Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 27. juli 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Preben Villiam Funch, ættaður úr Getser, búsitandi á Argjum, andaðist mánadagin 25. juli, 56 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Jens Nicolajsen, Nólsoy, andaðist mánadagin 25. juli, 65 ára gamal. Kistan fer við Rituni til Nólsoy- ar í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Nóls- oyar kirkju mikudagin klokkan 13. Marianna Hjalt vanliga nevnd Manna, fer til gravar úr Sands kirkju mikudagin 27. juli klokkan 13. Tey sum vilju minnast Mannu, kunnu lata eina peningagávu til Sands kirkju, konto í peninga- stovn-unum. Kelda: Útvarpið Andlát og jarðarferðir Tøkk Vit vilja við hesum hjartaliga takka øllum tykkum, sum gleddu okkum og mintust okk- um á okkara gullbrúdleypsdegi 10. juli 2005. Tøkk tit, sum gjørdu dagin so hugnaligan og minnisríkan fyri okkum. Tøkk eisini til Sjón- varp Føroya fyri vitjanina, sum setti sín serliga dám á hátíðarhaldið. Oyggjaleikirnir hava verið ein partur av okkara ferðalívið tey seinnu árini og givið okkum nógvar ríkar løtur, eisini hesa ferð í Hetlandi, tað eru vit sera takksom fyri. Blíðar heilsur. Ása og Sigvald Kristiansen, Skála Tøkk Øllum tykkum, sum við heilsanum, upp- ringingum, vitjan á Gjáargarði og annars á annan hátt gjørdu mær 85 ára dagin so hugnaligan, takki eg hjartaliga. Pætur í Nýggjustovu Gjógv Dagurin 27. juli. Marta. Eitt av systkjunum í Betania; hon sum gjørdi sær stríð og ónáðir av mongum. Halgisøgan sigur, at Marta saman við systkjum sínum fór til Marseille í Fraklandi, har hon stovnaði eitt kleystur, sum hon livdi í í 30 ár. Aramáiskt navn, sum merkir húsfrúgv. Lions klubburin í Suðuroy hevur gjørt av at geva Magnusi Jacobsen viður- kenning fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, hann ger SØMDARGÁVA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Magnus á Báraldarbakka í Vági varð fullkomiliga tik- in á bóli nú ein dagin, klokkan var farin av trý og hann fór inn í matarhøllina í flakavirkinum í Vági at fáa sær kaffi. Inni í matarhøllini sótu fremmandir menn, men teir vóru ikki ørindaleysir. Hetta vóru menn úr Lions klubbanum í Suðuroy og ørindini vóru at heiðra einum av arbeiðs- monnunum á flakavirkin- um. Tað var nú ikki fyri ar- beiðið á flakavirkinum, at hann skuldi heiðrast. Tað er fyri alt tað sjálvbodna ar- beiðið, sum hann ger uttan- fyri arbeiðstíð, at heiðurin fellur honum í lut. Og tað var Magnus Jacobsen, Magnus á Bár- aldarbakka, sum skuldi hava heiðurin. Tað eru nøkur ár síðani at Lions Klubburin í Suðuroy gjørdi av at lata eina sømd- argávu til onkran, sum hevði gjørt eitt serligt ar- beiði fyri Suðuroy. Gávan er bara latin eina ferð fyrr, men nú helt klubburin at rætta løtan var komin til aftur at lata sømdargávuna. Magnus Jacobsen fær heiðurin fyri alt tað sjálv- bodna arbeiðið, hann hevur gjørt á nógvum økjum til frama fyri Suðuroynna, og er tað nakar, sum hevur uppiborið ein slíkan heiður, er tað Magnus, segði Hans Joensen frá Lions klubban- um, tá ið hann handaði gáv- una. – Hann hevur lagt nógv sjálvboðið stríð í nógv ymisk tiltøk til gleði fyri Vág, Suðuroy sum heild og alt landið við. Hans Joensen nevndi, at Magnus var ein av stigtak- arunum til at gera gomlu grindabátarnar ístand og at fáa teir aftur í brúk og nú eru teir eitt prýði fyri alt landið. Hann var eisini ein av undangongumonnum at fáa bjargingarfelagið til tað, tað er í dag, nú tað er eitt hitt best útgjørda í landinum. Somuleiðis gekk hann á odda at gera Stóra Pakkhús og Garðabrúgv ístand, so at tey bjargaðust og ikki fór- ust heilt, men nú standa sum prýði fyri Suðuroynna alla. – Lions klubburin hevur sostatt gjørt av at veita Magnusi eina lítla viður- kenning fyri tað ótroyttiliga arbeiðið hann hevur gjørt á mentanarliga økinum, sið- søguliga økinum og á øðr- um økjum, til gleði fyri alt bygdarfólkið í Vági, allar suðuroyingar og allar før- oyingar annars, segði Hans Joensen. Tíðindaskriv ENJO Føroyar hevur í ólavsøkuvikuni vitjan av eini av heimsins best kendu ENJO-damun, Nora Vatna- mot úr Noreg. Hóast Nora er blivin 70 ár, so er hon »still going strong«. Nora er at hitta á ENJO skrivstovuni í miðbýnum 28. og 29. juli frá kl.14.00 til 16.00, ringjast kann eisini til tel. 22 66 03 Ósjálvsøkin vágbingur fær sømdargávu Nora Vatnamot: ENJO-dama á vitjan Jens Petur Brattalíð, forseti í Lions í Suðuroy, v.m., handar Magnusi Jacobsen viðurkenning fyri tað sjálvbodna arbeiðið, hann hevur gjørt á so nógvum økjum. Viðurkenningin er eitt skreytblað og ein veggjaklokka úr føroyskum gróti við búmerkinum hjá Lions í Nora Vatnamot er at hitta á ENJO skrivstovuni í mið- býnum á ólavsøku 75 ár Í sambandi við at Eiler Jacobsen, Marknagilsvegur 19, fyllir 75 ár, 30.juli, verður føðingardagsveitsla hildin á Hotel Føroyum, fríggjakvøldið 12. august kl.19. Av tí at Eiler einki veit um veitsluna, og er burtur- staddur í løtuni, verða tey ið vilja gleða Eiler við at koma, biðin um at ringja 314605, 721612 ella 223765, í seinasta lagi 7. august. Prógv: Tann 12. juli hevur Ingun Miðberg Jacobsen lokið prógv sum Bachelor of Arts ( Honours ) í Languages with Professional Studies á Leeds Metropolitan University í Onglandi.