Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 141 - 27. juli 2005 Árni og Marner Andreasen eru uttan iva best kendir sum ímyndin av bólkunum Black Birds og Juliannu Boys. Í dag geva teir út fløgu við andaligum tónleiki FLØGA Hesir bólkar eru kendir sum dansibólkar, umboð- andi tann meira versliga tónleikin. Árni og Marnar hava eisini útgivið fløgur og bond, ið hava selt sera væl. Nú kemur so teirra fyrsta fløga við andaligum sang- um, og so kann ein – ikki uttan orsøk – spyrja hví. Svarið er at finna á matar- seðlinum inni í fløguhúsan- um. – Upprunaliga var ætlanin við fløguni bert at geva familju og kenningum andaliga føði í tí dagliga. Men eftirspurningurin eftir hesi fløguni varð so stórur, at vit avgjørdu snøgt sagt bara at geva hana út, siga teir báðir. Allur peningurin, ið kem- ur inn frá søluni, fer óskerdur til Frelsunarherin, við ynski um at stuðla teim- um í tí andaliga og sosiala arbeiðinum, ið tey borga fyri. – Sjálvir hava vit báðir slitið okkara barnaskógvar í Frelsunarherinum, og fing- ið okkara tónlistagávur har. Við hesi útgávuni vóna vit, at vit kunnu bera nakað til ta samkomu, ið ríkaði okk- ara mongu ógloymandi barnadagar í miðbýnum í Havn. Trettan sangir Á fløguni eru trettan sangir, flest allir eru kendir, – í hvussu so er millum »Frel- sensher« fjepparar og onn- ur við. Tvíburarnir hava latið sangirnar í sín sermerkta búna, har tað fólksliga og røddirnar eru tað berandi. Á fløguni eru fleiri sang- ir, ið kunnu gerast tær reinu landaplágur. Hvat við »Nærri mín Guð til tín« í sermerktari takt, »Tá basunin skal ljóða« ella »So langt eg kann minnast« í góðum vanabundnun før- oyskum stíli. Her osar av einum »best- seljara«, men sambært tví- burunum Árna og Marnar Andreasen, so er ein av- markað nøgd til keyps. Tað er Árni, ið hevur staðið fyri upptøkunum og hann spælir øll ljóðførini. Marnar er hann, ið stendur tættast mikrofonini og syngur fyri. Fløgan, ið kemur á marknaðin í dag, er fram- leidd í Hoyvík hjá sp/f Garasjan, og er innspæld í »TwinStudio« í Havn í desember 2004. Grettir Hammer í Kolla- firði vaknaði við kaldan dreym henda morgunin, hann var vorðin 30 ár. Uttan at hann hevði varn- ast tað, høvdu nakrir av vinmonnum hansara prýtt bygdina við fráboðanum um, at Kollafjørður hevði »fostrað« enn ein pipar- svein. Kring bygdina høvdu teir nevniliga sett upp í hópatali av tunnum, har boðað varð frá hesi hending, og á tí eini atløgubryggjuni stóð ein átta metrar høg silo til heið- ur fyri føðingardagsbarnið. Vinirnir høvdu so avgjørt verið í tí kreativa lagnum, tí umframt hesa metstóru silo og allar tunnurnar, høvdu teir eisini gjørt eina stand- mynd og eitt heiðursportur við og úr ymiskum gomlum billutum, so sum útstoyt- um, bremsiskivum, hjól- skálum og líknandi. Tað frættist, at Grettir helst hevði væntað at okk- urt fór at henda, nú hann gjørdist piparsveinur. Hann hevði tí roynt at eygleiða virksemið hjá vinmonnum sínum dagarnar undan og tíðliga hesa náttina. Men seint á nátt, eftir at Grettir var farin til songar, hava vinmenninir so kortini ver- ið til arbeiðis, hóast teir all- ir sum ein siga seg hava sovið alla náttina á tamb! Leygardagin hittust teir aftur til at eta restir frá føð- ingardegnum – ein grýtu- rætt við kópakjøti. Men vanlukkutíð – einki pipar var í húsinum. Har var tí ikki annað at gera enn at senda Grettir Piparsvein í býin eftir pipari. Løtu seinni var hann aftur, og so kundu tey enn einaferð fara til borðs. Pipar og útstoyt í Kollafirði Syngjandi tvíburar við andaligari fløgu Metstóra silo’in røkkur einar 8 metrar upp í luftina. Á teir tveir diametrarar hava vin- menn Grettirs skrivað persón- ligar heilsanir til føðingar- dagsbarnið Vinmenninir høvdu verið í kreativa lagnum, og høvdu ognað Grettiri (á myndini) eitt heiðursportur úr gomlum billutum Teir báðir kendu tvíburarnir – Árni og Marner Andreassen – geva nú út fløgu við andaligum sangum