Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fernando Alonso so gott sum tryggjaði sær heimsmeistara- heitið í formel 1 á breytini í Hocken- heim sunnudagin. Enn er ein matemat- iskur møguleiki, at hann ikki gerst meist- ari, men við 36 stig- um niður til Raikkonen, verður fyrsti spanski heims- meistarin í formel 1 skjótt veruleiki. FORMEL 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Koyringin gjørdist sera spennandi og hendingarík, við yvirhálingum og sam- anstoytum og nøkrum frá- líkum einstaklinga avrik- um. Í byrjanini helt Raikk- onen fyrstu byrjunarstøðu, Alonso fór av triðja upp á annað pláss, Michael Schu- macher fór av fimta upp á triðja pláss, og Montoya, sum koyrdi útav í tíðar- koyringini og tí byrjaði næst aftastur, koyrdi av nítjunda plássi upp á annað pláss. Jenson Button, sum byrjaði á øðrum plássi, datt niður á fjórða pláss í sjálv- ari byrjanini, men megnaði at taka annað pláss frá Michael Schumacher, aftan á at hava stríðst við týsk- aran í 15 umferðir. Hann misti tó annað pláss aftur til Montoya, tá hesin koyrdi í pitt væl seinni enn Button. Men eitt triðja pláss, aftan á eitt fimta og eitt fjórða pláss í teimum báðum sein- astu koyringunum, vísir, at BAR er við aftur har, sum tað er stuttligt. Óhepni Kimi McLaren-Mercedes bilurin við Kimi Raikkonen var fremstur inntil 35 umferðir vóru koyrdar, og hann lá trygt eini 10 sekund frammmanfyri Alonso. Tað sá leingi út, sum um eitt lítið sindur av spenningi fór at vera varveittur. Men á 35 umferðini gav McLaren- Mecedes bilurin hjá Raikk- onen enn einaferð upp anda, og liði smitaði ein tryggan sigur beint í favnin á unga spaniumanninum. Hetta legði Michael Schumacher á eitt annað pláss, men hann fekk um sama mundið trupulleikar við dekkunum, og datt í endaðum av einum øðrum til eitt fimta pláss. Hann liggur sostatt 40 stig aftan fyri Alonso, og sjálvt ikki ein sjeyfaldur heimsmeist- ari kann megna at vinna hesi stigini inn aftur. Montoya dagsins maður Juan Pablo Montoya, vísti at hann er aftur í toppform, tá hann koyrdi av næst- seinastu byrjunarstøðu upp á eitt annað pláss. Longu í sjálvari byrjanini fór kolumbiumaðurin av nít- jundu byrjunarstøðu upp á ellinta pláss. Aftan á 27 umferðir var bilurin hjá Montoya seinasti bilur at fara í pit, og í pitstoppinum fór Montoya upp á fimta pláss. Tá vóru bert Button, eldri Schumacher beiggin, Alonso og Raikkonen frammanfyri hann. Raikk- onen steðgaði upp, og Schumacher og Button vórðu yvirhálaðir í næsta pitstoppi. Tá var longu ov langt upp til Alonso, so Montoya noyddist at taka til takkar við næststørsta steypinum. Villeneuve í trimum samanstoytum Jaques Villeneuve hevði eina heilt øðiliga hending- aríka formel 1 renning, longu á fyrstu umferðini rendi Barrichello á hann, eina løtu seinni rendu hann og nýggi maðurin í Minardi Robert Doornbos saman og báðir skaddu sær bilin. Men fyri at gera dagin uppaftur verri koyrdi Tiago Monteiro beint inn í bilin hjá Villeneuve, tá Ville- neuve var komin hálvan vegin framvið Jordan bil- inum, kanning varð sett í verk, og Monteiro fær ivaleyst onkra revsing. Bil- urin hjá Villeneuve fór illa, og øll gronin varð skift út. Allir hesir trupulleikar kostaðu Villeneuve nógva tíð. Hann endaði tríggjar umferðir aftan fyri Alonso á einum fimtanda plássi. Býtt tíðarrevsing Robert Doornbos koyrdi sína fyrstu koyring fyri Minardi, og liðið sveik unga hálendingin illa. Tá hann á fjórðu umferð rendi saman við Villeneuve punkteraði hann. Tá hann fór í pit, at skifta dekk, varð samstundis bensin fylt á bilin. Hetta er ikki loyvt sambært reglugerðini. Hann fekk tí eina tíðar- revsing. Takuma Sato hevði ikki heimsins bestu eydnu. Í fyrsta svingið rendi japanski BAR koyrarin á Mark Webber, og beint aftaná rendi hann í reyvina á bilinum hjá Fisichella, og noyddist at skifta gronina á bilinum. Bilurin hjá Webb- er var so illa farin, at Webb- er fór í pit í 12 umfør. Men koyrdi síðan víðari. 20 Nr. 141 - 27. juli 2005 Fernando Alonso verður um stutta tíð heimsmeistari í Formel 1 Mynd: Reuters Alonso verður heimsmeistari í formel 1 Nr. Koyrari Bilslag Tíð Stig 1. Fernando Alonso Renault 1:26:28.599 10 2. Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes +22.5 secs 8 3. Jenson Button BAR- Honda +24.4 secs 6 4. Giancarlo Fisichella Renault +50.5 secs 5 5. Michael Schumacher Ferrari +51.6 secs 4 6. Ralf Schumacher Toyota +52.2 secs 3 7. David Coulthard Red Bull Racing +52.7 secs 2 8. Felipe Massa Sauber-Petronas +56.5 secs 1 9. Christian Klien Red Bull Racing +69.8 secs 10. Rubens Barrichello Ferrari +1 umferð 11. Nick Heidfeld Williams-BMW +1 umferð 12. Takuma Sato British American Racing Honda +1 umferð 13. Christijan Albers Minardi-Cosworth +2 umferðir 14. Jarno Trulli Toyota +3 umferðir 15. Jacques Villeneuve Sauber-Petronas +3 umferðir 16. Narain Karthikeyan Jordan-Toyota +3 umferðir 17. Tiago Monteiro Jordan-Toyota +3 umferðir 18. Robert Doornbos Minardi-Cosworth +4 umferðir 19. Mark Webber Williams-BMW +12 umferðir 20. Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes givin HM fyri koyararar 1 Fernando Alonso 87 2 Kimi Raikkonen 51 3 Michael Schumacher 47 6 Juan-Pablo Montoya 34 4 Jarno Trulli 31 5 Rubens Barrichello 31 8 Giancarlo Fisichella 30 9 Ralf Schumacher 26 7 Nick Heidfeld 25 10 Mark Webber 22 HM fyri lið Renault F1 117 McLaren-Mercedes 95 Scuderia Ferrari 78 Toyota Racing 54 BMW WilliamsF1 47 Red Bull Cosworth 24 BAR Honda 15 Sauber Petronas 14 Jordan Toyota 14 Minardi Cosworth 7