mikudagur 27. juli 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 27. juli 2005
19
14 ára gamli havnar-
maðurin Helgi Dam
Ziska ognaði sær
sensationelt ein al-
tjóða meistara norm í
árligu Politiken Cup í
Keypmannahavn.
Umframt normin,
endaði Helgi á deild-
um 2. plássi, saman
við eitt nú Viktor
Korchnoi og Curt
Hansen.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Seinastu tvey árini hevur
heita navnið í føroyskari
telving verið Helgi Dam
Ziska. í 2004 varð hann
unglingaføroyameistari og
føroyameistari í snartalvi. Í
ár hevur Helgi millum
annað vunnið gull við
Havnar Telvingarfelag í
F M - l i ð k a p p i n g i n i ,
umframt at hann endaði á
deildum triðja plássi í FM á
Oyrarbakka. Hesi úrslit
sparkaði ratingtal hansara
við rakettferð rætta vegin.
Boð vórðu eftir Helga í juni
at telva við í 1st Suðuroy
International, men tá hevði
hann ikki stundir. Afturfyri
fóru feðgarnir, Andrias
Ziska og Helgi, ein túr til
K e y p m a n n a h a v n a r .
Siðvanda Politiken Cup,
sum síðani 1979 hevur
verið telvað um summarið,
stóð fyri durum. Fleiri
sterkir stórmeistarar taka
vanliga lut í vældámdu
opnu
kappingini
í
Keypmannahavn.
Einki
undantak
varð
í
ár.
Luttakaratalið varð yvir
200.
Helgi blandaði seg tíðliga í
oddastríðið
og
helt
stimanum tá komið var um
helvtarkapping. Í áttanda
umfari tapti Helgi tó fyri
danmarksmeistaranum og
stórmeistaranum
Suna
Berg Hansen. Kravið fyri at
blanda seg í oddin aftur og
vinna sær ein norm, varð at
Helgi nú skuldi vinna
seinastu tvey talvini.
Í
níggjunda
umfari
eydnaðist tað Helga at
vinna
á
danska
landsliðsvenjaranun, Per
Andreasen. Per er ein
støðugur 2300-telvari, sum
fleiri stórmeistarar mangan
hava trupult at vinna á.
Men Helgi gjørdi bart og
vann.
Kravið var ein sigur á
stórmeistara
Spenningurin
var
nú
hæddini hvørt tað fór
eydnast Helga at vinna á
vælkenda
danska
stórmeistaranum Carsten
Høi (2404) í tíggjunda og
seinasta umfarinum. Ein
sigur førdi ein norm og eina
høga plasering við sær. Jú,
eftir
eitt
drúgvt
og
svingandi talv, vann Helgi
hegnisliga á Høi.
Eitt fantastiskt úrslit, sum
viðførdi at Helgi ognaði
sær sín fyrsta altjóða
meistara norm og eitt deilt
2. pláss við sínum 7,5
stigum. Saman við Helga,
endaðu ellivu aðrir telvarar
á øðrum plássi, eitt nú 74
ára gamla legendan Viktor
Korchnoi.
Vinnari
av
kappingini gjørdist russin
og hægstrataði telvarin í
kappingini,
Konstantin
Sakaev (2669), við 8
stigum.
At Helgi er evnaríkur
telvari, er einki dulsmál,
men at hann innan so stutta
tíð í føroysku elituni vinnur
sær ein altjóða meistara
norm, er sensationelt flott.
Tað tykist sum Helgi hevur
førleika at gerast fremsti
føroyski telvari innan stutta
tíð og kanska eisini altjóða
meistari innan nøkur fá ár,
um hann sjálvur vil tað. Og
tá er stutt á mál til at gerast
stórmeistari.
Spennandi
verður at fylgja yngsta
skotinum í talvfýsnu Ziska-
familjuni
í
nærmastu
framtíð.
Veteranar royndu seg
Helgi Joensen av Toftum
luttók á fyrsta sinni í
Politiken Cup. Hann fekk 5
stig og endaði eitt sindur
undir miðjuni. Pápi Helga,
Andrias Ziska, fekk 4,5
stig.
Unglingaføroyameistarin
Rúni Dragaberg vann sær 4
stig, meðan yngri bróður
Helga Joensen, Hjalmar
Joensen, fekk 3 stig.
Talvið hesa vikuna
Helgi Dam Ziska (2177) - GM Carsten Høi (2404)
Politiken Cup 2005 (10), 24.07.2005
1.e4 Ric6 2.d4 e5 3.d5 Rice7 4.Bd3 Rig6 5.Be3 Be7
6.Fd2 Rif6 Ein rættiliga óvanlig byrjan. Bæði Carsten
Høi og Helgi eru sterkir taktiskir telvarar og kenna seg
helst tí væl til rættis við hesari nærum óteoretiskari
byrjanargongd 7.f3 c6 8.c4 cxd5 9.cxd5 Rif4 10.Bc2
d6 11.Ric3 Bd7 12.g3 Rig6 13.Rige2 b5 14.a4 b4
15.Rid1 a5 16.b3 Bh3 17.Rg1 h5 Ilt er at siga nakað
serligt um hesa jøvnu støðu. Svartur tykist í øllum
førum ikki at hava nakrir trupulleikar og telduforritið
Fritz 7 sigur eisini støðuna vera javna 18.Rib2 Rid7
19.0-0-0 Rc8 20.Ric4 Ric5 21.Bxc5 Rxc5 22.Kb1 Rif8
23.Ric1 Bd7 24.f4 Bg4 25.Rdf1 Rid7 26.Rid3
Støðumynd
Støðumynd eftir 26.Rid3
26...Rxc4 Áhugavert offur. Hvítur fær opna
kongastøðu, men við røttum verjuspæli, eigur hvítur at
vinna. 27.bxc4 Fb6 28.Ff2 b3 29.Bd1 Bxd1 30.Rxd1
Fa6 31.Rc1 Bf6 32.Rgd1 0-0 33.fxe5 Rixe5 34.Rixe5
Bxe5 35.c5 dxc5 36.Rxc5 Fb6 37.Fe3? Rd3 hevði verið
betur. Høi sær nú tíbetur fyri Helga ikki besta leikin
37...Bd6? Fb4! er kanska vinnandi leikur. Hvíta a-
finnan fellur og svørtu frífinnurnar tykjast avgerandi
38.Rc3 Fb4 Ov seinur! 39.Rd4 Fb7 40.Rxb3 Fd7
41.Rb5 Rc8 42.Fb3 Fc7 43.Rd1 Fe7 44.Fd3 Fa7
Støðumynd
Støðumynd eftir 44...Fa7
45.e5! d-finnan verður avgerandi. Helgi telvar seg her
eftir leikandi lætt til sigurs 45...Bxe5 46.d6 Bf6 47.d7
Rd8 48.Rxh5 g6 49.Rb5 Kg7 50.h4 Ff2 51.h5 gxh5
52.Rb3 Fg2 53.Ff3 Fh3 54.g4 Fh2 55.gxh5 Be5
56.Rh1 Fd2 57.h6+ Kh8 58.Rd1 Fh2 59.Fxf7 Fe2
60.Fe8+ Kh7 61.Fe7+ 1-0
Toppurin í Politiken Cup
1
GM Sakaev,Konstantin
8,0
2-13
GM Korchnoi,Viktor
7,5
2-13
GM Shomoev,Anton
7,5
2-13
GM Kurnosov,Igor
7,5
2-13
GM Danielsen,Henrik
7,5
2-13
GM Hansen,Curt
7,5
2-13
GM Hector,Jonny
7,5
2-13
GM Hansen,Sune Berg
7,5
2-13
GM Schandorff,Lars
7,5
2-13
GM Chandler,Murray G. 7,5
2-13
Bjornsson,Sigurbjørn
7,5
2-13
Ziska,Helgi Dam
7,5
2-13
GM De Firmian,Nick E
7,5
IM-norm til Helga
Helgi Dam Ziska í dysti í Politiken, har hann gjørdi bart og vann sær ein IM-norm