mikudagur 27. juli 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 • týsdagur • 27. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Sum yngsti føroying-
ur nakrantíð fekk nú
15 ára gamli Helgi
Dam Ziska ein IM-
norm um vikuskiftið.
Eitt bragd av unga
havnarmanninum, ið
sjálvur kemur frá
navnframari talv-
familju
TALV
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Tað var vorðið sum føðing-
ardagsgáva, ið Helgi Dam
Ziska fekk um vikuskiftið.
Týsdagin rundaði hann
fimtan sumrar, og hann
ognaði sær um vikuskifti
sín fyrsta IM-norm.
Tikin á bóli
Tey flestu, ið kenna til
føroyska telving, gjørdust
rættiliga bilsin, tá tað
eydnaðist Helga at vinna
sær ein IM-norm í Politiken
Cup, sum var frá 16. til 24.
juni.
- Eg hevði als ikki roknað
við, at eg skuldi fáa ein IM-
norm í hesi kappingini. Eg
helt faktiskt, at tað var
munandi torførari at fáa ein
slíkan norm, sigur Helgi
Dam Ziska um kappingina,
tá hann gjørdi bart og vann
millum annað á einum
stórmeistara.
- Málið undan kappingini
var at fara upp í rating og at
fáa góð úrslit ímóti teimum
sterku telvarunum, sigur
Helgi, sum sjálvur varð
tikin á bóli av góða úrslit-
inum.
Hann greiðir frá, at hann
als ikki grunaði, at hann
møguliga skuldi fáa ein
IM-norm longu nú.
- Tað var ikki fyrr enn
áðrenn tað seinasta um-
farið, at eg las á heima-
síðuni hjá kappingini, at eg
kundi fáa ein IM-norm, um
eg vann tað seinasta talvið,
sigur Helgi.
Og tað eydnaðist eisini tí
unga og lutfalsliga óroynda
telvaranum
at
basa
stórmeistaranum Carsten
Høi í tí seinasta umfarin-
um. Sigurin á stórmeist-
aranum gav Helga pláss á
næstovastu rók í samlaðu
kappingini.
- Tá eg møtti Carsten Høi
flutti eg onkran skeivan
leik, men hann hevði
sjálvur gjørt nøkur mistøk
at byrja við, og tí stóð eg
sterkt gjøgnum alt talvið,
sigur
Helgi
um
tað
avgerandi
talvið,
ið
endaliga tryggjaði honum
normin.
- Hann royndi seg við
nøkrum
kontra-álopum,
men eg megnaði at varð-
veita mína yvirvág, sigur
Helgi, ið eisini ásannar, at
Carsten
hevði
kunnað
telvað betur, enn hann
gjørdi hendan dagin.
- Mítt besta talv var ímóti
einum Fide-meistara úr
Íslandi,
sum
kallaðist
Sigurdur Sigfusson. Tá
gjørdi eg so at siga ongar
skeivar leikir, greiðir Helgi
frá.
Telving í
miðdeplinum
Helgi nýtir nógv av síni tíð
til talv. Talv-bøkur verða
terpaðar úr einum enda í
annan, støður verða analys-
eraðar og talv hjá heimsins
mætastu telvarum verða
nærlisin í kamarinum hjá
tanáringinum uppi undir
Varða.
- Eg lesi nógvar bøkur
um talv og telvi eisini nógv
á internetinum, sigur Helgi
og hann leggur afturat, at
internetið er eitt alneyðugt
amboð hjá einum telvara,
sum altíð vil vera í venjing
og harvið hava møguleika
at gera seg galdandi í
slíkum kappingum.
Tá prátið kemur inn á
langtíðar-ambitiónirnar hjá
hesum evnaríka unglingin-
um, leggur hann ikki fing-
rarnar ímillum.
- Í framtíðini vil eg fegin
gerast stórmeistari (GM),
eingin ivi um tað, sigur
Helgi (tað hevði verið
fyrsta føroyska GM-heitið).
Men í sama andadrátti
leggur hann afturat, at hetta
fer at taka nógv ár og
krevur miðvísa venjing og
luttøku í nógvum kapping-
um uttanlands. At gerast
stórmeistari krevur tríggjar
GM-normar og minst 2500
í rating.
- Um eg skal gerast
stórmeistari, má eg helst
vinna
kappingar
sum
Politiken Cup. Eg havi
eisini ambitiónir um at
vinna FM fyri einstakling-
ar. Eg verði tó ikki vón-
brotin, um tað ikki verður
beinanvegin, sigur Helgi.
Um framtíðarætlanir sín-
ar viðvíkjandi talvkapping-
um sigur Helgi, at hevur í
hyggju at luttaka í teimum
kappingum, sum eru her á
landi - tað er FM fyri lið og
einstaklingar og tær IM-
kappingar, sum eru fyri-
skipaðar seinastu árini.
Harumframt er ætlanin at
luttaka
í
Norðurlanda-
meistaraskapinum.
Ein
stór
talvkapping
verður í Klaksvík í heyst,
men Helgi Dam Ziska veit
ikki,
um
hann
fær
møguleika at vera við í
hesa kapping.
Talv-familja
Helgi Dam Ziska bregður
ikki burtur úr ætt. Bæði
faðir og farbróðir hansara,
ávikavist Andrias og Suni
Ziska, hava verið FM
vinnarar í talvi fyri einstak-
lingar. Harumframt var
annar farbróðir hansara
Bjarki Ziska eisini stinnur
telvari.
- Eg fór at telva sum 7-8
ára gamal, men eg fór ikki
at luttaka í kappingum av
álvara fyrr enn fyri trimum
ella fýra árum síðani, sigur
Helgi Dam Ziska.
Í 2004 vann Helgi FM
fyri einstaklingar í ung-
lingadeildini
sum
bert
trettan ára gamal, og í ár
varð hann kosin ársins
stjørnuskot 2004/2005.
Fyrr í ár endaði hann á
triðja plássi saman við
Hans Kristian Simonsen í
landsliðsbólkinum í FM
fyri einstaklingar. Tað var
eitt væla úrslit fyri ein
fjúrtan ára gamlan telvara.
Vit kunnu í øllum førum
rokna við at hoyra nógv til
hendan unga mannin í
framtíðini, um hann heldur
fram við sama eldhuga sum
nú.
Helgi Dam Ziska situr nógv frammanfyri telduni og telvar. Evnaríki telvarin hevur júst ognað sær sín fyrsta IM-norm, og hann
hevur ætlanir um fleiri av slíkum slag
Mynd: Bárður Lydersen
IM-normar í Føroyum
Fyri gerast altjóða meistari skalt tú hava tríggjar IM-
normar og hava havt 2400 rating stig.
Seks telvarar hava fingið IM-norm í Føroyum. Bert ein
telvari er altjóða meistari, og tað er John Rødgaard.
Hann hevur vunnið sær trígggjar IM-normar og havt
2400 í rating, og tað gevur tilsamans heitið IM (altjóða
meistari).
Flóvin Þór Næs hevur tríggjar IM-normar, men hann
hevur enn ikki havt 2400 í rating, og tí hevur hann ikki
fingið IM heitið.
John Arni Nilssen hevur tveir IM-normar, og hann
hevur verið uppi á 2400 í rating. Tí vantar honum bert
ein IM-norm fyri at gerast altjóða meistari.
Síðani eru tríggir, ið hava ein IM-norm, og teir eru
Helgi Dam Ziska, Hans Kristian Simonsen og Heini
Olsen.
SíS
Skák og mát:
Helgi syfti stórmeistara
- at Helgi spælir violin í Føroya Symfoniorkestri
- at hundurin hjá familjuni eitur Chess
- at Helgi varð kosin ársins stjørnuskot av
Talvsambandi Føroya í 2005
- at faðir og farbróðir Helga báðir hava verið FM-
vinnarar í talvi fyri einstaklingar
Visti tú?