mikudagur 27. juli 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 28. juli 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
28. juli.Aurelius, deyður í umleið 852. Í fæðirætt vóru hann og konan Natalia av mauriskum fólki, men tey vóru í loyndum kristin. Tá ið tey saman við øðrum alment viðgingu
kristnu trúgv sína, vóru tey tikin av mauriska emirinum og hálshøgd.
29. juli. Ólavsøka verður hildin til minnis um, at norski kongurin Ólavur Haraldsson fell á Stiklastøðum í árinum 1030. Eftir deyða hansara hendu mong undurverk við grøv
hansara og skjótt verður hann mettur sum mikið halgimenni og fær navnið Ólavur hin Heilagi. Minningardagur hansara varð hildin um øll Norðurlond, men serstakliga í
Føroyum hevur dagurin í øldir verið hildin sum mikil hátíðardagur, sum Janus Djurhuus sigur frá:
Stiklastaða vápnabrestur
slongdist yvir havið vestur.
Ólavsøkan gjørdist tjóðarhátíð okkara. Hon var eyðkend við, at tingið varð sett ólavsøkudag og hildin varð ólavsmessa í Havnar kirkju. Eisini tey árini, tingið varð sett seinni
um heystið, var ólavsøkuguðstænasta hildin. Tað er í nýggjari tíð, at ólavsøkuhaldið, sum tað nú er, er íkomið. Tingsetan og guðstænastan eru við sma lag óloysandi partar av
ólavsøkuhaldinum. Fríggingarmyrkt sigst vera tveir tímar á ólavsøku.
Ólavur er norrønt navn, ið merkir bæði ættarfaðir og eftirmaður.
30. juli. Abdon, deyður umleið ár 250. Høgt mettur embætismaður í Róm, sum varð tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína.
31. juli. Germanus, deyður í umleið 448. Føddur í Auxerre í Fraklandi. Var løgfrøðingur og fekk høgt starv sum embætismaður, men varð 40 ára gamal ímóti vilja sínum valdur
til biskup í Auxerre. Hann doyði í Ravenna í Italiu.
Leygardagin 30. juli fyllir
Eiler Jacobsen, reiðari, í
Havn 75 ár.
Eiler kenna tey flestu á
navni. Løgið annað, tí hann
hevur verið við til at sett
síni sjónsku merki á før-
oyskt vinnulív yvirhøvur og
fiskivinnu serliga farnu
hálvu øldina. Hann er fram-
vegis meiri virkin enn
flestu starvsfelagar á hans-
ara aldri.
Eiler er borin í heim í
Søldarfirði, sonur Helenu,
fødd Isaksen av Viðareiði,
og Sámal, skipara úr Søld-
arfirði, sum gekk burtur
longu 29 ára gamal við
sluppini Immanuel, sum
hann førdi feigdardagarnar
9. og 10. apríl 1932, tá eis-
ini sluppin Laura hvarv við
mann og mús.
Eiler var tá 2 ára gamal
og flutti saman við 2 ára
yngri bróðrinum Sámali og
mammuni suður til Skála-
víkar, har Helena giftist
uppaftur
við
Niclasi
Nicodemussen á Hamri.
Har fingu Eiler og Sámal
saman
við
systkjunum
Bergtóru,
Hildigunn,
Napoleon (Pola) og Maiken
ein eydnuríkan og tryggan
barndóm. Mamman Helena
livdi til 1996, tá hon andað-
ist 91 ára gomul.
Eiler hevur ferðast langa
leið í lívinum. Hann fekk
sum sagt eina baldruta byrj-
an í Søldarfirði. Men úr
góðum bergi brotin í báðar
ættir. Fiskiskapur, skipa-
rakstur, vinnulív og jarðar-
brúk lógu líka ræðið fyri
hjá ættfedrum hansara. Við
móðurkærleika og kønari
vegleiðing frá nýggja páp-
anum kom hann væl frá
tungum starti. Lærdi frá
óvita virðið í at arbeiða, at
umsita talenturnar væl og
hvørki spilla tíð ella virði.
Fyrsta arbeiði hansara
sum 15 ára gamal var sum
húskallur í Íslandi beint
eftir kríggið. Síðan til skips
í Norðsjónum sum messur
við Árnanesi eftir sild. Við
vaðbeinið stóð hann á
(næstan) deyðsiglara Slatr-
inum
(Slater)
fyrstur
framman fyri stórvantið við
snøri. Síðan við Suður-
oynni. 80-tonsari úr Vest-
manna var fyrsta ferð hans-
ara við nýggjum báti. Men
tað gekk ikki væl. Ongan
avrokning fyri eitt heilt
summar í Grønlandi, skip
og reiðari á húsagang.
Eftir tað fór hann suður
um Fjørð at fiska fleiri
summar við vágsskipum.
Serliga kært var honum
Norðfarið við Johan Godt-
fred sum eigara/skipara,
um várið og út á summarið
í Grønlandi og síðan á sild
norðan fyri Føroyar.
Eiler tók skiparaprógv í
Klaksvík og longdina í
Havn. Boð vóru eftir hes-
um raska veiðimanni. Hann
fekk motorsluppina Brim-
nes úr Vági at føra og síðan
skonnartina Atlantsfarið úr
Klaksvík, sum lívlangi vin-
maður og starvsfelagi hans-
ara, Aksel Hansen, enn líka
virkin úrmælingur sum út-
gerðarmaður í Havn, tá
leigaði og reiddi út. Tað var
eisini Poul Hansen, sum átti
reiðararíið Kimbil, sum
beyð Eileri nýggja stállínu-
bátin, Beinir, at føra.
Tað vóru hesi framburðs-
ríku seinnu 50- og fyrru 60-
árini, at Eiler sum vinmað-
ur Jústs í Túni á Sildrekan-
um og sjálvur sum skipari á
Boðanesi eitt skifti lærdi at
fiska sild við kraftblokki og
ringnót.
Í 1964 gekk dreymurin,
ið flestir raskir sjómenn
hava, út hjá Eiler. Hann og
aðrir, t.m. brøður og vin-
menn úr Skálavík, lótu
byggja kombineraða nóta-
og frystilínuskipið, Ísborg,
á Skála. Pf. Hvalnes átti
skipið.
Eftir fýra góð ár kom
(fyrsta) Sólborg til landið.
Hana átti Eiler sjálvur. Hes-
in nýbygningur úr Noreg
kom júst um tað mundið, tá
toskafiskiskapurin í Grøn-
landi sveik, og sildin hvarv
norðanfyri. Menn fullu tó
ikki í fátt, men herjaðu
áaftur aðrastaðni og byrj-
aðu millum teir allarfyrstu
sildar- o.a. uppsjóvarfiski-
skap í Norðsjónum, ja
bygdu upp danska fiska-
mjølsídnaðin. Hetta vóru
av sonnum gullár fyri før-
oyska fiskivinnu. Inntøk-
urnar vóru størri enn nak-
rantíð áður. Hesa tíðina
løgdu teir við rávøru síni úr
Norðsjónum lunnar undir
nýggja Havsbrún.
Í 1971 keypti Pf. Hvalnes
Norðborg, sum førdi gull til
lands í heila fjórðingsøld.
Sámal Jacobsen, bróðir Eil-
ers, ikki minni veiðimaður,
førdi skipið tað mestu tíð-
ina.
Eiler lat síðan fyrru
Krúnborg byggja í 1974.
Hon fiskaði eisini gilt, ser-
liga fyrstu árini, og sigldi
líka til 1999, tá nýggja
Krúnborg kom. Hon varð
longd í fjør og lastar nú
meir enn flestu skip av slík-
um slag á okkara leiðum.
Henda skúta hevur havt líka
góða veiðieydnu sum fyrra
Krúnborg tey fyrstu nógvu
árini, eftir at hon kom.
Í nógv ár høvdu brøðurn-
ir smærri deksfør til útróð-
ur í Eystrasalti. So eisini
har og í tí veiðihátti hava
teir roynt seg.
Eiler hevur ikki bert víst
eitt framúr váðafýsni. Hann
hevur eisini verið umhugs-
in og hevur spjatt váðan
millum fleiri fiskiháttir,
fiskiøkir og skipasløg. Eftir
vegleiðing frá slóðbrótar-
anum John Dam lat Eiler í
1977 aðru Sólborg byggja
til rækjur. Hon hevði ikki
minni signing og eydnu við
sær.
Ingolf
Rasmussen
førdi hana ta mestu tíðina,
til hon í 1986 varð seld til
Grønlands.
Eiler fór ikki aftur undir
rækjuveiði fyrrenn í 1990,
tá hann keypti Faroe Prawn
og kallaði hana Sólborg
(triðju). Hon hevur verið í
reiðarínum líka til nú –
tíverri seinnu árini í sama
rakstrarliga andróðri sum
hini føroysku rækjuskipini.
Reiðaríið hevur sett yvir 20
mió. kr. til raksturin síðan
2002. Tað hevur komið væl
við, at vinnuligu eggini
hava ligið í fleiri enn einari
kurv.
Eiler hevur verið drivin
fram av eyðkendum prot-
estantiskum arbeiðsetikki.
Ágrýtin veiðimaður frá tí
fyrsta. Havt íbornan sans
fyri at taka gløggar íløgu-
avgerðir í røttum tíma. Ver-
ið stórtøkin, tá umgalt at
leggja uppfyri við maskin-
og veiðiorku. Hugsað um
góðar liviumstøður hjá
manningini umborð. Dugað
at sæð tøknilig krøv 5-10 ár
fram í tíðina. Tað eru sterk-
ar síður hjá honum. Ikki
minni týdning hevur tað
havt, at hann hevur kent
síni mørk og latið onnur
umsita pappír og tøl fyri
seg.
Men aftan fyri menskar
menn standa altíð góðar
konur. Uttan tær sjáldan
stór avrik. Í Beintu hevur
Eiler havt hollan stuðul og
hevur hvílt í teirri ríku sign-
ing, sum eitt gott familjulív
og samanhald heima við
hús gevur. Beinta er havn-
argenta, dóttir Hjørdis og
Petur Háberg. At hitta ella
koma inn til Beintu og Eiler
er altíð ein hjartalig uppliv-
ing. Eitt mentað heim, sum
Beinta setir síni sjónligu og
ljóðligu merki á við list og
tónleiki. Børnini, Sámal,
Hjørdis, Petur og Eiler hava
staðið væl saman um virk-
semið hjá familjuni. Sámal
hevur roynst væl sum skip-
ari í nógv ár, Petur rekur
fyritøkuna á skrivstovuni,
og (lítli) Eiler hevur nú eis-
ini víst gávur til at fáa fisk.
Hjørdis ger í dag stórt
kristiligt arbeiði saman við
manni sínum, Dánjali.
Við íbornum kenslulyndi
– serliga í móðurætt –
tráaði Eiler eftir og kom til
trúgv á sín frelsara eitt
sunnukvøld í november
1951. Tað fekk stóra ávirk-
an á hann restina av lívin-
um og á familjuna alla.
Tann, sum livir stillisliga,
livir væl, sigst. Eiler er ikki
júst farin ljóðliga um hurð-
arnar við sínum avrikum.
Hansara tvørrandi evni at
skilja, at øvund og mein-
fýsni eru drívmegi hjá
mongum, hava verið til
ástoyt og atvold til nógvan
blástur uttan um hann.
Váðafýsni, sum eydnast
og kastar av sær, fellur
mongum fyri bróstið. Tað
hevur gjørt Eiler umstrídd-
an. Tann, sum byggir borgir
á sjógvi og landi, verður av
øvundarmonnum brúktur
sum politisk ímynd av
sjálvsøkni í andsøgn við
fólksins sonnu áhugamál.
Skiparin móti dekkaranum,
reiðarin móti manningini.
Men Eiler, faðirloysing-
urin úr Søldarfirði, skuldi
verið prototypan av einum
samfelagsligum »tapara«.
Hann bleiv tað mótsetta,
ein vinnari. Og samfelagið
hevur notið gott av hansara
ágrýtni, fiskieydnu, váða-
fýsni og gávum og hevur
vunnið við og av honum.
Sum aðrir skiparar byrj-
aði hann við vaðbeinið. Teir
vóru ikki nøgdir við 7-
pundsloddið, við tein og
ongul. Nei, teir slóðaðu fyri
nýggjum og betri skipum,
tøkni, amboðum og skips-
lívi, so virðið á tí veidda
vaks, og vælferðin hjá øll-
um, á sjógvi og landi, øktist
og fall alsamt fleiri í lut,
sum ringar í vatni – eisini
teimum, sum einki bein-
leiðis samband hava havt
við fiskivinnu.
Virðið á lívsverki Eilers,
hansara starvsfeløgum og
skipum teirra, verður neyv-
an yvirmett. Teirra skip
hava fiskað einar 2 miljónir
tons av fiski. Leypandi
søluvirðið hevur ligið um 2
miljardir krónur, sum um-
roknað til dagsprís man
svara til 4 miljónir, t.e.
meiri enn landsins útflutn-
ingsvirði. Samlaða hýru-
virðið man liggja oman fyri
milliardina í dagsprísum.
Slíkt eru menn. Teir duga
heldur ikki – tíbetur fyri
samfelagið – rættiliga at
leggja frá sær, men treisk-
ast víðari. Tað má tí sigast
at vera kappi, sum fyllir 75
ár í dag. Hjartaliga tillukku
við degnum. Ríkliga signað
vesturskin, Eiler, Beinta og
tykkara eftirkomarar.
Vinur
Eiler Jacobsen 75 ár