Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 141 - 27. juli 2005 Mánakvøldið var merkt av tann- áringum í Norður- landa-húsinum, tá 60 føroyskir og norskir tann-sangarar sungu tensing-sangir so tað rungaði í TENSINGKÓR Snorri Brend Hesa seinastu vikuna hevur føroyska tensing-kórið »Sound of Glory» havt vitjan av tveimum norskum kórum. Kórið, sum dagliga hevur heimstað sín í KFUM í Havn, skipaði tí fyri ser- stakari tensing-konsert í Norðurlandahúsinum mánakvøldið við eini sera fjølbroyttari skrá. Hetta var samstundis fyrsta tensing-konsertin í Norðurlandahúsinum nak- rantíð, og tí eisini fyrstu ferð at ikki færri enn trý tensingkór hava konsert samstundis. Hesir 60 sangararnir hava verið á venjingarlegu á Sandi í farnu viku, og nú skuldi so spyrjast, hvat tey høvdu fingið burtur úr hesar dagarnar. Úrslitið kundi ein nærum fullsett konserthøll verða vitni til: Her var bæði drama, dansur, sangur og tónleikur og fleiri onnur innsløg, sum øll vórðu sera væl móttikin av tí unga og eisini meiri tilkomna áhoyraraskaranum í Norð- urlandahúsinum. Frálíkur sangur, góðir solistar og framúr góðir føroyskir og norskir tón- leikarar gjørdu hesa løtuna ógloymandi. Takk fyri, tit ungu. Og haldi endiliga á! Føroyska tensing-kórið smæddist ikki burtur á konsertini mánakvøldið. Við góðum sangrøddum og tónleiki afturvið gjørdu tey sít til at áhoyrararnir fingu eina ógloymandi løtu Fyrsta tensing-konsertin í Norðurlandahúsinum Drama og dansur var eisini á skránni. Og líkt varð til, at hetta dámdu teimum ungu áhoyrarunum og sangarunum sera væl Íalt 60 sangarar vóru á konsertini. Her syngja teir føroysku og norsku sangfuglarnir fleiri sangir saman – bæði á norskum og føroyskum máli! Ikkje værst ...’