Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 186 - 28. september 2000 Nr. 186 - 28. september 2000 Í langa tíð hevur barnaans- ingartrupulleikin verið stór- ur í Tórshavnar kommunu, og 365 børn standa í dag á bíðilista til ansingarpláss. At støðan er vorðin henda, stavar ikki minst frá tí veruleika, at Havnin er tað staðið, har øll vilja búgva. Tilflytingin, bæði av bygd og úr øðrum londum, hevur vundið so nógv upp á seg, at trupulleikin við barnaans- ingini samstundis er vaksin við rúkandi ferð. Ítøkiliga verður nú farið undir at loysa trupulleikan, soleiðis at 122 nýggj ans- ingarpláss koma í ár, 230 í næsta ár og so 92 aftur í 2002. Harumframt tekur frí- tíðarskúlin 50 børn fleiri í næsta ár og 100 aftrat í 2002. Ansingartørvurin verður tó bara nøktaður 90 prosent, tá hesi 444 barnaansingar- plássini eru komin aftrat. Her vantar framvegis nakað í, áðrenn tørvurin er nøkt- aður 100 prosent. So mikið meira eigur dentur at verða á at nøkta tørvin út í æsir, tí fáa øll hesi foreldrini børnini ansað, fer tað at skapa øktan produktivitet í kommununi. Og tað gagnar jú í síðsta enda bæði foreldrum, kommunu og samfelagnum sum heild. Nú er loyst úr lagdi í hes- um máli, men fyri framman eiga vit at hava sum mál at fáa loyst allan barnaansing- artrupulleikan. Tað er ong- antíð í lagi, at foreldur ikki kunnu fáa børn síni ansað. Fyrst og fremst má politisk semja fáast um at seta pen- ing av til endamálið, og at barnaansingin verður rað- fest frammarlaga, tí hetta er eitt átroðkandi mál. Í framtíðini skal tað vera heilt náttúrligt, at allar kommunalar útstykkingar fevna um barnaansing, so trupulleikarnir verða loystir miðvíst, bæði lokalt og í síni heild. Hesum vil eg framhald- andi arbeiða fyri! Heðin Mortensen, býráðslimur Bíðirøðirnar skulu burtur Valið í høvuðstaðnum Kommunuval 2000: Leygardagin 30. septemb- er skal verkætlanin hjá áhugabólkinum »Væl- skapt brek« standa sína endaligu roynd, og verður tað í Norðurlandahúsinum í Havn. Tá kemur leingi vænt- aða og fjølbroytta fløgan út, eins og konsert við øll- um sangunum og flestu av luttakarunum á fløguni verður um kvøldið. Um dagin verður so skipað fyri pallborðsfundi. Við á konsertini verða tey, ið eiga sangirnar á fløguni, og aftrat sær hava tey góðar og royndar tón- leikarar, so framførslan skal vera so góð sum gjørligt. Tey í áhugabólkinum siga fløguna hava breitt og gott innihald, og ikki færri enn 19 sangir eru við. Alt eru hetta sangir, ið vóru við í sangkappingini, bólkurin skipaði fyri í vár. Sangkappingin eydnað- ist avbera væl, og nærum 80 sangir og løg komu inn, so her hevur verið ríkiliga nógv tilfar at velja burturúr. Allur ágóðin frá fløguni verður latin Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, MBF, og Ítróttarsamband- inum fyri brekað, ÍSB. Skráin fyri leygardagin er tann, at pallborðsfund- urin verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum seinnapartin kl. 15. Við pallborðið sita Helena Dam á Neystabø, Torbjørn Jacobsen, Doris Hansen, Petra Joensen, Rúna Sivertsen og Thurid Askham. Um kvøldið, kl. 19.30, verður so stóra konsertin í høllini í Norðurlanda- húsinum, ið telur mong av kendastu føroysku tón- leikanøvnunum, so sum M.C. Restorff, Eivør Pállsdóttir, Martin Joens- en, Dupultkvartettina og mong onnur. Atgongumerki til konsertina eru at fáa í for- sølu í Norðurlandahús- inum. Fløga fløvar vælskapt brekað Leygardagin verður fløguútgáva, og rimmar konsert í Norðurlandahús- inum sum áhugafelagið „Vælskapt brek„ skipar fyri Eg eri uppstillaður til Bý- ráðsvalið í Tórshavn fyri Suðurstreymoyar Tjóð- veldisfelag. • Onkur vil kanska spyrja, hví eg ditti mær til at stilla upp? Jú, eg eri Havnarmað- ur og havi alsk til Tórshavn. Eitt slag av býarpolitiskari verndarskyldu, um eg kann orða tað soleiðis. Fráfar- andi býráð undir Tjóð- veldisleiðslu hevur roynst væl fyri Tórshavn. Vert er fyri hesum vølli og vil hesin eisini geva nógv nýtt virk- semi í Suðurstreymoy. • Fráfarandi Býráð hevur gjørt góðar avtalur við aðrar býir um samvinnu. Kom- andi Býráð skal verða sera virkið við sínum altjóða sambondum. Nógv er gjørt fyri mentunarlívið í Tórs- havn, men ikki er komið á mál. Okkara mongu krea- tivu listarfólk hava ikki teir figgjarligu karmar og um- støður sum ynskiligt er. Mentanin í Havnini skal stuðlast við munandi størri upphæddum. • Støðugt økjandi virk- semi í Føroyum, ferða- mannavinnan, oljuvinnan og batnandi búskaparligu umstøðurnar yvirhøvur fara at seta sera stór krøv til Havnina og til førleikan hjá nýggja Býráðnum.Hetta verður ein stór avbjóðing. Tórshavn skal heldur ikki verða ov bundin av íløgu- karminum hjá Landsstýri- num. Havnin hevur ein íløg- utørv uppá slakar 700 Mió og hevur eina sjálvsøgda at nevna góðu og nógv batn- aðu fíggjarstøðuna hjá bý- num. Eg loyvi mær at halda at við mínum vinnulívs- royndum kann eg gera nak- að konstruktivt í komandi valskeiði soleiðis at ein góður býur verður munandi betri. • Einahelst vil eg royna at útvega vinnulívinum so góðar arbeiðsumstøður sum til ber. Tað er ein sannroynd, at eitt virkið vinnulív gevur tann tryggleika og tær sjálvsøgdu socialu um- støðurnar sum vælferðar- samfelagið Tórshavn krevur. Vinnulívið í Tórshavn má hava optimalar umstøður. • Komandi Býráð má kveikja og menna nýtt virksemi innan økir sum gransking, IT tøkni og bio medicin. Sera stórur tørvur er á einari altjóða kongress og granskingarmiðstøð í Tórshavn. Býráðið má bróta upp úr nýggjum á hesum og øðrum nýskapandi vinnu- økjum. Tað eigur at moti- vera og ganga undan við kreativari nýhugsan. Eitt virkið, fjøltáttað Vinnuráð skal stovnsetast. • Í Havnini búgva ídag um- leið 1.300 fólkapensionist- ar. Hetta tal fer at økjast nógv komandi árini og skulu sømulig kor verða tryggjaði okkara eldru borg- arum. Eini 400 børn tørva enn dagstovnapláss, eisini ein stór átrokandi uppgáva sum má loysast. Ítrótturin og ein renningarbreyt skulu hava neyðugar sømd- ir. Tórsvøllur skal gerast liðugur. • Ferðslan í høvuðsstað- num er alsamt vaksandi við nógvum vandum fyri okk- ara børnum og eldri fólki. Her skulu broytingar til. Við vaksandi oljuprísum fer tørvurin á kollektivari ferðslu at økjast. • Vit eiga at taka støðu til flogvøll á Glyvursnesi hó- ast undirsjóartunnil til Vág- arnar. Kanningar sum eru lidnar tosa í flestu førum serstøðu sum Høvuðstaður Føroyinga ! Eg vil sera fegin frætta frá tær hvat tú sum Havnar- borgari heldur? Hvat kann verða betri fyriskipað og hvat krevst av ábótum og broytingum? Eg vil verða glaður fyri ein email ella eitt fax við tínum viðmerking- um. (E-mail: johan_m@post.olivant.fo Telefax : 31 13 18) Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveldisflokkin Unnur Dís Skaptadóttir, ph.d., lektari á Félgasvís- indadeild á Háskóla Íslands heldur fyrilestur, ið hon kallar: Coping with chang- ing economy in Northern localities. An Icelandic case study. Fyrilesturin verður á enskum. Unnur Dís Skaptadóttir er lektari í antropologi á Fél- agsvísindadeild á Háskóla Íslands. Í 1995 fekk hon ph.d. heiti við The Graduate School and University Cen- ter of the City University of New York. Hon vitjar í Føroyum í sambandi við Granskingarverkætlanina Almennur fyrilestur á Fróðskaparsetrinum verður á Fiskirannsóknarstovuni mána- kvøldið 2. oktober 2000 kl. 20. fyri Økismenning í Klaks- vík. Um fyrilesturin sigur hon: In the talk I will examine some of the transformations that are taking place in Icelandic fishery based localities, transformations that involve new ressource management systems in the fisheries, new develop- ments in technology and changing role of the state in regional development. Based on a case study of one locality, as an example, I consider the effects of these changes and how men and women cope with them. Vælkomin á MARKO’2000 Sølustevnu í Ítróttar- og samkomuhøllini í Runavík Sum skráin sigur frá, er hetta ein stór sølustevna, sum felagi› er fegi› yvir at s‡na fram. Frá fríggjadegn- um 29. september til sunnu- kvøldi› 01. oktober er Ítróttarhøllin karmur um ein sera fjøltátta›an aktivitet her á sta›num. Umlei› 30 fyritøkur s‡na fram á básum teirra tilbo› av ymiskum vørum til vi›skiftafólk. Umframt hetta fara fram onnur tiltøk í høllini har nevnast kann stór móta- frams‡ning, sangur og tón- leikur, sum ver›ur frambor- in av fremstu listarfólkum vit hava á hesum øki, og sunnukvøldi› ver›ur galla- s‡ning vi› mótas‡ning og undirhaldi. Frásøguma›ur er Magni Poulsen. Sjálv sølustevnan ver›ur sett leygardagin kl. 15 av b‡rá›sformanninum í Runavík Jákup Lamhauge. Hesin stóri aktivitetur fer óskerdur til rakstur av ítrótt- arfelagnum. Nes Sóknar Ítróttarfelag telist millum tey stóru feløgini í landin- um, og hevur í ár 25 li› í fót- bóltslandskappingini vi› til- samans umlei› 280 leikar- um, so ta› skulu nógvir pengar til at reka felagi›. Tiltaki› vi› sølustevnumi skal eisini síggjast í tí sam- anhangi, at N.S.Í. í 1995 setti sær sum stevnumi›: – At fáa ein gó›an og sunnan ítróttarungdóm í kommuni – At gera N.S.Í. og sta›i› meiri sjónligt – At umbo›a sta›i› mennandi og vir›iliga Vælkomin á Marko’ 2000 Sølustevnuna í Runavík Nes Sóknar Ítróttarfelag Vegna N.S.Í. fara vit hervi› at bjó›a tygum at vera hjartaliga væl- komin til oman- fyrinevndu sølustevnu Jákup Mortensen, forma›ur í N.S.Í. Í ítróttarhøllini í Runavík 29. sept. - 01. okt. Fríggjadagin 17.00-22.00 Leygardagin 14.00-22.00 Sunnudagin 15.00-22.00 Upp- og afturlatingartíðir Upp- og afturlatingartíðir Sosialurin - 311820 Seminar mikukvøldið 4. oktober Vit bjóða til ókeypis seminar og ábit úti á Føroya Handilsskúla 4. oktober kl. 19.00. Saman við Handilsháskúlanum BI í Stavanger er sett saman ein skrá undir heitinum: Oljuvirksemi í Føroyum. Møguleikar og avbjóðingar fyri vinnulív, almenna fyrisiting og útbúgvingarstovnar við atliti til Heilsu, Trygd og Umhvørvi. Tilmelding í Vinnuhúsinum á telefon 311864 - ella um teldupost: industry@industry.fo, í seinasta lagi mánadagin 2. oktober. Til ber at melda seg sum lim í Oljutinginum á seminarinum, ella í Vinnuhúsinum.