mikudagur 27. juli 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 27. juli 2005
17
Gunnar Dahl-Olsen
megnaði ikki at koyra
tann góða minuttin,
sum Hafstein Ægir
Geirsson var
frammanfyri undan tí
síðstu etapuni,
innaftur. Hóast fleiri
royndir tók Hafstein
altíð Gunnar aftur, tá
hann royndi seg við
útbroti
SÚKKLING
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Tað gjørdist aftur í ár ein
útlendskur súkklari, ið fór
avstað við heiðrinum í
ársins Statoil Kring Føroy-
ar. Íslendingurin Hafstein
Ægir Geirsson megnaði at
verja tann munin, sum hann
hevði vunnið sær á etapuni
í Eysturoynni.
25 ára gamli Hafstein
helt allatíðina eyguni við tí
40 ára gamla Gunnari, sum
var tann nærmasti kapping-
arneytin
hjá
íslendska
súkklaranum, og Gunnar
fann ongantíð tað neyðuga
hegni at snýta tann sterka
íslendska súkklaran.
- Eg royndi fleiri ferðir at
sleppa frá Hafstein, men
hóast eg royndi 10-15
ferðir, so tók hann meg
aftur hvørja ferð, segði
Gunnar Dahl-Olsen eftir
kappingina sunnudagin.’
Hafstein Ægir Geirsson
vann ta næstu etapuna, sum
varð koyrd hósdagin í
Eysturoynni,
og
hesin
munurin gjørdist avger-
andi,
tá
samanumkom.
Hafstein var góðar tveir
minuttir
frammanfyri
Gunnar
Dahl-Olsen
á
hesum teininum, og tað
megnaði Gunnar ongantíð
at gera nakað við.
Bogi Kristiansen vann
tvær ferðir
Bogi Kristiansen var eisini
komin heim úr Danmark at
luttaka í kappingini í ár.
Hann var ongantíð ein hótt-
an ímóti Hafstein, men
hann megnaði at vinna tvær
tær síðstu etapurnar í
Suðuroynni og á Eystur-
oynni.
Ein orsøk var allarhelst,
at Hafstein Ægir Geirsson
ikki legði nógv fyri at vinna
tær síðstu etapurnar, men
hann hevði ístaðin eyguni
eftir Gunnari og forðaði
honum í at sleppa avstað.
Men Bogi tók hendan
møguleikan við báðum
hondum og syrgdi fyri at
vinna ein tryggan sigur í
Suðuroy, og í Havn vann
hann í endaspurtinum.
Hafstein sterkur
Hafstein Ægir Geirsson
royndist sera drúgvur í hesi
kappingini, og hann var
klárt sterkasti súkklarin.
Spenningurin
í
kappingini var at kalla farin
eftir ta næstu etapuna, tá
Hafstein megnaði at vinna
á Boga og Gunnar við
meira
enn
tveimum
minuttum. Hetta má sigast
at vera eitt gott avrik av
Hafsteini.
Tað er ein væl kend
gongd í súkklukappingum,
at ein av sterku súkklarun-
um vinnur sær ein fyrimun
og síðani fer í verjustøðu
restina av kappingini, og
tað var júst soleiðis, at
Hafstein fekk sigurin.
Eftir hetta vistu tey kønu
innan súkkling, at Hafstein
ikki fór at verða tikin av
Gunnari ella Boga, sum
ikki áttu nóg mikið í sær til
at hótta íslendingin. Tað var
so at siga bert eitt óhapp
við
neytum
ella
eitt
punkterað hjól, ið fór at
steðga Hafsteini á leiðini til
sigurs í kappingini.
Hóast Hafstein var suve-
renur í kappingini, vóru
fleiri góðar etapur, har aðrir
gjørdu seg galdandi.
Í kappingini um fjalla-
troyggjuna
vann
danin
Niels Bay Petersen. Hann
vann allar fjallaspurtarnar
og hevði tí fult stigatal í
kappingini
um
fjalla-
troyggjuna.
Endaligar tíðir og placeringar í Statoil Kring Føroyar 2005 20.07 - 24.07 VAKSIN
Navn
Felag
Klaksvík
Eysturoy
Sandoy
Suðuroy
Streymoy
Samlað tíð
Tíð eftir
Plac.
8 km
103 km
21 km
77 km
109 km
318 km
vinnara
Tíð
Plac.
Tíð
Plac.
Tíð
Plac.
Tíð
Plac.
Tíð
Plac.
Hafsteinn Ægir Geirsson
HFR
00.11.162
03.05.581
00.29.423
02.39.203
03.04.073
09.30.23
09.30.231
Gunnar D. Olsen
TSF
00.11.121
03.08.053
00.28.461
02.39.202
03.04.074
09.31.30
+00:01:07
2
Bogi Kristiansen
CCG
00.12.048
03.08.052
00.30.134
02.38.231
03.04.021
09.32.47
+00:02:24
3
Niels Bay Petersen
CCG
00.12.179
03.11.294
00.30.558
02.39.214
03.04.032
09.38.05
+00:07:42
4
Eli Christiansen
TSF
00.11.314
03.15.055
00.30.255
02.43.435
03.04.255
09.45.09
+00:14:46
5
Gisli Karel Elisson
HFR
00.11.445
03.18.326
00.30.356
02.43.456
03.13.297
09.58.05
+00:27:42
6
Gunnlaugur Jonasson
HJM
00.11.193
03.26.078
00.29.362
02.43.537
03.13.296
10.04.24
+00:34:01
7
Esmar Joensen
TSF
00.12.007
03.26.077
00.31.249
02.59.468
03.13.328
10.22.49
+00:52:26
8
Keith Thomas Nielsen
KOC
00.13.4011
03.35.559
00.34.4211
03.03.2010
03.28.259
10.56.02
+01:25:39
9
Sverri M. Edvinsson
TSF
00.13.0010
03.51.1312
00.33.1610
03.06.5111
03.33.2110
11.17.41
+01:47:18
10
Mikki Bangtrup
RING
00.14.0814
03.49.3111
00.35.5912
03.10.5612
03.33.2211
11.23.56
+01:53:33
11
Mogens Hendil
FR
00.14.0013
04.07.4013
00.36.3613
03.38.0813
03.47.5712
12.24.21
+02:53:58
12
Evald Rasmussen
TSF
00.15.0516
04.36.4414
00.37.3614
03.38.1014
04.01.5814
13.09.33
+03:39:10
13
Ikki gjøgnumført
Jón Ellingsgaard
TSF
00.14.4815
04.44.3215
04.01.5813
Hans Krosstein
TSF
00.13.4712
Jan-Bo Petersen
NÆ
00.11.586
03.39.1010
00.30.497
02.59.489
24-07-2005 19.30
Tórshavnar Súkklufelag
Endaligar tíðir og placeringar í Statoil Kring Føroyar 2005 20.07 - 24.0720.07 - 24.07 UNGLINGAR
Navn
Felag
Klaksvík
Eysturoy
Sandoy
Suðuroy
Streymoy
Samlað tíð
Tíð eftir
Plac.
8 km
64 km
21 km
60 km
80 km
233 km
vinnara
Tíð
Plac.
Tíð
Plac.
Tíð
Plac.
Tíð
Plac.
Tíð
Plac.
Torkil Veyhe
TSF
00.11.581
01.56.582
00.31.492
01.51.402
02.14.512
06.47.16
06.47.16
1
Jon Timotej
CCG
00.12.523
01.55.581
00.33.275
01.51.371
02.14.511
06.48.45
+00:01:29
2
Mads Siig Hansen
CCG
00.14.336
02.03.084
00.32.423
01.57.164
02.22.593
07.10.38
+00:23:22
3
Frederik Wolter Holm
OCC
00.11.592
02.12.207
00.30.581
01.53.343
02.23.084
07.11.59
+00:24:43
4
Sigmund Olsson
TSF
00.15.017
02.07.516
00.38.207
02.05.076
02.33.125
07.39.31
+00:52:15
5
Bergur Ingemarsson
TSF
00.13.134
02.04.255
00.34.026
02.05.075
02.44.286
07.41.15
+00:53:59
6
Ikki gjøgnumført
Nikolaj Jakobsen
CCG
00.13.195
02.02.003
00.33.084
02.10.487
24-07-2005 19.30
Tórshavnar Súkklufelag
Hafstein Ægir Geirsson vann
sannførandi súkklukapping-
ina Statoil Kring Føroyar.
Myndin er tikin, eftir at
hann hevur sigrað á etapuni
í Eysturoynni
Mynd: www.tsf.fo
Statoil Kring Føroyar:
Íslendingur sigraði