mikudagur 27. juli 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 141 - 27. juli 2005
Enn eina ferð legði
KR sunnudagin rygg
til tap á heimavølli,
og ÍBV, sum skal
spæla á Ólavsøku,
tapti á heimavølli
ímóti oddaliðnum
FH
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Tað hevur gingið av skrið-
uni hjá KR. Heimadysturin
ímóti Keflavík sunnudagin
bendi ikki á, at vend er
komin í hjá Rógva Jacob-
sen og teimum, eftir at teir
fyri viku síðani vunnu stórt
á útivølli ímóti botnliðnum
Fram.
Keflavík vann 3-1 í
Frostskjólinum. Hetta var
fjórða ferðin á rað, at KR
tapti á heimavølli, og tapið
var nett tað sama, sum tað
var, tá ið KR fyri tveimum
vikum
síðani
tapti
á
heimavølli ímóti Fylkir.
Hesa ferð var KR á
odda í steðginum. Mið-
vallarin Ágúst þór Gyfla-
son skoraði við skoti úr 20
metrum, tá ið fyrra um-
farið var hálvrunnið. Sam-
bært
KR
heimasíðuni
hevði KR eftir hetta tveir
góðar møguleikar at økja
um
leiðsluna.
Rógvi
Jacobsen, sum alla tíðina
var í álopinum, sendi
omanfyri málið, og hin
álopsspælarin,
Grétar
Ólafur Hjártarson, sendi á
málverjan hjá Keflavík.
Sjey
minuttir
eftir
steðgin javnaði Keflavík,
og seks minuttir seinni
løgdu teir seg framum.
Sigurin staðfestu teir, tá ið
tað restaðu sjey minuttir.
B36 fær ólavsøkuaftan
vitjan av ÍBV úr Oyggj-
unum í UEFA kappingini.
Næstsíðsta hósdag endaði
tað 1-1, tá ið ÍBV átti
heimavøll ímóti B36. Á
hesum sama vøllinum
tapti ÍBV sunnudagin
síðstu royndina, áðrenn
teir í dag seta kós ímóti
Føroyum. Oddaliðið úr
Hafnafirði vitjaði, og FH
vann 1-0. Hetta var 11.
dysturin
hjá
FH
í
landskappingini, og teir
hava framvegis fult stiga-
tal.
Tríggir dystir eru eftir,
áðrenn Landssimadeildin
fer í summarfrí fram til 7.
august. Í gjárkvøldið var
lokaluppgerð millum tey
bæði, sum hava tjóðar-
vøllin í Laugardali sum
heimavøll. Tey eru þróttur
og Fram. Talan var um
sanna
botnuppgerð.
Í
kvøld eru tveir dystir á
skránni - Grindavík fær
vitjan av ÍA av Akranesi,
og í Reykjavík verður
lokaluppgerð ímillum Val
og Fylkir.
Fyriskiparin av
Statoil Kring Føroyar
var væl nøgdur, tá
kappingin var at enda
komin. Hann hevði tó
ynskt fleiri luttakarar
SÚKKLING
Stefan í Skorini
Nú er tað tíggjunda árið á
rað, at Tórshavnar Súkklu-
felag skipar fyri súkklu-
kapping kring Føroyar, og
kappingin
er
allarhelst
komin fyri at vera.
- Sum heild eru vit sera
væl nøgdir við kappingina,
og eg haldi, at vit eru
slopnir
undan
barna-
sjúkum, sum vit drógust
við tey fyrstu árini, sigur
Kjartan
Egholm
frá
Tórshavnar Súkklufelag.
Hann leggur afturat, at
hann hevur eina kenslu av,
at luttakararnir eisini eru
nøgdir við kappingina í síni
heild.
Ov fáir luttakarar
Súkklufelagið hevur hvørt
ár roynt at fingið fleiri
súkklarar bæði úr Danmark
og Íslandi, men tað hevur
ikki gingið eftir vild.
- Vit ynskja okkum fleiri
luttakarar, men tað hevur
ikki eydnast nóg væl. Tað
er eingin trupulleiki at
umsita fleiri súkklarar, og
vit høvdu klárað tvífalt so
nógvar súkklarar, sigur
Kjartan Egholm.
Ein av trupulleikunum
hjá kappingini er, at hon
ikki hevur gott orð á sær
niðri í Danmark. Orsøkin
til tað er ein hending fyri
trimum ella fýra árum
síðani, tá Rógvi Johansen
møtti upp við einum liði.
Rógvi varð tveittur úr
kappingini
saman
við
sínum liðfeløgum, tí at
fyriskipararnir ikki síggja
liðkoyring í kappingini.
Tað stóðst eitt sindur av
roki í føroyska súkklu-
heiminum av hesum, og tað
hevur skatt umdømið hjá
kappingini niðri.
Uttan at taka støðu til
hvør av pørtunum hevur
grein í sínum máli, kunnu
vit
staðfesta,
at
tann
hendingin
hevur
havt
keðiligar avleiðingar fyri
Statoil Kring Føroyar.
Góðar vónir
Kjartan Egholm hevur tó
góðar vónir um, at tað fer at
eydnast teimum at skapa
sær eitt gott umdømi við
tíðini.
- Vit í súkklufelagnum
hava ongantíð verið úti og
gjørt viðmerkingar til tað,
sum hevur verið skrivað um
tað hendingina. Vit royna
bara framhaldandi at gera
eitt gott arbeiði og byggja
víðari á tað fundamentið,
sum vit hava, sigur Kjartan
Egholm.
Annars sigur fyriskiparin
av kappingini, at súkklar-
arnir vórðu væl móttiknir
allastaðni kring landið, og
serliga í Suðuroy var
áhugin
fyri
kappingini
stórur.
Súkklari meiddi seg
ÓHAPP
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Ein danskur súkklari var óheppin á teininum á
Streymoynni í gjár, tá nøkur neyt fóru tvørturum vegin,
júst tá hann kom við fullari ferð ígjøgnum Saksunardal.
Talan var um unglingasúkklaran Nikolaj Jacobsen, sum
heldur enn at stoyta saman við neytunum valdi at koyra
útav.
Sólbrillurnar góvu honum eina fliku í kjálkan, og
hann fekk nakrar pentur. Eisini skurslaði hann seg illa.
Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið beinanvegin, og
hann hevur ikki fingið nakað verandi mein av fallinum.
Fyriskipararnir eru væl
nøgdir við súkklukappingina,
sum júst er avgreidd Mynd:
www.tsf.fo
Kjartan Egholm, fyriskipari:
Væl nøgdur
Fjórða heimatapið á rað