mikudagur 27. juli 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 27. juli 2005
23
umboð í grunnin – um
landsstýrismaðurin heldur,
at tað er ynskiligt, sigur
løgtingskvinnan.
Hon vísir á, at tá ið sølur
av almennum ognum so-
leiðis fara fram uttan útboð
og
gjøgnumskygni,
fer
almenningurin altíð at seta
sær spurningin, um nóg
nógv fekst fyri hesar ognir.
-
Hetta
verður
ein
standandi spurningur, sum
ongantíð verður svaraður, tí
borgarin veit ikki, um
onkur annar kundi havt
bjóðað meira. Tjóðveldis-
flokkurin tekur ikki undir
við, at almennar ognir
verða seldar á henda hátt,
sigur Heidi Petersen, løg-
tingskvinna, at enda.
- Nevndin í Føroya-
grunninum hevur
fulla heimild at
"handla", sum hon
hevur gjørt, tí nevnd-
in er suveren, men eg
undrist kortini yvir,
at nevndin ikki velir
at fylgja politiska
viljanum, sigur Heidi
Petersen
Mynd: Snorri Brend
fyritøkuni og hava ætlanir
um at betra um handilsliga
grundarlagið hjá felagnum.
Sáar iva
Feløgini siga, at tey ivast í
rættleikanum í, at landsins
hægst valdi persónur sáar
iva um álitið á nevndini í
Føroyagrunninum, og í
hesum sambandi vísa tey til
tað, sum løgmaður hevur
sagt um málið.
- Undirritaðu feløg hava
umboðan í nevndini í
Føroyagrunninum, og meta
vit nevndina í grunninum
vera dugnaliga og álítandi.
Arbeiðarafeløgini vísa á,
at nevndin í grunninum
hesi seinastu 12 árini hevur
økt um eginogn grunsins
við meira enn 120 miljón-
um krónum – úr 1,5
miljónum krónum í 1993 til
122 miljónir krónur í dag.
- Vit ynskja JFK-sam-
takinum alt tað besta í
framtíðini og vænta, at
politiski
myndugleikin
letur málið fáa frið - og
tekur til eftirtektar fulla
myndugleika grunsins, siga
Klaksvíkar Arbeiðskvinnu-
felag og Klaksvíkar Ar-
beiðsmannafelag.
hjá Føroyagrunninum
Sambandsflokkurin
og Norðoya Samb-
andsfelag hava ikki
somu meiningar um
søluna av parta-
brøvunum í JFK-
fyritøkuni
JFK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sambandsflokkurin hevur
sent út tíðindaskriv, har
flokkurin fegnast um, at
gongd er komin á at ein-
skilja almennar fyritøkur,
men vísandi til málið um
søluháttin í JFK-málinum,
heldur flokkurin, at fram-
ferðarhátturin í hesum máli
er "óvirðiligur" fyri eitt
nútíðarsamfelag, sum tikið
verður til.
Flokkurin sigur, at tað
eru fá lond í heiminum, har
tað almenna er við í so
stórum parti av vinnufyri-
tøkum sum í Føroyum, og
flokkurin sigur seg staði-
liga hava mælt til, at vit
sleppa okkum burtur úr
hesi støðu sum skjótast.
Seld útvaldum
- Men tað, sum nú er hent
við søluni av JFK er ikki
tann einskiljingartilgongd-
in, sum Sambandsflokkurin
vil virka fyri. Tað er okkara
áskoðan, at allar vinnufyri-
tøkur og grunnar, sum
virka undir vanligum mark-
naðartreytum, eiga at verða
einskild. Men hetta skal
gerast á einum fríum
marknaði, har øll hava
sama møguleika at keypa.
Flokkurin góðtekur ikki,
at landsins virðir verða seld
útvaldum persónum fyri
ein "ógvuliga ivasaman
kurs, sum eingin hevur
møguleika at eftirkanna",
sum sagt verður.
- Sølur av slíkum slag
eiga at verða gjørdar við
fullum
gjøgnumskygni,
heldur Sambandsflokkurin
og vísir á, at talan eigur
ikki at verða um, at persón-
ar ella lokalsamfeløg eiga
at hava framíhjárættindi til
landsins ognir.
Ynskir góðan byr
Samstundis,
sum
Sambandsflokkurin hevur
sent út tíðindaskriv, har
funnist verður at søluhátti-
num í JFK-málinum, hevur
Norðoya Sambandsfelag
sent út eitt skriv, har felagið
metir tað vera ein sigur fyri
Noyðoyggjar, at "lokalar
kreftir standa saman um at
fremja hesa djørvu verk-
ætlan…"
Norðoya Sambandsfelag
fegnast um, at avtalan
kemur at "tryggja nøkur av
størstu virðunum í høvuðs-
vinnu okkara rótfesti í
Norðoyggjum…"
- JFK hevur altíð verið
stoltleikin hjá norðoying-
um, og tí fegnast vit um, at
JFK nú umsíðir aftur er á
privatum hondum, sum
hava sínar røtur í lokalsam-
felagnum, sigur Norðoya
Sambandsfelag.
Sambandsflokkurin:
Óvirðiligur
søluháttur
óðveldisflokkurin:
hava alment
gnumskygni
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at friður valdar um størsta arbeiðspláss í Klaksvík