mikudagur 27. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 142 - 28. juli 2005
Søren Christensen, ið
tekur við starvinum
sum ríkisumboð 1.
august, er ein
royndur maður -
bæði tá tað kemur til
norðurlendskt
samstarv og føroysk
viðurskifti. Tað metur
hann vera ein
týdningarmiklan
fyrimun, nú hann
skal virka sum
millumlið millum
Føroyar og Danmark.
SAMRØÐA
Marjun Dalsgaard
Um fáar dagar stígur nýggi
ríkisumboðsmaðurin á land
í Føroyum. Við sær hevur
hann drúgvar royndir bæði
úr Føroyum, øðrum norður-
londum og fjarskotnum
londum uttan úr heimi.
At
kenna
og
skilja
føroyska mentan er avger-
andi í starvinum sum mill-
umliður millum Føroyar og
Danmark, og júst hetta
metir Søren Christensen
vera sín størsta fyrimun.
Eftir nógvum árum í
donsku fyrisitingini og sum
aðalskrivari í Norðurlanda
Ráðharrastovninum, kennir
hann føroysku skipanina
innanífrá. Hann var millum
annað við til at gera
bygnaðarbroytingarnar, ið
fylgdu av nýggju stýris-
skipanarlógini
síðst
í
90’unum, og sum aðal-
skrivari
í
Norðurlanda
Ráðharrastovninum hevur
hann verið við til at taka
avgerðir um Norðurlanda-
húsið, eins og hann er við í
arbeiðinum
á
Norður-
bryggjuni í Keypmanna-
havn.
Ítøkiligu royndirnar við
Føroyum hava sum so onga
beinleiðis ávirkan á hansara
leiklut sum ríkisumboð -
heldur eru tær við til at
hjálpa honum at skilja
føroyingar og føroyska
mentan,
sigur
Søren
Christensen millum annað í
samrøðu við Sosialin í dag.
Hann hevur í nógv ár
javnan verið í Føroyum -
tríggjar ferðir higartil í ár,
og hann skilur sostatt eitt
sindur av føroyskum, eins
og hann hevur føroysk
vinfólk.
- Lat okkum siga tað so-
leiðis: Eg dansaði føroyskan
dans, áðrenn tú var fødd,
sigur hann - helst fyri at vísa
á, at hann ikki følir seg heilt
sum útlending.
Lurtar eftir
tónleikinum
Hóast at - ella kanska
serliga tí at - hann hevur
havt nógv við Føroyar at
gera í sínum starvi í donsku
fyrisitingini, leggur Søren
Christensen serligan dent á
ikki at siga nakað, sum
kann hava ein politiskan
undirtóna.
Hann
hevur
millum annað lært, at tað
kann vera eitt viðkvæmt
evni, tá danir siga sína
hugsan
um
føroysk
viðurskifti og ætlar tí at
halda sínar meiningar fyri
seg sjálvan.
- Eg ætli mær at lurta
eftir tónleikinum, hvørki at
stjórna orkestrinum ella at
spæla við í tí, sigur hann
sum tað fyrsta í samrøðuni
um nýggja starvið. Hann
leggur tó aftrat, at um nakar
er áhugaður at tosa við
hann um nøkur av teimum
viðurskiftum, sum hann
hevður royndir við ella
biður um ráð, vil hann fegin
vera til hjálpar.
- Mítt starv kann deilast í
tríggjar súlur. Ein er tann
reint fyristingarligi partur-
in, sum snýr seg um at veita
føroyingum góða tænastu á
teimum økjum, sum hoyra
til ríkisumboðið, ein er at
vera millumliðið, sum ger
at tingini glíða eitt sindur
lættari, og ein er at gera
frágreiðingar til donsku
stjórnina, greiðir Søren
Christensen
frá.
Hann
leggur serliga dent á tað
týdningarmikla í at skilja
føroyska mentan, tá hann
skal senda frágreiðingar til
Danmarkar um politisku
støðuna, men eisini tá tað
kemur til onnur meira
fyrisitingarlig viðurskifti.
- Tá eg skal greiða frá
politisku
støðuni
í
Føroyum,
er
tað
av
týdningi, at eg dugi at seta
meg ínn í, hvat ið tað er,
sum gongur fyri seg - og eg
haldi, at eg eri førur fyri tí -
ikki bara tí eg havi eina
langa fortíð í Norður-
lendska Ráðharrastovnin-
um, men tí eg havi starvast
saman við nógvum føroy-
ingum og havi nógvar
royndir við at samstarva við
fólki frá allari verðini, sigur
Søren Christensen.
Fyrimunur at hava
ríkisumboð
Søren Christensen heldur, at
tað heilt vist er ein fyrimun-
ur at hava eitt ríkisumboð í
Føroyum, so ikki ov nógvar
misskiljingar
standast
millum londini, tí ein dani
betur kann greiða dønum frá
tí sum fer fram í Føroyum.
Søren Christensen nýggjur ríkisumboðsmaður:
- Eg skilji føroying
Søren Christensen var millum annað við til at gera
bygnaðarbroytingarnar síðst í 90’unum, sum fylgdu eftir
nýggju stýrisskipanarlógini í Føroyum. Hetta merkir, at hann
er betur førur fyri at skilja føroyingar og er bert ein fyrimunur
í nýggja starvinum, sigur hann í samrøðu við Sosialin í dag.
Mynd Marjun Dalsgaard