Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 27. juli 2005 21 Trý hava fingið fulla úrtøku, og tey bæði føroysku feløgini hava einki fingið burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum SUPERLIGAN Jóannes Hansen Fyri fyrstu ferð í nýggja kappingarárinum, sum nú er tvey umfør gamalt, var føroyskt íslett sunnudagin í superliguni. Johan B. Hansen í Horsens varð settur á vøllin í Parkini, tá ið tað restaðu 25 minuttir av uppgerðini hjá upp- flytarunum ímóti FCK. Hann loysti ein av mið- vallarunum av. FCK var sjálvandi stórfavorittur, og heima- liðið vann 2-0. Fyrra málið skoraðu teir upp á brots- spark í 1. hálvleiki, og seinna málið skoraði Álvaro Santos, sum bara var á vøllinum síðsta hálva tíman. Hann loysti nýggja FCK mannin Peter Iljeh av. Hóast teir spæla við spildurnýggjum liði, so hava teir í FCK fingið fult burturúr teimum báðum fyrstu umførunum. Hor- sens hevur einki stig fingið. Saman við FCK hava Viborg og Brøndby fingið fulla úrtøku. Saman við Horsens hava AGF og AaB, sum Súni Olsen hevur sáttmála við, higartil einki fingið burturúr. Viborg hevði vitjan av FCN. Gestirnir vístu væl meiri sannførandi avrik. Men í fótbólti eru tað málini, sum telja. Hagtølini boða frá, at Viborg, sum fekk fulla úrtøku burturúr teimum trimum møguleik- unum, sum teir høvdu, vann 3-1. Brøndby hevði leygar- dagin vitjan av Silkeborg. Meistararnir eru ógvuliga stinnir á heimavølli. Hetta var sjeynda ferðin á rað, at teir vunnu á heimavølli, uttan at mótstøðuliðið megnaði at fáa mál. Úrtøkan burturúr hesum sjey dystunum hevur verið 21 stig, og málmunurin 25- 0! Aab tapti í fyrsta um- farinum á heimavølli ímóti FCK. Hesa ferð vóru teir í Odense, og í 1. hálvleiki sá tað ljóst út hjá AaB, sum leikliga var omaná og á odda 1-0 í steðginum. Eftir hvíldina vendi alt øðrvísi, og OB vann 2-1. AGF var í Harderslev og spældi ímóti uppflytarun- um úr SønderjyskE, sum í fyrsta umfarinum høvdu megnað 1-1 í Farum. AGF legði seg framum, men SønderjyskE skoraði tvey mál og vann 2-1. Tað er púra óvæntað, at uppflytar- arnir nú eru á fjórða plássi. Triðja umfarið verður á skránni í vikuskiftinum. Leygardagin fær Esbjerg vitjan av Brøndby, og sunnudagin sær skráin soleiðis út: Silkeborg- SønderjyskE, AGF-Viborg, Horsens-OB, AaB-FCM og FCN-FCK. Raðfylgjan til Ólavsøkuróðurin 2005 Byrja verður kl. 13.30 við barnaróðrum 1. Barnaróður 5- mf. dreingir 500 m 2. Barnaróður 5- mf. gentir 500 m 3. Gomul 6- mf. 4. 5-mf. oldgirls 5. 10-mf. oldboys FM- róður kl. 15.00 6. 5-mf. dreingir 7. 6-mf. kvinnur 8. 8-mf. oldboys 9. 5-mf. gentir 10. 6-mf. menn 11. 8-mf. 12. 5-mf. kvinnur 13. 10-mf. Johan Byrial Hansen fekk fimm og tjúgu minuttir á liðnum hjá Horsens um vikuskiftið Fyrstu 25 føroysku minuttirnir Hósdagin, 28. juli, Ólavsøkuaftan, fara 56 bátsmanningar at rógva sjeynda FM- róðurin í ár. Harum- framt vera eisini 16 barnamanningar við. Startrøðin verður henda: Fimmmannafør, dreingir 1 Tekla 2 Tjaldrið 3 Blikur 4 Ritan 5 Fípan Fagra VVS 6 Sílið 7 Drekin 8 Dúgvan 1G Seksmannafør, kvinnur 1 Sølmundur 1G 2 Páll Fangi 1G 3 Riddarin 4 Jarnbardur VVS 1G 5 Lómur 6 Víkingur Fimmmannafør, gentur 1 Erla Kongsdóttir 2G 2 Drekin 1G 3 Tekla 4 Blikur VVS 5 Tjaldrið 1G 6 Havfrúgvin 1G Fimmmannafør, kvinnur 1 Falkur 2 Junkarin 3 Firvaldur 4 Royndin Fríða 5 Fípan Fagra 6 Sílið VVS 7 Frúgvin 1G 8 Blikur 9 Ørnin 1G 10 Ritan 11 Drekin 2G Seksmannafør, menn 1 Kollfirðingur 2 Páll Fangi 1G 3 Víkingur 4 Hósvíkingur 1G 5 Sundabáturin 6 Jarnbardur 1G 7 Strálan VVS 8 Gongurólvur 1G 9 Sølmundur 2G 10 Lómur 11 Smyril 12 Stjørnan 13 Fuglfirðingur 1G Áttamannafør 1 Miðvingur 1G 2 Argjabáturin 1G 3 Kvívíkingur 1G 4 Nevið Reyða VVS 5 Ørvur 1G 6 Árnfirðingur 7 Knørrur Tíggjumannafør 1 Skálabáturin 2 Vágbingur 3 Havnarbáturin 4 Eysturoyingur VVS 5 Nólsoyingur 1G 6 Hoyvíkingur Barnaróður, dreingir 1 Ritan 2 Sílið 3 Royndin Fríða 4 Havfrúgvin VVS 5 Fípan Fagra 6 Dúgvan Barnaróður, gentur 1 Falkur 2 Hvassi 3 Ørnin 4 Tekla 5 Drekin 6 Firvaldur VVS 7 Dúgvan 8 Royndin Fríða 9 Sílið 10 Ritan Startrøðin til FM-róðurin á Ólavsøku 28. juli 2005