Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 142 - 28. juli 2005 -Tað var bara vanligt vit og skil, sum segði mær, at eg kundi ikki halda fram við at drekka. Tá eg hevði tikið avgerðina, var tosturin burtur, og tað sigur mær so mikið, at tostin ikki situr í hálsinum, men millum oyrini, sigur Árni Gregersen, sum í komandi mánaði ikki hevur smakkað sær á í 17 ár. SAMRØÐA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Dagurin situr framvegis rimmarfastur í minninum. Líradagur 26. august 1988. Henda dagin fór fyrrver- andi stjórin í SVF og sit- andi tíðindaleiðarin á TV2 Bornholm, Árni Gregersen, í viðgerð fyri rúsdrekka- misnýtslu. Hann hevði drukkið illa síðan fyrst í áttatiárunum, og ein dag august í 1988 valdi hann endaliga at seta proppin á fløskuna. -Tað var komið so langt, at eg bæði hevði mist arbeiðið og familju, um eg helt fram. Eg hevði eitt tíðarskeið á eini seks til sjey ár, har drekkingin bara vant upp á seg. Eg drakk ikki hvønn dag, men drakk hinvegin í tørnum, greiðir 54 ára gøtumaðurin frá. Spurdur, hvussu tíðinda- maðurin og familjumaðurin Árni Gregersen fekk geran- disdagin at hanga saman, tá rúsdrekka tók yvirhond, svarar fyrrverandi stjórin í Sjónvarp Føroya: -Nógv fólk vita, at tað ikki altíð eydnaðist at halda arbeiðið og rúsdrekka at- skilt.Tað var tó hvørki tá, ið eg var í útvarpinum ella sjónvarpinum beinleiðis, at tað hendi, men undir onkrum uppgávum, tá ið upptøkur vóru gjørdar varð tað heldur stuttligt. Gøtumaðurin minnist serliga á ein pínligan tilburð, meðan hann var í arbeiðsørindum. -Einaferð gekk heilt galið. Eg fór til Tvøroyrar fyri Útvarpið at siga frá einum dysti. Eg var heldur illa fyri, og tá eg so møtti nógvum blíðum fólki, tók eg ov nógv til mín. Úrslitið bleiv, at tá eg skuldi siga frá dystinum var lítið og einki skil á. Ein ógvuliga pínlig og skammfull hending, fortelur Árni Gregersen. Eitt høgg Árni Gregersen er langt frá einasti maður, sum eitt tíðarskeið hevur havt trupulleikar við rúsdrekka. Hann hoyrir kortini óiva millum teir fáu føroyingar, sum hevur eydnast at gerast turrlagdur eftir fyrstu royndina á viðgerðarstovni. Spurdur, hvør orsøkin er til, at hann megnaði at leggja rúsandi løgin frá sær eftir fyrstu royndina í við- gerð, svarar hann: -Eg havi onga forkláring upp á tað. Tað var bara van- ligt vit og skil, sum segði mær, at eg kundi ikki halda fram við at drekka. Tá eg hevði tikið avgerðina, var tostin burtur, og tað sigur mær so mikið, at tostin ikki situr í hálsinum, men mill- um oyrini. Eftir væleydnaðu við- gerðina í Íslandi vendi Árni Gregersen aftur til ein vanligan gerandisdag í Føroyum, men hann varnað- ist okkurt var broytt. -Eg minnist væl, tá eg fór í Kiosk Aktiv um kvøld- arnar at keypa bløð, møtti eg ofta fólki, sum altíð vóru klár at bjóða mær ein lítlan. Tá eg legði av at drekka, sá eg ongantíð hesi fólk aftur. Eg havi heldur ongantíð sæð hesar menninar, sum hildu til í ymiskum kjallaraíbúð- um í Eysturbýnum, síðan, fortelur Árni Gregersen smírandi. Ein Gregersen Árni Gregersen er føddur í Norðagøtu í 1951. Hann er sostatt uppvaksin í teimum trongu 50 árunum. Kortini klagar bulmikli gøtumaður- in ikki. Pápi Árna var bæði bóndi og sjómaður, so familjan Gregersen hevði nóg mikið av bæði kjøti og fiski. At eita Gregersen til eftir- navn í Gøtu er nakað heilt serstakt. Gregersen menn- inir hava altíð borið orð fyri at vera ágrýtnir og virkis- fúsir vinnulívsmenn, sum dáma væl at ráða. Spurdur, um tað nakrantíð hevur kenst strævið at vera av Gregersen slagnum í ein- um lítlum lokal samfelag sum í Gøtu, svarar Árni Tostin hvarv bara -Eg minnist væl, tá eg fór í Kiosk Aktiv um kvøldarnar at keypa bløð, møtti eg ofta fólki, sum altíð vóru klár at bjóða mær ein lítlan. Tá eg legði av at drekka, sá eg ongantíð hesi fólk aftur. Mynd: Álvur Haraldsen