Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 141 - 27. juli 2005 - Útlini í fiskivinnuni eru ikki so bjørt; tí varð avgerðin tikin um at selja, nú grunnurin fekk eitt so gott tilboð, sigur formaðurin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen JFK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var tann 22. juli, at formaðurin í Føroya- grunninum, Leif Abraham- sen, sendi út tíðindaskriv og boðaði frá, at grunnurin hevur gjørt av at selja Hanusi Hansen, stjóra í JFK og Norðoya Spari- kassa tilsamans 67% av partabrøvunum í JFK til kurs 140. Lagt varð aftrat, at 67% svara til 82 miljónir krónur, og hetta merkir, at tá ið sølan endaliga er fingin upp á pláss væntandi fyrst í september, fer Føroyagrunnurin at eiga 33% av fyritøkuni umframt 82 miljónir krónur í tøkum peningi. - Endamálið við søluni er fyrst og fremst at spjaða váðan hjá grunninum, sum higartil hevur bundið allar ognirnar í JFK. Útlitini í fiskivinnuni eru ikki so bjørt; tí varð avgerðin tikin um at selja, nú grunnurin fekk eitt so gott tilboð. Leif Abrahamsen vísir á, at JFK seinastu árini hevur havt eitt miðalyvirskot upp á 5,5 miljónir krónur, og tí heldur grunnurin, at prísur- in fyri partabrøvini er góður. Saman við avtaluni um sølu av 67% av partabrøvu- numm hevur Føroyagrunn- urin tryggjað sær, at rættindini í Barentshavi- num ikki verða seld úr felagnum – uttan so, at grunnurin tekur undir við hesum. Ankrað í Klaksvík - Tað hevur vigað tungt í avgerðini hjá grunninum, at talan er um eina loysn, sum er ankrað í Klaksvík, tí lokaláhugamálini hava altíð verið ein týdningar- mikil partur av tilveru grunsins, sigur Leif. Hann vísir á, at Føroya- grunnurin varð settur á stovn fyrst í sjeytiárunum fyri at bjarga JFK. - Seinast í 1992, tá ið øll konsernin var farin á húsagang og avgerð varð tikin um at endurstovna JFK, átti grunnurin 1,5 miljónir krónur. Nú stívliga 12 ár seinni eigur grunnur- in 120 miljónir krónur, harav 82 miljónir krónur eru í tøkum peningi og hinar 40 miljónir krónurnar eru partabrøv í JFK, um roknað verður um til kurs 140. Formaðurin í Føroya- grunninum, Leif Abraham- sen, sigur, at nú 12 ár eru liðin síðan seinastu bjarg- ingina, og grunnurin stendur við eini stórari kon- sern við nógvum virksemi, heldur stýrið, at tíðin er komin til at fremja broyt- ingar. Hetta hevur so Føroya- grunnurin nú tikið til eftirtektar við at víðka um eigaraskaran í JFK við Hanusi Hansen, stjóra, sum fer at eiga 51% av parta- peninginum í fyritøkuni, Norðoya Sparikassa, sum fer at eiga eini 16-17% og Føroyagrunninum, sum situr eftir við 33%. Spjaða váðan við at selja burtur av ognunum - Tað hevur vigað tungt í avgerðini, at talan er um eina loysn, sum er ankrað í Klaksvík, sigur Leif Abrahamsen, formaður í Føroyagrunninum Heidi Petersen, løg- tingskvinna og fram- søgufólk í fiskivinnu- málum, heldur ikki, at sølan av partabrøv- unum í JFK samsvar- ar við politiska viljan um einskiljingar av almennum ognum JFK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin royndi fyrrapart- in í gjár at fáa viðmerkingar frá størsta andstøðuflokki- num, Tjóðveldisflokkinum, til avtaluna um sølu av partabrøvum hjá Føroya- grunninum í JFK, sum hevur verið nógv frammi seinastu dagarnar. Vit hittu ikki Høgna Hoydal, formann Tjóð- veldisfloksins og heldur ikki Torbjørn Jacobsen, framsøgumann floksins í vinnumálum, sum eisini er limur í vinnunevndini. Heidi Petersen, løgtings- kvinna, er eisini limur í vinnunevnd løgtingsins, og hon er eisini framsøgufólk Tjóðveldisfloksins í fiski- vinnumálum. Greiða støðu - Tjóðveldisflokkurin er fyri privatiseringum av al- mennum vinnufyritøkum, men vit hava eisini eina greiða støðu um, at sølur av almennum ognum skulu bjóðast út – og hesar útbjóðingar skulu eisini verða gjøgnumskygdar. Heidi hevur verið burtur, men nú hon er afturkomin, hevur hon kunnað seg um tað, sum fram er farið mill- um Føroyagrunnin øðru- megin og Hanus Hansen, stjóra í JFK og Norðoya Sparikassa hinumegin. - Eg haldi ikki, at avtalaða sølan er í tráð við politiska viljan, soleiðis sum eg havi skilt, at politiski viljin er. Hon vísir til úttalilsini hjá Jóannesi Ejdesgaard, løgmanni og formanninum í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, sum ikki halda, at Føroyagrunnurin fylgir politiska viljanum um sølu av almennum ognum. - Eg haldi avgjørt, at Føroyagrunnurin átti at boðið út alment søluna av partabrøvum við neyðug- um gjøgnumskygni. So- leiðis, sum hetta málið er handfarið av grunninum, fær almenningurin ikki fult innlit í tað, sum fram er farið. Heidi leggur tó dent á, at nevndin í grunninum hevur fulla heimild at "handla", sum hon hevur gjørt, tí nevndin er suveren, men hon undrast kortini yvir, at nevndin ikki velir at fylgja politiska viljanum. Spurnartekin - Politiska ávirkanin er hon, sum landsstýrismaðurin, ið velir sín part av nevndini, hevur, men ítøkiliga avgerðin kann ikki broytast politiskt. Tað einasta, sum politiski myndugleikin kann gera, er, at velja onnur - Vit fegnast um, at eigararnir av JFK leggja stóran dent á at tryggja arbeiðspláss- ini í fyritøkuni, siga arbeiðarafeløgini í Klaksvík, sum hava viðgjørt málið á fundi JFK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Arbeiðarafeløgini í Klaks- vík, Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, hava á fundi, 25. juli viðgjørt støð- una, nú Føroyagrunnurin hevur avgjørt at selja 67% av partapeninginum í JFK til Hanus Hansen, stjóra og Norðoya Sparikassa. Feløg- ini hava eisini viðgjørt tey úttalilsi, sum løgmaður hevur havt í Útvarpi Føroya um hetta mál. Taka undir - Vit taka fult undir við teirri avgerð, sum nevndin í Føroyagrunninum hevur tikið í samband við søluna av partabrøvunum. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at friður valdar um størsta arbeiðspláss í Klaksvík, og vit fegnast um, at vissa nú er skapt um felagið, JFK – og at henda vissa er tryggjað við einum eigaraskara, hvørs áhugamál eru í lokalsam- felagnum Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag fegnast um, at eigararnir av fyritøk- uni leggja stóran dent á at tryggja arbeiðsplássini í Arbeiðarafeløgini í Klaksvík: Taka fult undir við avgerðini h - Tá ið sølur av almennum ognum soleiðis fara fram uttan útboð og gjøgnumskygni, fer almenningurin altíð at seta sær spurningin, um nóg nógv fekst fyri hesar ognir, heldur Heidi Petersen, framsøgufólk Tjóðveldisfloksins í fiskivinnumálum Mynd: Vilmund Jacobsen Heidi Petersen, Tjó - Vit vilja h útboð og gjø