mikudagur 27. juli 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Formaðurin í Havnar
Róðrarfelag sigur seg
vera væl nøgdan við
kappingarárið. Hóast
teir hava arbeitt nógv
og leingi við at fyri-
reika róðurin á
Ólavsøku, so verður
eisini okkurt at taka
hondina í í dag
ÓLAVSØKURÓÐUR
Jóannes Hansen
Heðin Hansen er formaður
í Havnar Róðrarfelag. Sam-
an við hinum nevndarlim-
unum og øðrum trúføstum
stuðlum
hjá
felagnum
hevur hann seinastu vikur-
nar arbeitt við at fyrireik-
ingunum til stóru róðrar-
finaluna, sum verður í dag.
Millum føstu uppgávur-
nar er at seta fasta startin,
sum felagið hevur átt í
meiri enn tredivu ár, fastan
á Argjahøvda. Tað gjørdu
teir fríggjakvøldið, og síð-
ani hevur, sum tað hevur
verið nógvu tey seinastu
árini, ferðslan verið nógv á
Havnarvág.
Men formaðurin sigur, at
bátarnir hava ikki lagt so
nógv at startinum:
- Teir hava sínar ætlanir,
sum teir venja eftir. Onkra
ferðin taka teir málið, men
tað er ivaleyst meiri kensl-
an av at hava verið í Havn-
ini og harvið at hava sæð
hinar bátarnar venja, sum
telur eins nógv.
Bátar hava verið at sæð á
vánni fyri arbeiðstíð og
allar tíðir á degnum. Eitt nú
hava klaksvíkingar í Nevin-
um Reyða vant í Havnini
hesa vikuna. Men einki
hevur verið at sæð til
Eysturoying.
- Teir hava nógvar royndir,
og teir munnu halda seg
kenna málið heilt væl. Men
eg eri spentur uppá, hvussu
tað fer at roynast hjá Havn-
arbátinum. Tað gekk striltið
at manna bátin, og tískil tók
tað sína tíð, áðrenn teir
komu fyri seg. Men í
Miðvági gekk hann væl og
gjørdist nummar tvey. Tað
verður kortini sera torført
hjá teimum at taka Eystur-
oying, sum hevur róð eina-
standandi væl, heldur for-
maðurin í Havnar Róðrar-
felag.
Eiga dyggar
manningar
Hóast tað ikki hevur hilnast
so væl hjá Havnarbátinum,
sum tað ofta hevur gjørt
áður, og hóast heldur ikki
Ørvur hevur verið við í FM
kappingini,
so
heldur
Heðin Hansen, at árið
hevur hilnast væl hjá HR.
- Sílið við kvinnum er
meistari, og tað skal vilja
meiri enn illa til, um
Gongurólvur við monnum
ikki verður meistari. Fyri
tveimum
árum
síðani
vunnu vit fýra FM heiti. So
væl kunnu vit ikki rokna
við, at tað fer at hilnast
hvørja ferð. Hjá okkum
kemur tað væl við, at onnur
feløg eisini eru við í
kappingini. Vit rokna við,
at í ár fara klaksvíkingar og
norðoyingar
og
eisini
eysturoyingar
at
vera
fjølmentir á áskoðarapláss-
unum. Tað ber góðan hýr
við sær, og tað gevur okk-
um inntøkur. Hevði tað so
eydnast fleiri av okkara
bátum at vunnið á Ólav-
søku, so hevði tað verið
heilt fínt.
Týskvøldið var hugna-
kvøld fyri øllum manning-
unum hjá HR í hølunum,
sum vórðu innrættaði í
neystinum fyrr í summar.
Formaðurin bar heilsu frá
nevndini til manningarnar.
- Eg segði teimum, at vit
hava verið ógvuliga fegnir
fyri tað, sum manningarnar
hava víst, og hvussu tær
hava borið seg at undir
venjingum, í hølunum og
ikki minst, tá ið tær hava
umboðað felagið í kapping-
um. Eg segði teimum eis-
ini, at vit hava brúk fyri
teimum næsta ár, og eg
rokni heilt víst við, at bæði
Ørvur og Havnarbáturin tá
fara at gera seg galdandi í
FM kappingini.
Neyðugt at stýra væl
Alvaróðurin verður fyri
fyrstu ferð frá føstum starti.
Teir í HR gjørdu týskvøldið
klárt til fasta startin frá 500
metrum. Starturin hjá RSF
verður spentur frá báti, ið
hevur enda inn á Molan og
yvir á hitt landið. Royndin
vísti, at hetta ivaleyst fer at
rigga væl.
Á Ólavsøku er tað trong-
ligt á kappróðrarøkinum. Tí
er neyðugt, at manningar-
nar vísa fyrilit. Bátarnir
skulu vera á økinum við
Bursatanga klokkan 12.30.
Farið verður undir barna-
róðrarnar og oldboys róðr-
arnar klokkan 13.30. Tað
vil siga, at tað fer ikki at
bera til hjá øllum manning-
unum at taka lut í skrúð-
gonguni, tá ið Ólavsøkan
verður sett.
- Soleiðis eru treytirnar.
Fyri at kappingin skal
ganga væl og uttan trupul-
leikar, so er tað neyðugt, at
ikki ov nógvir bátar trunka
seg saman úti á málinum.
Vit fara at siga manning-
unum, nær vit halda, at tær
skulu fara í bátin. Men vit
ætla ikki at nokta t. d. 8-
mannaførum og 10-manna-
førum at draga bátin, tá ið
teir halda, at tað skal
gerast. Fyri ikki at vera
øðrum til ampa, so verður
tað neyðugt, at hesir hita
upp uttanfyri Molan.
Í morgun klokkan átta
hittast fyrireikararnir í HR
at taka saman um. Í dag er
HR at hitta í hølunum hjá
Skipafelagnum á eystaru
bryggju,
og
punktum
verður sett fyri róðrarárið,
tá ið steypini eru handað á
Bursatanga eina ferð seint
seinnapartin í dag.
Nr. 142 - 28. juli 2005
19
Støðan eftir
seks FM
kappingar
Teir
bátarnir,
sum
framvegis hava møguleika
at vinna heiðursmerkir, eru
tiknir við í yvirlitinum
5 mannafør dreingir
Fípan Fagra
36 stig
Ritan
33 stig
Sílið
23 stig
Drekin
17 stig
6 mannafør kvinnur
Jarnbardur 42 stig (FM)
Riddarin
30 stig
Lómur
24 stig
Páll Fangi
18 stig
5 mannafør gentur
Blikur
38 stig (FM)
Drekin
30 stig
Tekla
22 stig
Tjaldrið
22 stig
5 mannafør kvinnur
Sílið
40 stig (FM)
Fípan Fagra
24 stig
Blikur
24 stig
Frúgvin
19 stig
6 mannafør menn
Gongurólvur
37 stig
Jarnbardur
32 stig
Sølmundur
18 stig
Strálan
17 stig
8 mannafør
Nevið Reyða42 stig (FM)
Kvívíkingur
30 stig
Argjabáturin
22 stig
Ørvur
20 stig
10 mannafør
Eysturoyingur40 stig (FM)
Nólsoyingurin
30 stig
Hoyvíkingur
23 stig
Havnarbáturin
19 stig
Undan Ólavsøkuni
er tað longu greitt,
hvør hevur vunnið
meistaraheitið í
fimm av teimum sjey
kappingunum
ÓLAVSØKURÓÐUR
Jóannes Hansen
Ofta hevur tað verið so-
leiðis, at eitt felag er farið
avstað við flestu meistara-
skapunum. Soleiðis verður
tað ikki í ár. Fimm kapp-
ingar eru avgjørdar, áð-
renn árarnar verða lagdar i
sjógv undir Argjalandin-
um. Og higartil hava fimm
feløg vunnið hvør sítt FM
heiti.
Trý av feløgunum eru í
høvuðsstaðnum.
Argja
Róðrarfelag eigur FM í
nýggju kappingini millum
gentur í 5-mannaførum.
Blikur hevur vunnið fyrsta
FM heitið í hesi kapp-
ingini.
Róðrarfelagið Knørrur í
Havnini hevur við Jarn-
bardi endurvunnið FM í
kappingini
millum
6-
mannafør við kvinnum, og
sigursvanda Havnar Róð-
rarfelag hevur tryggjað
sær FM í kappingini mill-
um 5-mannafør við kvinn-
um. Sílið er meistari.
Róðrarfelagið NSÍ hev-
ur
við
Eysturoyingi
vunnið FM í kappingina
millum 10-mannaførini,
og Klaksvíkar Róðrarfelag
og Nevið Reyða eru
meistarar í kappingini
millum 8-mannaførini.
Tað er framvegis spenn-
ingur í tveimum kapping-
um. Onnur teirra er í
kappingini
millum
5-
mannafør við dreingjum,
har tveir bátar hava møgu-
leika at gerast meistarar.
Teir eru Fípan Fagra og
Ritan.
Hin kappingin er tann
millum 6-mannaførini við
monnum. Har kappast
Gongurólvur
og
Jarn-
bardur um meistaraskapin.
Tvær manningar kapp-
ast um Útvarpssteypið.
Kvinnurnar umborð á 6-
mannafarinum Jarnbardi
og menninir umborð á 8-
mannafarinum Nevinum
Reyða hava vunnið allar
kappingarnar higartil og
hava tískil fult stigatal.
Sílið við kvinnum og
Eysturoyingur hava møgu-
leika at gerast mest vinn-
andi bátarnir. Hjá teimum
ræður um at vinna, og so
kann møguleikin gerast til
veruleika, um bæði Jarn-
bardur og Nevið Reyða
snáva á Ólavsøku.
Fimm feløg eiga FM
Sílið við kvinnum er einasta manningin hjá Havnar Róðrarfelag, ið hevur tryggjað sær FM undan ólavsøkuróðrinum
Havnarmenn síggja ljóst upp á tað