Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 142 - 28. juli 2005 Á Sandoyarbankan- um við føroyskum yvirmonnum umborð á grønlendskum trolara, sum á veg til fiskiskap legði at í Føroyum, tí reiðs- skapurin var bíligari at keypa her enn aðra staðni HUGLEIÐINGAR Á SANDOYAR- BANKANUM Orð: Jóannes Hansen Myndir: Heri Lava Olsen Tað er í sambandi við høgtíðirnar, at almenning- urin mest verður mintur á, at nógvir føroyingar støð- ugt eru á høvunum kring allan heimin. Tað kennist hvørja ferð sum hábærslig staðfesting av, at føroyska fólkið framvegis er eitt siglandi fólk í nógv størri mun, enn landkrabbarnir í gerandisdegnum geva sær far um. Gleðilig jól ynskja vit øllum okkara kæru og reiðarí. Rokna við at halda jól í Indiska havinum. Heil- san føroyingarnir við hes- um ella hinum skipinum. Soleiðis ljóðar í útvarpin- um, og tað fer sum ein ylur ígjøgnum kroppin. Hesir eru kanska aðru hvørja ferð burturstaddir, tá ið talan er um høgtíðirnar, sum serliga eru ætlaðar til hugna og fráspenning í familjuhøpi. Kenslan gerst serliga viðkomandi upp undir stóru kristnu høgtíðirnar - jól, páskir og hvítusunnu. Hesa ársins tíðina eru tær farnar aftur við borðinum fyri hesa ferð. Tað verður ikki fyrrenn um fimm mánaðir, at hetta aftur verður aktuelt. Men í dag og í morgin er føroyska tjóðarhøgtíðin. Tað plaga ikki at vera heilsanir í útvarpinum frá føroyingum, sum eru burturstaddir og sigla kring knøttin við ynskjum um góða Ólavsøku. Men einki er at ivast í, at hugur teirra í hesum døgum leitar til føðilandið og teirra kæru. Undir øllum umstøðum, so bar tað soleiðis á næstsíðsta mánadag, at tað kendist nærliggjandi at leggja fyri við hesum. Henda mánadagin lá grønlendski rækjutrolarin, Nataarnaq, á nýggju kei, sum tey plagdu at siga í Havnini, ella vestanfyri, sum tað nú verður sagt. Trolarin er ein av teimum umleið tíggju stóru rækjutrolarunum í Grøn- landi. Hann varð bygdur í Spania fyri fýra árum síðani. Nú hevði hann fyrstu ferð verið í Fredericia til eftirlit, og teir høvdu givið honum eina orduliga yvirháling. 6600 hesta stóri motorurin hevur verið í botni, og teir hava havt aksultrekk. Tað sigur Jóhann Samuelsen, maskinstjóri. Hann kennir maskinrúmið og skipið ógvuliga væl. Tá ið skipið varð bygt í Spania í 2000 og 2001 vóru eitt nú hann og annar av skiparunum, Martin Jacobsen, har niðri tað nógva av tíðini. Hin meistarin, Tummas Lervig, hevur siglt nógv í Grønlandi og í hesum reiðarínum. Men hann er spildurnýggjur her umborð, og hann dylir ikki, at hann kennir tað sum stóran forrætt, at honum hevur staðið hesin kjansurin í boði. Hann hevði annars umhugsað at leggja seg heima, men tá ið hesin kjansurin kom, so kundi hann ikki siga nei. Manningin Á veg til Grønlands legði Nataarnaq, sum á grøn- lendskum merkir kalvi, at í Føroyum eftir útgerð. Teir høvdu biðið um tilboð frá fleiri, og Vónin átti bíliga- sta boðið. Talan var um ordra fyri umleið hálva aðru millión, og so drypp- aði tað til aðrar veitarar. Eitt nú vitjaðu Kemilux og Poul Michelsen bilar á nýggju kei henda góð- veðursdagin, og lemmarnir eru av Injector slagnum. Teir vóru upprunaliga kon- strueraðir og framleiddir í Vági, og tað sigst, at tað aftur nú eru føroysk áhuga- mál uppi í framleiðsluni. - Føroyingunum líkar sjálvandi væl, tá ið lagt verður at í Føroyum. So ber til at heilsa upp á familjuna. Høvuðsorsøkin hesa ferð var, at reiðaríið hevði tikið av tilboði frá Vónini, og tað hevur manningin avgjørt einki ímóti. Dygdin í arbeiðnum á trolvirkjum er góð alla staðni. Men millum føroyskar trolmenn verður mett, at dygdin í handverkinum hjá teimum á Vónini er uppaftur betri, enn hon er hjá øðrum. Tað er Dávur Mohr í Havnini, sum greiðir okkum frá hesum, tá ið lagt verður frá landi. Túrurin er ikki so langur. Nataarnaq skal stima út á Sandoyar- bankan at royna, um alt við reiðsskapinum er, sum tað eigur at vera. Loyvið frá Fiskimálaráðnum at útinna hesa uppgávuna 23 fjórð- Teir eru burturi aðru hvørja Ólavsøku Nakrir av føroyingunum, sum sigla við Nataarnaq, avmyndaðir á brúnni á túrinum á Sandoyarbankanum mánadagin 11. juli: Frá vinstru: Sjúrður Jacobsen, Andrias Lava Olsen, Eyðfinn Johannesen, Martin Jacobsen, Kristian Christiansen, Óla Jákup Jacobsen, Tummas Lervig, Jóhann Samuelsen, Dávur Dímun Mohr og Oyvinn Joensen Nataarnaq tekur føroyska útgerð umborð á nýggju kei í Havnini