mikudagur 27. juli 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 • hósdagur • 28. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Grannaborgarstjórar
nir í Fuglafirði og
Gøtu siga ólavsøku-
finaluna hava stóran
týdning fyri teirra
kommunur, og
feløgini hava leigað
HB og B36 húsini at
hita upp í
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Tað prutlar orduliga kring
Varmakeldueiðið. Fótbólts-
feløgini í kommununum,
sum liggja báðu megin
eiðið, hava strítt seg í
steypafinaluna, og seinna-
partin í morgin verður tað
gjørt av, um tað skal verða
GÍ, sum enn eina ferð skal
vinna sær atgongumerkir at
luttaka í altjóða kappingum
næsta ár, ella um tað skal
verða ÍF, sum fyri fyrstu
ferð nakrantíð skal fáa sítt
navn ritað í Løgmans-
steypið og harvið fyri
fyrstu ferð vinna altjóða
atgongumerkir.
- G! festivalurin fór við
nógvari tíð og orku. Síðani
hevur steypafinalan sett
dagsskránna her hjá okk-
um. Fótbólturin fyllir nógv
í Gøtu, og tað hevur
alstóran týdning, at tað
hevur gingið so væl í
steypakappingini. Altjóða
luttakan ger tað áhugavert
hjá spælarum at umboða
GÍ. Tí hevur tað týdning at
vinna finaluna. GÍ hevur
ofta verið í altjóða kapp-
ingum, og eg vænti og vóni,
at teir fara at vinna í
morgin, sigur Páll Isholm,
borgarstjóri.
Hann hevur í fýra ár búð
í Gøtu, og hann hevur verið
borgarstjóri
siðani
á
nýggjárinum.
Hann
er
føddur og uppvaksin í
Havnini og í HB.
- Tað er eingin trupul-
leiki. HB hevur vunnið
nógv og steypakappingina
ógvuliga ofta. Nú er tað GÍ,
sum tað snýr seg um. Teir
hava
verið
í
trimum
finalum á Tórsvølli. Tað
eru fleiri enn nakar annar.
Tað er flott, og eg fari suður
at taka á við teimum í
morgin, sigur borgarstjórin
í Gøtu.
GÍ hevur leigað HB
húsið. Har fara viðhalds-
fólkini at halda til undan
dystinum, og har verður
skipað fyri øllum tí, sum
tað nú á døgum verður
syrgt fyri, soleiðis
Spenningurin
er
ikki
minni norðanfyri Varma-
keldueið. Fuglfirðingar eru
fyri fyrstu ferð nakrantíð
komnir í finaluna um
Løgmanssteypið, og teir
gera nógv burturúr. B36
húsið er leigað, og har
verður uppskriftin umleið
tann sama, sum hon verður
norðanfyri hjá grannunum
fyri sunnan!
- Hetta er positivt, og tað
hevur sett rættuligan dám á
her í Fuglafirði. ÍF hevur
verið á tindinum og niðri í
dalinum í ár. At vit eru
komnir í steypafinaluna
hevur bjargað kappingarár-
inum. Eg rokni við, at liðið
fer at gera alt, sum tað ber
til, fyri at vinna ólav-
søkudag.
Men
stóra
vónbrotið hevði havt verið,
um teir – eftir at hava
vunnið á HB í fjórðings-
finaluni – ikki høvdu
megnað at koppa B68, sum
í ár spælir í 2. deild. Annars
haldi eg, at tað sigur nógv
um Eysturoynna, at trý av
fýra liðum í finaluni vóru
higani úr oynni, og at
finalan er ímillum tvey
feløg úr Eysturroy.
Tað sigur Sigurð S.
Simonsen, borgarstjóri í
Fuglafirði. Hann er føddur
og uppvaksin í Fuglafirði
um fuglfirðingur um ein
háls. Hann fylgir við ÍF,
men hann sigur seg vera so
spentan, at hann næstan
ikki orkar at hyggja.
- Nú er tað serliga
spennandi, tá ið vit skulu
spæla á Ólavsøku ímóti GÍ.
Men hetta kennist ikki sum
kríggj, har tað ræður um at
knúlva gøtumenn. Heldur
er talan um sunna kapping.
Tað verður skemtað og
prikað, men tónin er góður.
Teir
hava
havt
fleiri
spælarar úr Fuglafirði, og
nú hava vit havt onkrar frá
teimum.
Sigurð heldur tað vera
spell, at tveir av lykla-
spælarunum hjá teimum
fara at sita uttanfyri:
- Reglurnar áttu at havt
verið broyttar soleiðis, at
gulu kortini duttu burtur
undan
finaluni,
heldur
hann.
Borgarstjórarnir
hava
heilsast á Varmakeldueiði. Í
morgin fara teir at heilsast í
Gundadali. Annar fer at
fara ovurfegin til hús, og
hin
verður
vónbrotin.
Hvussu kommunan skal
feira sigurin leggja .teir
ikki í at siga nakað um.
Hugflogið man fara at vísa
seg, tá ið steypasingurin
verður veruleiki. Í morgin
verður svarið funnið, um
tað verður Gøtu kommuna
ella Fuglafjarðar komm-
una, sum skal feira steypa-
sigurin. Tað verður í hvussu
so er annað av feløgunum
kring Varmakelduna, sum
fer at vinna.
Í Gøtu er manning-
arstøðan góð, og í
Fuglafirði rokna teir
við, at tað fer at bera
til at vinna, hóast
tveir av lyklaspæl-
arunum mugu sita
uttanfyri
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Magni á Lakjuni verður í ÍF
álopinum í morgin. Longu
undan finaluni er tað greitt,
at
hetta
verður
síðsti
dysturin hjá honum á
hægsta støði. Tað er av
heilsuávum, at hann gevst.
- Læknarnir hava rátt
mær frá at spæla. Eg havi
tað gott og kann liva eitt lív
sum øll onnur. Men onnur
mjødnin er so mikið slitin,
at tað ikki ber til at venja og
spæla fótbólt fleiri ferðir
um vikuna. Tað er støðan,
og eg havi gjørt av at taka
tær avleiðingarnar, sum
serkunnleikin hevur rátt til,
staðfestir Magni á Lakjuni.
Hann spældi fyrstu ferð á
besta ÍF liðnum í 1990.
Síðani hevur hann verið
nógv í bestu deildini. Hann
hevur spælt í HB, har hann
var við til at vinna FM í
1998, og hann var við til at
vinna steypakappingina við
B36 í 2001. Eisini var hann
eitt skifti í Vejle Boldklub.
Nú hann sigur farvæl,
vónar hann, at tað skal bera
til at vinna steypakapp-
ingina við barndómsfelag-
num:
- Eg haldi, at vit eru væl
fyri. Hýrurin er góður, og
undir venjingini á Svanga-
skarði týskvøldið kendist
tað sum um, at spælararnir
trúgva upp á tað. Talan er
um finalu, og so nógv kann
henda.Tað hava vit sæð í
finalunum seinnu árini, tá ið
eitt
nú
brotsspørk
og
útvísingar
hava
havt
avgerandi ávirkan.
Hjá ÍF eru Bartal Eliasen
og Poul Ennigarð leikbann-
aðir. Fritleif í Lambanum
kemur heim úr Danmark at
hjálpa til. Símun Eliasen
verður í miðverjuni. Saman
við honum verður ivaleyst
annaðhvørt Rúni Elttør ella
Áki
Petersen.
Jonn
Thomsen vandi fyri fyrstu
ferð eftir drúgva skaðan, tá
ið ÍF týskvøldið var á
Svangaskarði, men hann er
ikki í nóg góðari venjing at
spæla. Gunnar Nielsen
vandi eisini týskvøldið.
Hann hevur leingi verið
burturfrá orsaka av skaða,
men hann verður í ÍF
hópinum í morgin.
Umframt
Magna
á
Lakjuni hava Rúni Elttør og
Símun
Eliasen
vunnið
steypafinalur. Rúni við B36
í 2003, og Símun við HB í
fjør.
Venjarin,
Petur
Simonsen, var venjari, tá ið
B36 í 1991 vann finaluna
1-0 á HB.
Í Gøtu er manningar-
støðan
heilt
hampulig.
Símun
Louis
Jacobsen
verður ikki við, tí hann
hevur
brotið
armin.
Burtursæð frá pólverska
málverjanum,
Marcid
Dawid, eru allir hinir tøkir.
Eisini Magni Jarnskor, sum
leingi hevur verið plágaður
av skaða í lærinum. Tríggir
stríðast
um
málverju-
plássið, og Kaj Ennigarð
vísti sunnudagin, at hann er
væl skikkaður til pláss í
miðverjuni. Undir venjing-
um á Svangaskarði í kvøld
skal venjarin gera av,
hvørjir teir fyrstu ellivu
skulu vera.
- Vit taptu 4-3 í Fugla-
firði í fyrra landskapping-
ardystinum. Síðani vunnu
vit 3-0 á heimavølli á
teimum. Eg haldi, at vit eru
væl fyri, og vit fara
sjálvandi til Havnar fyri at
vinna,
sigur
GÍ
liðformaðurin
Sámal
Joensen. Fyrr í ár var hann
buturfrá í seks vikur orsaka
av skaða. Nú er hann væl
fyri.
Sámal var við, tá ið GÍ
vann steypakappingina í
1996 og í 1997. Hann var í
Íslandi, tá ið GÍ í 2000 vann
á HB, og í 2003, tá ið GÍ
tapti ímóti B36, spældi
hann ikki fótbólt.
Umframt Sámal hava
nógvir á GÍ liðnum verið
við í finalum. Eisini yngru
menninir, sum í 2003 eftir
umdyst vóru við til at tapa
3-1 ímóti B36. Krzystof
Popczynski spældi við í
2003. Í morgin hevur hann
møguleikan
at
vinna
Løgmanssteypið fyri fyrstu
ferð.
Løgmans-
steypið
1989-2004
1989: HB
1990: KÍ
1991: B36
1992: HB
1993: B71
1994: KÍ
1995: HB
1996: GÍ
1997: GÍ
1998: HB
1999: KÍ
2000: GÍ
2001: B36
2002: NSÍ
2003: B36
2004: HB
Magni gevst í morgin
Borgarstjórarnir í Fuglafirði og Gøtu, ávikavist Sigurð S.
Simonsen og Páll Isholm, fara báðir til steypafinaluna á
ólavsøku, og spenningurin er í hæddini
Tað kókar kring Varmakelduna