mikudagur 27. juli 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 28. juli 2005
23
MASKINVERKSTAÐUR & SMIÐJA
Á Hjalla 15 – Boks 1338 – FO 110 Tórshavn
Tlf. 31 58 90 – Fax. 31 35 00 – mail: henrik@alma.fo
Neyðventilatión / flytan av luft - Vortex
Høgt trykk (560 Pa) og 3600 m3 um tíman.
Slanga kann setast til (305 mm).
Kann millum annað brúkast til ventilatión -
- aftaná eldsløkking.
- at turka bygningar.
- tá arbeitt verður í tangum.
- tá arbeitt verður við vandamiklum evnum.
Slanga til Vortex: 7,6 mtr. Kr. 4.750,- við mvg.
Kr. 7.350,- við mvg.
Gregersen:
-Satt at siga havi eg
ongantíð fingið viðmerk-
ingar um tað í Gøtu, men eg
havi hinvegin fingið skotið
okkurt í skógvarnar, tá eg
havi verið aðrastaðni í
landinum.
Flest
allir
Gregersen
menninir hava verið ella
framvegis
eru
virknir
vinnulívsmenn, men kortini
valdi Árni eina lívleið sum
tíðindamaður.
-Eg hevði góða sjónatúr,
og eg var nógv til sjós sum
yngri. Eg fekk kortini tíð-
liga at vita, at eg fekk ikki
sjónroynd sum skipari, so
tann møguleikin glapp.
Hinvegin hevði eg eitt
ynski um at gerast tíðinda-
maður frá heilt ungum
árum sigur Árni Gregersen.
Hóast Gregersen menn-
inir úr Gøtu vanliga bera
orð fyri at vera fólkafloks-
veljarar, sigur Árni seg ikki
kunnað sameina seg við
nakran politiskan flokk.
-Øll, sum kenna meg
vita, at eg eri frælsishugað-
ur. Eg haldi, at vit skulu
taka ábyrgd á so nógvum
sum gjørligt. Tú kanst siga,
at eg liggi á loysingar-
vonginum, men eg havi
altíð verið ein ótrúgvur
veljari, tí eingin flokkur
kann binda meg, sigur
hann.
Bragdligur
Árni Gregersen er fúsur at
fortelja, tá hann verður
biðin at greiða frá sínum
meira persónligu síðum og
eginleikum.
-Eg haldi eg eri gávaður
við einum løttum lyndi, og
eg haldi eisini eg eri opin.
Tað liggur eitt sindur til
slagið at vera ótolin, og eg
eri eisini kanska eitt sindur
ov bragdligur. Hóast tú
gerst meira róligur við
árunum, kann eg framvegis
rópa nógv og kasta við
tingum, um onkur brølari
verður gjørdur, fortelur 54
ára gamli gøtumaðurin.
Hann leggur afturat, at
hann altíð hevur verið ein
"spillopmakari", sum hann
málber seg.
-Tað er ikki altíð so langt
frá tanka til handling hjá
mær. Eg livi framvegis
tjúkt upp á at vera ein
spillopmakari. Eg haldi tað
eru fáar støður, sum tú ikki
kanst loysa upp fyri eitt
sindur av skemti. Sjálvandi
er tað kortini eitt mark fyri,
nær tú ert fjolluttur og nær
tað er rætt at skemtast, vísir
Árni Gregersen á.
Tíðindaleiðarin á Born-
holm hevur eisini eina
grundreglu,
sum
hann
hevur fylgt stóran part av
lívinum.
-Eg plagi at siga við
børnini hjá mær, at tú skalt
altíð hava eina meining um
tingini, men tú nýtist ikki
hvørja ferð, tú møtir einum
fólki at siga tína hugsan. Tú
skalt meina tað, tú sigur,
men tær nýtist ikki altíð at
siga tað, tú meinar. Hesin
hugburður hevur eisini við
sær, at eg kanska eri nakað
konfliktdovin. Ikki tí, eg
taki kortini gjarna tær kon-
fliktir, sum skulu takast,
men eg eri kanska eitt sind-
ur rundur í tí-bæði so og so,
fortelur hann flennandi.
Aftur á gólvið
Tað eru eftirhondini 11 ár,
síðan Árni Gregersen flutti
til Bornholm við familjuni.
Gøtumaðurin dugir ikki at
siga, nær føroyingar kunnu
vænta at síggja fyrrverandi
sjónvarpsstjóran aftur í før-
oyska fjølmiðlaheiminum.
-Tað er ikki ómøguligt, at
eg vendi aftur í føroyska
fjølmiðlaheimin. Onkuntíð
hugsi eg, at tað kundi verið
stuttligt at arbeitt aftur sum
vanligur tíðindamaður. Tað
mesta, eg fáist við í dag er
fyrisiting og leiðsla, og tá
saknar tú ofta hetta við at
tosa við fólk og formidla
tíðindi. Tað er ótrúliga
stuttligt at sleppa at fortelja
eina góða søgu, og hetta er
eisini tað grundleggjandi í
journalistfakinum,
sigur
Árni Gregersen at enda. i
Lesið Sosialin - so eru tit við