Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Vit fara ikki út at spæla fyri einum málleysum javnleiki, men skulu niðan at skora, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá B36 undan seinna UEFA-Cup dystinum ímóti íslendska liðnum ÍBV av Vest- mannaoyggjunum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Eingin ivi er um, at hetta er ein tann besti møguleikin nakað føroyskt felag hevur havt at spæla seg víðari í eini evropeiskari kapping. 1-1 úrslitið á útivølli var eisini tað besta úrslitið, nakað føroyskt lið hevur fingið á útivølli. Ólavsøku- aftan hevur B36 tí ein gyltan møguleika. - Vit arbeiða víðari við tí, sum eydnaðist væl í Íslandi. Tá spældu allir okkara leikarar ein góðan dyst, og tað er eingin ivi um, at vit mugu vera á toppinum fyri at klára skerini í hesum dystinum, sigur venjarin hjá B36, Sigfríður Clementsen. B36 hevur tveir ivasamar leikarar til dystin í kvøld. Teir eru Kenneth Jacobsen, ið hevur fingið ein vødda- skaða í vikuni, og Klæmint Matras, sum meiddi sær fótin í seinasta landskapp- ingardystinum ímóti GÍ. Tó er endalig avgerð ikki tikin um, hvørt teir báðir vera partur av hópinum. Teir eru ávaraðir Sigfríður Clementsen held- ur, at íslendingar vóru tiknir á bóli í fyrra dystin- um, og at teir ikki høvdu væntað so sterka mótstøðu frá einum føroyskum liði. - Tað tóktiskt ikki sum um, at teir vóru fyrireikaðir uppá, at eitt føroyskt lið kundi vera so sterkt, men nú eru teir so ávaraðir og vita, hvat vit kunnu, sigur Sigfríður. ÍBV leikararnir eru greiðir yvir, at teir skulu niðan at skora minst eitt mál í vanligu leiktíðini fyri at koma víðari. Tí roknar Sigfríður við, at teir fara at royna at leggja hart trýst á B36 verjuna. Um íslendska spælistílin sigur Sigfríður, at teir eru sterkir kropsliga og spæla hart og kontant. Haru- mframt eru teirra offensivu leikarar betri enn teir defensivu. At dysturin verður spældur ólavsøkuaftan kann vera ein fyrimunur hjá B36. Nógv fólk verður væntandi savnað á Tórsvølli til dystin, og tað fer møguliga at motivera leikararnar enn meira. B36 hevur fleiri royndar leikarar, ið bæði hava spælt nógvar altjóða dystir. Tað eru allarhelst hesir leikarar- nir, ið skulu ganga á odda í dystinum ímóti ÍBV. Her verður kanska serliga hugsað um Jákup Mikkelsen í málinum, Pól Thorsteinsson í verjuni, Fróða Benjaminsen á mið- vøllinum og Allan Mørkøre í álopinum, sum eisini hevur verið sáttmálaleikari í ÍBV. Spennandi at koma víðari Kristjan á Neystabø, fyrrverandi formaður í B36, heldur, at útlitini fyri einum góðum úrsliti eru sera góð. - Um vit skuldu spælt okkum víðari merkir tað nógv bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Tað er jú ongantíð hent, at eitt føroyskt lið hevur spælt seg víðari í eini evropeiskari kapping, og tað í sær sjálvum er nakað serligt, sigur Kristjan á Neystabø. Bert HB er komið víðari úr innleiðandi umfarinum, men tað var orsakað av mjørka í Vágunum, tá mótstøðuliðið ikki fekk lent og varð dømt at tapa dystin. Øll feløg, ið luttaka í innleiðandi umfarinum í UEFA Cup fáa umleið 400.000 krónur frá UEFA (80.000 sveisiskar frankar). Um B36 sleppur víðari til 1. umfar fær felagið 400.000 krónur afturat, og tað gevur tilsamans 800.000 krónur frá UEFA. Til samanberingar kann nevnast at føroyska meist- araliðið fær 1,2 milliónir krónur frá UEFA bert fyri at luttaka í innleiðandi umfarinum. - Tað er sjálvandi positivt fyri raksturin av felagnum, um vit fáa fleiri pengar í kassan, men ferðaútreiðsl- urnar eru høgar. Tí er hendan upphæddin ikki so stór, um vit samanbera við kostnaðin av ferðing og uppihaldi, sigur Kristjan, ið nú tekur sær av 1. liðs- hópinum hjá felagnum. Hann sigur víðari, at um B36 skuldi komið víðari er ein møguleiki fyri, at føroysk lið verða seedaði hægri næstu ferð. - Vit møta altíð seedaðum liðum, ið eru sterkari enn vit, men nú eru møguleikar fyri, at eitt føroyskt lið møguliga verður seedað næstu ferð, um vit koma víðari, sigur Kristjan. B36 áður nær við Fyrstu ferð B36 var við í evropeiskum kappingum var í 1993, tá havnarfelagið møtti Avenir Beggen úr Luksemburg. B36 tapti 1-0 á útivølli, og heimadysturin endaði 1-1. B36 var framm- anfyri eina løtu við máli frá Kára Reynheim. - Tað var um reppið, at vit komu víðari ta ferðina, men tað var eisini eitt sera gott lutakast fyri okkara viðkomandi, sigur Kristjan á Neystabø. Nr. 142 - 28. juli 2005 17 Royndasti leikarin hjá ÍBV, málverjin Birkir Kristinsson, fer ikki at verja málið á Tórsvølli ólavsøkuaftan FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Garvaði málverjin, sum hevur spælt 78 landsdyst- ir, fór skaddur av vøllinum sunnudagin, tá ÍBV sunnudagin tapti 1-0 fyri meistarunum úr FH. Ólavsøkuaftan skal ÍBV spæla seinna UEFA-Cup dystin móti B36, men tað verður eftir ølllum at døma eitt sera skert lið, sum fer á vøllin móti B36. Sunnudagin restaðu sjey av teimum, sum vanliga verða roknaðir millum teir fyrstu ellivu, og støðan gjørdist ikki betri, tá málverjin, Birkir Kristins- son fór skaddur av vøllin- um. Og tað er nærum ein vanlukka fyri liðið, at málverjin nú er skaddur. Birkir Kristinsson, sum verður 41 ár í august mánaði, hevur í nógv ár verið roknaður sum fremsti íslendski mál- verjin. Hann hevur spælt 74 A-landsdystir, og var tann seinasti av hesum 2-0 sigurin á Italia í fjør. Ígjøgnum yrkisleið sína hevur hann umboðað fleiri íslendsk feløg, umframt Brann, Norrkøping, Stoke City og Lustenau. Áðrenn hann sunnudagin fór skaddur av vøllinum, hevði hann spælt 318 landskappingardystir á rað í fremstu íslendsku deild- ini. 9Tey, sum ikki kennast við navnið á málverjanum, minnast tó kanska, at tað var júst hann, sum í 1999 bjargaði brotssparki frá Allani Mørkøre á Tórs- vølli, tá Føroyar í vinar- dysti taptu 1-0 fyri Íslandi. ÍBV í trongum skóm Tað hevur ikki gingið eftir vil hjá ÍBV í ár. Liðið liggur triðaftast við tíggju stigum fyri tólv dystir, eitt stig frammanfyri tey bæði botnliðini. Málúrtøkan er 10-24. Fyrr í ár mistu teir venjaran til FH, og hann tók nakrar leikarar við sær. Hetta hevur verið ein dyggur smeitur hjá liðnum, og tað sæst eisini aftur á stigatalvuni. Tíðindamaðurin Sig- mundur Steinarsson á Morgunblaðnum sigur, at tað als ikki er nøkur skandala fyri ÍBV, um teir ikki koma víðari. - ÍBV hevur ikki eitt gott lið í ár, og teir fara væntandi at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting seinni í ár. Tí er tað ikki nøkur skandala, um teir ikki vinna á oddaliðnum í Føroyum, sigur Sigmund- ur Steinarsson. - At Birkir ikki verður við er ein stórur missur, tí at hann hevur verið besti íslendski málverjin í nógv ár, sigur íslendski blað- maðurin. Aftasti skansin burtur Klæmint Matras er ivasamur til dystin ímóti ÍBV, men Mikkjal Thomassen verður óivað at síggja á miðvøllinum hjá B36 Savnsmynd Sigfríður Clementsen, venjari hjá B36: Vit mugu vera á toppinum