sum Edmund Joensen málber seg "setti ein ikki serliga fornuftigan spurning", so var tað ein beinleiðis reaktión uppá eitt lesarabræv hjá Edmund Joensen, har í Edmund vísur á hvat man kundi gjørt um vit áttu pengar, sum vit ikki eiga, og eg helt at ein maður, sum er partur av leiðsluni í hesum landi átti at fortalt okkum veljar- um hvussu vit skulu gera fyri at loysa teir trupul- leikar sum vit hava, heldur enn kasta alla ábyrgd frá sær við at peika fingurin eftir sínum undangongu monnum. Viðvíkjandi raðfesting, so rann tað mær kalt niður eftir rygginum tá eg sá hvat Edmund Joensen helt um "gandaorðið raðfesting" sum hann málbar seg. Er tað veruliga so at Edmund Joensen ikki kennir orði raðfesting, og ikki veit hvat í orði umfatar? Eg vil í mínari fávitsku royna at forklára Edmund Joensen hvussu raðfesting kemur inn í myndina. Tað, at løgtings meirilutin hevur valt at nýta tann pening sum er tøkur (og nakað afturat) til t.d. løgtingshús, løgmanssætið, stuðul til rækjuskip og skattalættar merkir t.d. at tað ikki er nóg mikið av peningi eftir til at taka sær av teimum gomlu og veiku. Hetta er tað sum nevnist raðfesting. Ein annar háttur at raðfest uppá hevði verði at sagt at tørvur var á meira peningi til tey veiku í samfelagnum, og tí kundi løgtingsmeirilutin gingið undan og viðtikið at tinghúsið kundi bíða, ella at løgmanssætið kundi bíða osv. Hetta hevði ført við sær at peningur hevði verði tøkur til tey veiku í samfelagnum, men hetta er ikki ein loysn sum Edmund Joensen tekur undir við. Hann sigur rættuliga greitt, at tá tað gongur afturá, so gongur tað fyrst útyvir tey gomlu og tey veiku, hetta hóast ein annarleiðis raðfesting hevði gjørt at tað fyrst kom at ganga útyvir tey sterku. Sum sagt so trúði eg, at tað í einum demokratiskum landi sum Føroyum, var møguligt at luttaka í almennum kjaki, uttan at fáa bæði líkt og ólíkt skotið í skógvarnar, men her havi eg so mistikið meg, tí vil eg taka meg úr hesum kjaki áðrenn míni nærmastu eisini verða endavend í bløðunum. Gandaorð og uttanumtos Fylgið við ólavsøkuni á portal.fo Føroyingar, sum ikki eru í Havn á ólavsøku, men sum hava valt at vera heima ella sum eru farnir av landinum í summarfrí, kunnu fylgja ólavsøkuni á Portalinum (portal.fo) og á GSM-fartelefon. Sosialurin fer ólavsøku- dagarnar at leggja út tíðindi og myndir frá hendingum á ólavsøku sohvørt hesar fara fram. Um fólk vilja í samband við ólavsøkuvaktina ringið til 225000. www.portal.fo Ólavsøkudag eru 140 ár liðin síðan H. N. Jacobsens Bókahandil í Havn byrjaði sítt virksemi. H.N. Jacobsens Bókahandil í Havn, ið man vera ein tann elsti handil í landi- num, verður 140 ár ólavsøkudag. Í hesum sam- bandi verður móttøka í húsunum leygardagin 30. juli kl. 15, fyri fólki ið eru knýtt at handlinum. Ein framsýning verður við gomlum myndum og Malan Marnersdóttir, frá Grunni H.N. Jacobsens Bókahandil, sigur frá søg- uni hjá handlinum. Søgan hjá bókahandilin á Vaglinum byrjar, tá Hans Niklái Jacobsen læt upp ein bókahandil í Gongini ólavssøkudag 1865, har hann búði og hevði bók- bindarí. Í 1918 varð gamli Real- skúlin keyptur, og hevur bókahandilin verið har síðani. Umframt bókahandil hevur H.N. Jacobsens Bókahandil havt prentsmiðju, sum gjøgnum tíðirnar hevur prentað nógvar bøkur og tíðarrit. Prentsmiðjan læt aftur fyrr í ár. H.N. Jacobsens Bóka- handil verður í dag rikin av einum grunni, sum eigur og rekur handilin. Bóka- handilin verður í løtuni umbygdur, soleiðis at sjálvur handilin verður í vestara parti, og Kunning- arstovan skal flyta inn í eystara partin, ið vendir móti gamla Apoteki. Um ólavsøkuna eru framsýningarvindeyguni í handlinum prýdd við gomlum myndum av húsunum og umhvørvinum har. Gamli Bókahandil 140 ár