mikudagur 27. juli 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 142 - 28. juli 2005
Berta Joensen,
Fuglafjørður, and-
aðist 26. juli, 86 ára
gomul. Kistan fer
úr Vesturstovu í
kvøld klokkan 18 í
kirkjuna.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Jona Bayford, fødd
Danielsen, ættað úr
Kollafirði búsitandi
í London, andaðist
22. juli, 82 ára
gomul.
Kelda: Útvarpið
Andlát og
jarðarferðir
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra kona, mamma, omma, langomma
og systir okkara
Sonja Michelsen
fødd Poulsen,Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 26. juli,
73 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum
leygardagin 30. juli kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Erling
Ólavsøkudag 28. juli í
middegi letur Sofus
Poulsen listamaður
upp gallaríið
»A La Prima Gallery«
í Bringsnagøtu 5 í
Havn. Fyrsta fram-
sýningin verður ein
felagsframsýning við
fleiri listafólkum
Nýggja
gallaríið
í
Bringsnagøtu hevur fingið
navnið
»A
La
Prima
Gallery«, og skal vera
staðið har fólkið og listin
hittast. Sofus Poulsen sigur,
at navnið A La Prima
kemur av tí arbeiðshátti
sum impressionistar og frí-
luftsmálarar nýttu sum t.d.
William Heinesen og Jákup
Olsen. Teir fóru út í náttúr-
una og teknaðu skitsur og
gjørdu síðan málningin
lidnan í eini arbeiðsgongd.
Ofta vóru hetta smáir máln-
ingar, ið seinni vórðu
brúktir sum forstudie til
størri oljumálningar.
A La Prima Gallery er
bæði gallarí og verkstaður.
Tað vil siga, at listafólk
sum leiga seg inn kunnu
gera síni listaverk liðug,
samstundis sum tey sína
fram.
Gallaríið skal vera eitt
alternativt listaumhvørvi
við
eksperimenterandi
framsýningum og eitt stað,
har ung listafólk kunnu
menna síni talent, bæði við
málningum, skulpturum og
øðrum listaverkum. Eingin
ávísur stilur hevur fram-
íhjárætt. Gallaríið er fyri
bæði roynd og óroynd lista-
fólk í Føroyum, sum ynskja
at koma fram og debutera –
eisini áhugaðir útlendingar.
Hóast A La Prima er lítið
í vavi, er tað stak hugnaligt
við benkrum og bjálkum og
rúmar eini 30-40 smærri
listaverkum, sum primert
venda sær til vanliga fólkið.
Kend listafólk hava møgu-
leika at sýna fram minni
listaverk, sum tey kunnu
selja til eina breiðari fjøld,
soleiðis at fólk at hava
møguleika at keypa eitt
originalt listaverk fyri ein
rímiligan prís.
Tá
heimasíðan
www.alaprimagallery.com
um stutta tíð verður liðug,
verða slóir til øll listafólk-
ini sum sýna fram, soleðis
verður gallaríið meira sjón-
ligt. Tey sum sýna fram,
avgera sjálvi nær tey hava
opið – tað skal helst vera
millum kl. 10 og 18, sigur
Sofus Poulsen.
Nú Atlantsflog hevur
regluliga rutuflúgv-
ing til Aberdeen í
Skotlandi og enska
høvuðsstaðin Lon-
don, er Svein í Heið-
unum settur sum
sølu- og marknaðar-
umboð á skrivstovuni
hjá Atlantic Airways í
London
London: Fólk sum hava
ferðast við Atlantic Air-
ways um Stansted-flog-
havnina í London kennast
ivaleyst við Svein í Heið-
unum, ið arbeiðir sum sølu-
og marknaðarumboð hjá
Atlantic Airways har.
Ein av uppgávunum hjá
honum er at vera í flog-
havnini, tá flogfør hjá At-
lantsflog koma og fara, har
hann vegleiðir og hjálpir
ferðafólki.
Hetta kemur kanska ser-
liga væl við hjá ferðafólk-
unum, tá t.d. floglíkindini
eru vánalig, og flogfør ikki
fáa lent í Vágum. Tá er
hann um ferðafólkini, sigur
nær tey fáa nærri boð, og
kunnar um floglíkindini í
Føroyum. Eisini kunnar
hann ferðafólkini á før-
oyskum um hátalaraskipan-
ina í floghavnini.
Hansara høvuðsuppgáva
er annars at marknaðarføra
Atlantic Airways í Ong-
landi. Hetta verður m.a.
gjørt við at hjálpa og upp-
lýsa enskum sølufólki og
við at hava samband við
pressuna umframt at lýsa í
London Tube v.m.
Svein er 32 ára gamal, úr
Saltangará og útbúgvin
receptionist.
Hann er giftur Jenny, f.
Samuelsen, í Havn, og tey
eiga eina dóttir, Súsanna í
Heiðunum. Svein lærdi á
hotelli í Keypmannahavn
og gekk á hotellskúla. Eftir
at hava arbeitt hjá Atlantic
Airways í Kastrup, flutti
hann til London í samband
við nýggju flogrutuna, og
byrjaði hann har hálvan
mars 2005.
Góð ráð til ferðafólk
Svein hevur onkur góð ráð
at geva teimum, sum ferð-
ast í Onglandi. Til dømis er
tað eingin trupulleiki at
taka pening út við Visa-
korti í peningaautomatun-
um, men tað kann knípa við
at gjalda við hesum kortum
í handlum og matstovum.
Hetta kemst av at okkara
kort ganga út í 2012, með-
an tey í Onglandi bert galda
í 3 ár. Hetta kann geva trup-
ulleikar. Tí vil hann ráða
fólki til at spyrja seg fyri,
áðrenn tey keypa ella at
hava tøkan pening. Eisini
mugu fólk ofta brynja seg
við toli, tá tey ferðast í
Onglandi, tí tingini ganga
ikki so skjótt fyri seg sum í
Føroyum og Danmark, man
kann koma út fyri at standa
leingi í bíðirøð.
At enda sigur Svein, at
hann vanliga tekur ímóti
ferðafólkunum í floghavn-
ini, tá flogarið er lent, men
um hann av onkrari orsøk
ikki er har, eru øll væl-
komin at kontakta seg á tel.
+44 2078234242, um okk-
urt er at spyrja um.
A La Prima Gallery:
Staðið har fólkið og listin hittast
Ólavsøkudag
letur Sofus
Poulsen
listamaður
upp gallaríið
»A La Prima
Gallery« í
Bringsnagøtu
í Havn
Mynd: Magnus
Gunnarsson
Svein í Heiðunum:
Hjálpir og vegleiðir ferðafólki í London
Svein í Heiðunum arbeiðir sum sølu- og marknaðarumboð á
skrivstovuni hjá Atlantic Airways í London
Mynd: Magnus Gunnarsson
Prógv
John Dalsgarð, Tórshavn, hevur tann 15. juli 2005 lokið
MA prógv í miðaldarfrøði á universitetinum í York í
Onglandi.
30. juni hevur Elsa Bech, Tórshavn, lokið prógv sum
sniðgevi á Columbineskúlanum á Frederiksberg.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
Jona Bayford,
fødd Danielsen,
ættað úr Kollafirði, búsitandi í London
andaðist 22. juli 2005, 83 ára gomul.
Vegna tey avvarðandi
Systkini
Tøkk
Hjartans takk fyri sýnda samkenslu,
tá pápabeiggi okkara
Jógvan Joensen á Fløtti
Skúvoy
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum á Áargarði fyri hjálp og umsorgan.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blomur og heilsanir.
Takk til tykkum, ið hava latið peningagávu til gerð
av minnisvarða yvir sjólatnar og falnar í bjørgunum
í Skúgvi.
Tummas Frank Joensen