Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 28. juli 2005 21 - Tað er framúr at kunna merkja, hvussu eitt listafólk mennir seg ár eftir ár. Tað hevur týdning, at tónleikur hevur eina fortíð, sigur Anne Linnet, sum fer at syngja á Summar- festivalinum í Klaksvík og í Norður- landahúsinum í august mánaði SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Anne Linnet heldur frí fyri tíðina, áðrenn hon leggur til brots aftur við sínum fram- førslum, har Summarfesti- valurin er fyrsta veruliga, almenna tiltakið, hon lut- tekur á eftir lokna summ- arfrítíð. - Eg havi ein góðan vin, sum hevur latið eina kafé upp á Bornholm, so honum havi eg lovað at stuðla við einari framførslu, men annars havi eg summarfrí nú og gleði meg at byrja aftur í august á Summar- festivalinum, sigur Anne Linnet í telefonini úr Skag- en, har hon og nøkur av børnunum hugna sær í danska summarinum. Tað verður ikki nakað stórt ferðalag, sum kemur við Anne Linnet til Føroya um tríggjar vikur. Umframt hana verður ein key-board spælari og ein kórgenta við á pallinum. Eisini ætlar Anne Linnet at hava nøkur av børnunum við til Føroya. - Nú passar hetta so illa við tíðini, at yngsti sonurin skal byrja aftur í skúlanum, so vit hava ikki endaliga avgjørt, hvat og hvussu, men eg vil fegin hava børnini við eisini, so vit kunnu fáa eitt felags upp- livilsi burtur úr ferðini, sigur Anne Linnet, sum eigur fimm børn. Teir góðu gomlu Danska songkvinnan, sum seinnu árini fyri tað mesta hevur sungið til kirkjukon- sertir, fer at syngja fleiri av teimum góðu, gomlu sang- unum hjá sær. Løg sum til dømis Tusind stykker, Barndommens gade og Forårsdag kunnu áhoyrar- arnir á Vágsbøi heilt víst vænta at hoyra. Við kirkjukonsertunum hevur Anne Linnet megnað at fáa eitt gott samband við áhoyrararnar, sum tá ikki eru fleiri enn trý- ellar fýrahundrað í tali, har áhoyrararnir syngja við til tey kendastu løgini hjá henni. Hóast áhoyrara- fjøldin í Klaksvík verður munandi størri, hevur hon góðar vónir um at megna tað sama. - Eg hevði helst viljað sungið í Christianskirkjuni, tí har er størri møguleiki fyri intimiteti, men tá nú Summarfestivalurin er fyri- reikaður á ein annan hátt, so havi eg onki ímóti at fara á pallin at syngja, leggur Anne Linnet dent á. Nýggja fløgu Anne Linnet arbeiðir í løt- uni við einari nýggjari fløgu, sum væntandi kemur út í september, so umframt gamalt og kent tilfar, verður eisini okkurt spildurnýtt á skránni á Summarfesti- valinum. - Vit skulu út at markn- aðarføra fløguna í novem- ber, so tá liggur ein long og strævin rundferð fyri framman, greiðir Anne ágrýtin frá. Hon vil tó ikki siga nakað ítøkiligt um útgávuna, uttan at hon sjálv hevur skrivað øll løgini. Tað eru fimm ár, síðani Anne Linnet seinast gav eina fløgu út, men sjálv heldur hon ikki, at tey tá megnaðu at marknaðarføra ta fløguna nóg væl. - So nú eri eg sera spent upp á at fara í gongd við tað aftur og at spæla saman við einum stórum orkestri aftur. Seinastu tvey árini hevur songkvinnan bert sungið í kirkjum, og tað hevur dámt henni avbera væl. Hesar framførslur liggja langt frá tí, sum Anne Linnet gjørd- ist kend fyri miðskeiðis í sjeytiárunum. Saman við Lis Sørensen og Sanne Salomonsen var hon ikki sørt provokerandi við sín- um tekstum og sangstíli. Spurd um, hvønn týdning hetta stílskifti gjøgnum áttati- og nítiárini hevur havt fyri hana, svarar Anne Linnet púra avgjørd, at tað er av týdningi, at tónleikur hevur eina fortíð. - Tónleikur er ein náttúr- ligur partur av mínum lívi, og hann hevur eisini týdn- ing fyri meg. Tað ræður ikki bara um at verða ein stjørna. Tað er framúr at merkja, at eitt listafólk mennir seg ár eftir ár, og tónleikur er jú ein háttur, tú livir títt lív uppá, hugleiðir Anne Linnet. Hon heldur fram, at tað eru so mong, sum koma fram á pallin við einum ella tveimum hittum, men so hvørva tey aftur. Danska songkvinnan heldur, at serliga sjónvarpið er við til at gera, at fólk gerast stjørnur yvir nátt fyri síðani at hvørva aftur í sama náttarmyrkrinum eftir stuttari tíð. - Á ein ella annan hátt hevur tað týdning, at tón- leikurin hevur eina fortíð. Og hann er ein týdningar- mikil partur av mínum lívi, so eg komi við einari útgávu, tá eg havi eitthvørt upp á hjartað, heldur Anne Linnet fyri. Helt vildt smukt Miðskeiðis í nítiárunum var Anne Linnet í Føroyum, har hon sang í Norður- landahúsinum. Tað var fyrstu og einastu ferð, hon hevur verið í Føroyum. Steðgurin tá var sera stuttur, so hon kennir ikki nógv til Føroyar. - Det eneste jeg kan huske er, at der er helt vildt smukt, sigur hon. So leggur hon smáflenn- andi afturat, at tað einasta sambandið hon annars hevur havt við oyggjarnar í Norðuratlantshavinum er, at ein dótturin hevði ein sjeik úr Føroyum. - Eg gleði meg at sleppa at syngja fyri føroyingum. Serliga til at sleppa at syngja í Norðurlandahús- inum, tí tað kenni eg jú frammanundan. Akkustikk- urin er fantastiskur har, minnist Anne afturá. Hon væntar, at tað verður munur á áhoyrarafjøldini til festivalin og so tey, ið fara at hoyra hana í Norður- landahúsinum. - Jamen, tað er jú munur á einum festivali og Norð- urlandahúsinum, so eg kann ikki trúgva annað enn, at tað eisini verður munur á áhoyrarunum, sigur Anne Linnet, sum fyri uttan ta einu framførsluna fer at njóta frítíðina í Danmark, inntil Føroyaferðin byrjar. Eftir hana liggur sum sagt ein rundferð við nýggju fløguni fyri framman, so tað verður helst longi, áðrenn Anne Linnet fær eina langa frítíð aftur. - Tað er framúr at merkja, at eitt listafólk mennir seg ár eftir ár, og tónleikur er jú ein háttur, tú livir títt lív uppá, sigur Anne Linnet, sum gleðir seg at koma til Føroyar í august mánaði Mynd: Scanpix Tónleikur er ein lívsháttur