mikudagur 27. juli 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 141 - 27. juli 2005
U-15 landsliðið
megnaði ikki at vinna
í finaluni, men ein av
føroysku spælarunum
varð kosin besti
maður
U LANDSLIÐINI
Jóannes Hansen
Leygarkvøldið komu U 15
og U 17 landsliðini aftur úr
Aberdeen, har tey í síðstu
viku vóru við í altjóða
kappingum. Tað vóru bara
føroyingar, sum vóru um-
boðaðir av landsliðum.
Hinir luttakararnir vóru
felagslið.
U 15 landsliðið rakk
finaluni, har teir leygar-
dagin taptu 3-0 ímóti Aber-
deen. Fríggjadagin kvali-
fiseraðu teir seg til fin-
aluna, tá ið teir vunnu 2-1
ímóti Albion. Føroyar vóru
aftanfyri 1-0, tá ið bara ein
lítil løta var eftir. Men so
javnaði Adrian Cieslewicz,
og í fyrra hálvleiki í longdu
leiktíðini
skoraði
Jóan
Símun
Edmundsson
føroyska sigursmálið.
Hóast
Føroyar
taptu
finaluna, so vóru føroy-
ingarnir ikki heilt eiðasørir.
Adrian Cieslewicz, sum í
Aberdeen enn eina ferð
vísti, at hann hevur framúr
fótbóltsevni og er sannur
brandur í málskjótingini,
varð kosin besti spælari í
kappingini.
Sum tað var nevnt í
síðstu
viku,
so
hevur
Adrian ikki fótbóltseevnini
frá fremmandum. Beiggin,
Lukasz, spælir ungdóms-
fótbólt í Brøndby, og pápin,
Robert, var í síni tíð stinnur
í ÍF álopinum og seinni í
VB og Sumba.
Tað er einki at ivast í, at
navnið Adrian Cieslewicz í
síðstu viku varð skrásett í
fleiri lummabókum hjá
teimum, sum vegna fót-
bóltsfeløg kring Europa
hava til arbeiðis at finna
nýggjar spælarar.
U 17 landsliðið endaði á
fimta plássinum. Dundee
United vann finaluna 2-0
ímóti einum øðrum skotsk-
um liði, sum eitur Dyce
BC. Áhugavert er í hesum
sambandinum, at ein av
spælarunum á liðnum hjá
Dyce BC hevur djúpar
røtur í Føroyum. Hann eitur
Oddmar Færø, og hann er
sonur Annu Mariu og
Oddmar Færø, sum búgva í
Aberdeen.
Fótbóltsevnini liggja í
familjuni. Pápin, Oddmar,
spældi í 1980 seks ferðir á
danska U 17 landsliðnum,
og umframt í fleiri dystum í
áttati
árunum,
áðrenn
Føroyar gjørdust limir í
FIFA, so spældi hann ein
altjóða skrásettan lands-
dyst. Tað var á Kypros
flaggdagin í 1993. Í 1992
og
í
1993
umboðaði
Oddmar B68. Framman-
undan hevði hann spælt í
fleiri ár í B36.
Eisini abbin, Oddmar
Færø, var í síni tíð góður
fótbóltsspælari.
Hann
spældi nógv við B36, og
hann var tríggjar ferðir á
landsliðnum - í 1961, 1968
og í 1969.
Nú eru avbjóðingarnar
hjá U 15 landsliðnum fyri í
ár loknar. U 17 landsliðið
skal luttaka bæði í NM og
EM. NM kappingin verður
í Reykjavík í næstu viku.
Adrian Cieslewicz, ið dagliga spælir við VB, varð kosin besti leikari í kappingini, sum U-15
landsliðið hevur luttikið í í Aberdeen
Mynd: www.football.fo
Adrian kosin besti maður
Todi spældi í ellivu
minuttir, tá ið
fjarstøðan frá Start og
aftur til tey næstu
mánakvøldið tødnaði
til trý stig
NOREG
Jóannes Hansen
Tað er ikki so ógvuliga
langt
síðani,
at
fleiri
føroyingar vóru í bestu
norsku deildini. Síðani
Jákup Mikkelsen fór úr
Molde, hevur tað verið
øskukalt.
Men
mána-
kvøldið tók Todi Jónsson
tráðin upp eftir føroying-
arnar, sum umframt Jákup
hava verið Kurt Mørkøre,
Julian Johnsson og Hans
Fróði Hansen.
Todi var á vøllinum í
ellivu minuttir, tá ið Start á
útivølli í Lillestrøm tapti 2-
0. Harvið minkaði munurin
frá oddaliðnum Start, sum
hevur 30 stig eftir fjúrtan
tey fyrstu umførini, og aftur
til Vålerenga úr Oslo og
Viking úr Stavanger niður í
trý stig. Við sigrinum tók
Lillestrøm seg upp á 24
stig.
Todi var við í saman-
spæli, men hann hevði ikki
royndir ímóti mótstøðumál-
inum. Í 2. hálvleiki legði
Start stórt trýst á fyri at
taka tað aftur, sum teir
mistu miðskeiðis í 1.
hálvleiki, tá ið Lillestrøm
skoraði upp á fríspark.
Start hevur í ár verið
tiltikið fyri sínar enda-
spurtir. Men hesa ferð
eydnaðist tað ikki at fáa
mál. Ikki minst tí 41 ára
gamli týski málmaðurin hjá
Lillestrøm, Claus Reit-
maier, sum hevur spælt
fleiri enn trý hundrað ferðir
í bundesliguni, stóð seg so
framúr væl.
Tað sama varð ikki hildið
um Rune Nilssen í Start
málinum. Hann hevur í
trettan
teimum
fyrstu
umførunum verið sannur
brandur, men mánakvøldið
varð mett, at hann átti sín
lut í báðum Lillestrøm mál-
unum. 2-0 málið varð
skorað
í
tíðini,
sum
dómarin hevði lagt afturat.
Málverjin fór langt út í
brotsteigin eftir bóltinum,
sum hann vann í kapping
við mótstøðumann. Men
ólukkutíð fyri Start, so
misti hann bóltin, og so var
tað lætt hjá heimaliðnum at
staðfesta sigurin.
Í Noregi varð tað eftir
dystin nógv tosað um, um
Start nú fór at skrædna, og
um tað ikki fór at bera til at
halda fram við stóra íblást-
rinum, sum venjarin, Tom
Nordlie, er kendur fyri at
megna at geva liðunum,
sum hann hevur ábyrgdina
av. Kortini varð mett, at
seinna umfarið í Lillestrøm
ikki bar boð um, at tað fer
at ganga skeiva vegin.
Lillestrøm er vandamikið
á heimavølli. Har hava teir í
ár vunnið seks ferðir, og
bara ímóti trettan falda
meistaraliðnum Rosenborg,
sum er tólv stig aftanfyri
Start, hava teir ikki fingið
fulla úrtøku. Tann dysturin
endaði við javnleiki.
Todi Jónsson kappast við
Ben Wright, sum hann
mánakvøldið loysti av, og
Stefan Bärlin, sum ikki var
við
mánakvøldið,
um
plássið sum miðframherji.
Venjarin segði mánadagin,
at tað krevst tíð hjá Toda at
venja seg við spælskipan-
ina hjá Start. So fæst at
síggja, um Todi Jónsson
verður ímillum teir fyrstu
ellivu, tá ið Start sunnu-
dagin heima í Kristiansand
fer at fáa vitjan av Molde -
gamla felagnum hjá Jákupi
Mikkelsen, sum nú stríðist
fyri at varðveita plássið í
bestu deildini.
Todi tapti fyrstu royndina
Todi Jónsson fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá Start mánakvøldið Savnsmynd