mikudagur 27. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 141 - 27. juli 2005
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Avloysari fyri
leiðsluskrivara í
barnsburðarfarloyvi
Vegna starvsfólk í barnsburðarfarloyvi verður søkt
eftir leiðsluskrivara til Vinnumálaráðið at byrja 12.
september 2005 og í uml. 12 mánaðir fram.
Arbeiði fevnir um:
• Landsstýrismannaskrivari
• Dagføringar av heimasíðuni
• Fyrifallandi skrivstovuarbeiði, t.d.
•
rættlestur
•
málsavgreiðsla
•
journal og postavgreiðsla
Vit hugsa okkum, at tú hevur:
• skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi
útbúgving
• hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt
• kunnleika til EDV á brúkarastøði
• góð samstarvsevni
Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú
sjálv/sjálvur verður við til at skapa, til tíðir strævið,
men samstundis sera áhugavert og mennandi við
góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið
fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí um-
framt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, viðmælum o.ø. verða
sendar til:
Vinnumálaráðið
Postrúm 377
110 Tórshavn
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin
9. august 2005.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Vinnumálaráðið á telefon 35 60 60.
Kunngerð
um framløgu av broytingum
av byggisamtykt
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um
byggisamtykt og býarskipan við seinni broyting-
um, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til
broytingar av byggisamtyktini fyri Sjóvar komm-
unu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunu-
skrivstovuni frá 25. juli til 15. aug. 2005.
• 2. gr., ásetingar fyri A-økini, stk. 1 c verður broytt
til: Størsta loyvda byggistig er 0,6.
• 3.gr.,ásetingar fyri B-økini,stk.1 f verður broytt til:
Hús mugu einans verða bygd í einari hædd við
nýttari loftshædd og mugu ikki vera hægri
enn 5 m til yvirgrind og 8,5 m. til mønu, mált
frá miðaljørðildi (í miðal við húsahornini).
Loftið í kjallara má ikki vera meira enn 1 m
oman fyri hægsta jørðildi við húsahorn. Bert
ein kjallarahædd má vera.
• 4. gr., byggihædd og fráleikar, stk. 9 b verður
broytt til: Bygningur má ikki, um hann er nærri
enn 2,5 m frá grannamarki, vera hægri enn
3,5m.
• 6. gr., ásetingar fyri E-økini, stk. 4 a verður broytt
til: Økið verður lagt av til bygging av kirkju og
samkomuhúsi.
• 6. gr., ásetingar fyri E-økini, stk. 4 b verður broytt
til: Loyvt er bert at reisa bygningar, sum tæna
slíkum endamáli.
• 9. gr., ásetingar fyri H-økið, stk a verður broytt til:
Loyvt er bert at byggja summarhús, sum
standa fyri seg. Endamálið er at húsini bert
verða nýtt til summarhús. Tað er bert loyvt at
búgva í húsunum frá 1. apríl til 30. september.
Uttan fyri hesa tíðarfesting mugu húsini bert
nýtast í stytri tíðarskeið, feriu, vikuskifti og
líknandi.
• Partur av F1 við hondbóltsvøllin
verður broytt til B
• Partur av J við Sjógv verður broytt til E2
• Partur av K - summarhúsøki á Selatrað - verður
broytt til H
Møgulig mótmæli skulu vera skrivlig, og vera
kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 25. okt.
2005.
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10 · 490 Strendur