Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 28. juli 2005 15 Føroysku klæðini verða vanliga tikin fram á ólavsøku. Maður og kona fara í tjóðbúnan, tá tjóðhátíðin er. Og føroyski fívilin Hannibal vil ikki verða so nógv øðrvísi enn hini, men kanska eitt sindur betri, so hann hevur eisini fingið sær føroysk klæði til framførslurnar á ólavsøku HANNIBAL Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Á Ólavsøku fara Angela og Hannibal á pallin í ólav- søkutjaldinum saman við danska Niels Plys. Hannibal er kendur sum føroyski klovnurin, ið føroysk børn rættiliga hava tikið til sín. Tjóðbúni Og á ólavsøku fara Angela og Hannibal á pall saman við danska klovninum Niels Plys. Hetta hendir báðar ólavsøkudagarnar klokkan 19 í ólavsøku- tjaldinum. Tey, ið eiga føroysk klæði, fara vanliga í vakra tjóðbúnan, tá ólavsøka - tjóðhátíðin - er. Og Hanni- bal er ikki so nógv øðrvísi í so máta. Men eitt sindur øðrvísi er hann, tí sum so ofta vil hann vera eitt vet betri enn hini. Tí eru klæðini hjá Hannibal øðrvísi og fínari, enn vanlig føroysk klæði. Húgvan er sum einn keppur og á vestinum eru ballónir og knapparnir eru ikki úr sivuri, men úr gulli. Talan er sostatt um ein Hannibal, sum er í røttum ólavsøkuhýri. Hann kemur pyntaður til framførslurnar á ólavsøku, har tað vænt- andi verður rættiligt lív í. Hannibal og Angela duga væl at fáa børnini við og børnini hava tikið tey til sín. Niels Plys er framúr undirhaldari og er kendur fyri framførslur, ið eru orkumiklar og rættiliga nakað fyri børn. Men tað fínasta í skemti- skránni í ólavsøkutjaldi- num verður óivað, tá Hannibal kemur stásklædd- ur á pallin, klárur til ólav- søku og smáar ólavsøku- gestir. Tim Christensen er stór stjørna í Dan- mark, men á tíðinda- fundinum á Hafnia týsdagin hitti ein lítil- látin tónleikari før- oysk fjølmiðlafólk. Hann er bergtikin av Føroyum og gleðir seg at spæla á ólav- søkukonsertini Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tim Christensen er høvuðs- navn á ólavsøkukonsertini í ár. Hann kom til Føroya týsdagin og gjørdist beinanvegin hugtikin av vakurleikanum í føroysku náttúruni. Tónleikaliga sigur Tim seg fara á pall og spæla nakað av nýggjum tilfari, men eisini nakað av tilfarinum frá tíðini í Dizzy Mizz Lizzy. Lítillátin Á tíðindafundi á Hotel Hafnia týsdagin hitti ein sera lítillátin Tim umboð fyri føroysku fjølmiðlarnar. Hann greiddi frá tóleikinum og frá bólkinum hjá sær. Í løtuni er ikki so nógv á skránni, men teir hava spælt nakrar konsertir herfyri, m.a. á Grøn Kon- sert. Nú eru teir so aftur á ferð og teir fegnaðust um møguleikan at koma til Føroya. Spurdur, hvønn týdning tað hevur havt, at lagið Right Next to the Right One var temalag til sjón- varpsrøðina Nicolaj og Julie, sigur Tim. at tað er ómetaligt, sum ein slík røð í primetime hevur stóra ávirkan. Lagið varð ikki skrivað beinleiðis til røðina, men fólkini aftanfyri røðina kendu tónleikin og ballad- urnar hjá Tim og heittu á hann um at skriva okkurt til røðina. Hann hevði tá lagið liðugt og fólkini aftanfyri røðina ivaðust ikki, men nýttu tað til temalag. James Olsen Tim kennir ikki so nógv til Føroyar og veit ikki, hvat hann skal vænta sær, tá hann fer á pall á ólavsøkukonsertini. Men hann kennir onkran føroyskan tónleikara og hevur t.d. spælt saman við James Olsen í onkrum sambandi og lýsir James sum ein sera dugnaligan og sermerktan persón og trummuleikara, ið veruliga kann fáa tað at svinga. Eisini kennir hann eitt sindur til nøvn sum Teitur og onnur, ið hava verið eitt sindur frammi í Danmark. Sjálvlærdur Tónleikaliga er Tim meira og minni sjálvlærdur. Sum eini 7 ella 8 ára gamal støvaði hann guitar- an av og byrjaði at spæla og læra seg. Hann fekk undirvísing av og á. Í dag metir hann seg vera komnan til eitt støði, har hann torir at vísa sínar bleytu síður, umframt at spæla harðan tónleik. - Men ofta verða løgini til eitt sindur rock-kend orkesturløg, tá vit fara undir venjingarnar í bólki- num, sigur Tim, sum loyvir tónelikarunum at fáa ávirkan á tónleikin, tó at hann sjálvur eigur løg og tí hevur síðsta orðið, men serliga norski trummuleik- arin er sertakur og honum lurtar Tim í stóran mun eftir. Hann skrivar tó ofta løgini á kassaguitar og heldur tí grundleggjandi stílin verða í folk-rock stílinum. Og hann vísir ikki aftur, at hann ein dag kemur við onkrum, sum er í singer/songwriter stíli. Hóast bert 31 ára gamal, metir hann seg í dag hoyra til meira garvaða bólkin í donskum tónleiki. Og afturat sær hevur hann eis- ini royndar og dugnaligar tónleikarar. Á pallinum á ólavsøku- konsertini fara Tim og hansara menn at spæla bæði hart og bleytt, men okkurt verður fyri øll, lovar stóra danska stjørnan Tim Christensen, sum á tíðinda- fundinum vísti seg sum ein rættan lítillætnan mann við báðum beinum á føroyskari jørð. Hannibal í føroyskum klæðum Lítillátin Tim