Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Á middegi í týsdagin skrivaði Tim Christ- ensen seg inn á Hotel Hafnia í Havn saman við bólki sínum. Hann skal á pall á ólavsøkukonsertini í kvøld og á skránni er bæði nytt tilfar og gott gamalt frá tíðini í Dizzy Mizz Lizzy TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Mynd: Bárður Høvuðsnavn á ólavsøku- konsertini í ár er óivað maðurin handan stór hitt millum ung og eldri, sum t.d. Right Next to the Right One frá sjónvarpsrøðini Nicolaj og Julie. Á middegi týsdagin skrivaði Tim Christensen seg inn á Hotel Hafnia saman við manning síni. Seinnapartin í gjár var tíðindafundur, men vit hittu Tim tá hann kom til Havnar á middegi, og spurdu hann millum annað um fyrstu metingarnar, nú hann fyrstuferð vitjar í Føroyum. - Eg eri bilsin, so vakrar Føroyar eru, sigur Tim, sum ikki kennir stórvegis til Føroyar frammanundan, men nøkur í ferðalagnum hjá Tim hava vitjað her áður. Tim sigur í stuttari viðmerking, at á skránni á ólavsøkukonsertini verður nakað av nýggjara tilfarin- um. Hann er tó ikki heilt greiður yvir, hvussu væl føroyingar kenna tónleikin, men tá vit siga honum, at føroyingar eru væl við í so máta, gerst hann fegin, tí so koma áhoyrararnir at kenna nakað aftur. Men eisini okkurt frá tíð- ini í kenda bólkinum Dizzy Mizz Lizzy verður at hoyra á ólavsøkukonsertini. Tim er væl nøgdur og væl fyri, tá vit hitta hann á Hafn- ia júst eftir komuna til Føroya. Hann og hinir í bólkinum gleða seg til at sleppa á pall í Føroyum og annars at sleppa at vitja landið. Kvinnuligi tourfyriskip- arin spyr eftir klædnahandl- um og hon og Tim fregnast forvitin eftir skipinum, sum tey ætlandi fara útferð við. Tygara útsendi og myndamaðurin leiða tey tí upp á tekjuna á Hafnia til myndatøku og vísa teimum á Norðlýsið, sum er á veg inn eftir Havnarvág. "Se din by fra fra tånets top" sungu donsku Gasolin í sjeytiárunum og vit vístu donsku stjørnuni Tim Christensen Havnina frá tekjuni á Hafnia týsdagin, innan Tim í kvøld skal hertaka og bergtaka ólavsøkubýin við tónleiki á ólavsøkupallinum. Nr. 141 - 27. juli 2005 31 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu A Lot Like Love FRUMSÝNING Týsdag 26.07 kl. 18.30 kl. 20.45 Mikudag 27.07 kl. 18.30 kl. 20.45 Bøllebob og Smukke Sally Týsdag 26.07 kl. 16.30 Mikudag 27.07 kl. 16.30 www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Hostage Týsdag 26.07 kl. 22.30 Mikudag 27.07 kl. 22.30 THERE WILL BE NO NEGOTIATION B R U C E W I L L I S B R U C E W I L L I S THERE WILL BE NO NEGOTIATION www.boellebob.dk distribueret af uip ARETS DANSKE FAMILIEKOMEDIE FRA PRODUCENTEN AF KRUMMERNE KOMMER www.batmanbegins.dk TM Batman Begins FRUMSÝNING Týsdag 26.07 kl. 19.45 kl. 23.00 Mikudag 27.07 kl. 19.45 kl. 23.00 HßOIFDEBAH>K™ABIßDDBPBISABQ?BAPQBSBKPH>? Sahara Týsdag 26.07 kl. 17.15 Mikudag 27.07 kl. 17.15 Brekkurbrothers bjóða nú sín tónleik á alnetinum og á ólav- søku hava teir fram- løgukonsert í Miðla- húsinum. Tónleikur- in er í gomlum jazz- stíli við jakkasetti og sigar. Eisini er ein heldur øðrvísi og lættari innspæling av Stórhvalagildinum við heitum rútmum á skránni, nú Brekkur- brothers bjóða ókeypis jazz uttan tvass á netinum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Brekkuubrothers hava spælt eitt sindur í summar og nú seta teir krúnuna á verkið. Teir hava verið í upptøkuhøkunum - hetta venda vit aftur til- og tikið upp tilfar, sum verður tókt á netinum í næstum. Talan er um jazz í røttum 60’ara stíli, sum teir sjálvir taka til. Hetta merkir í stutt- um, at talan er um jazz, sum vit kenna jazz og fegin vilja hava jazz; hugsið tygum jazztónleik, jakka- sett, sigar og kanska eitt glas av cognac. So er stíl- urin lagdur! Fegið Men serstakt við hesum nýggju innspælingunum hjá Brekkubrothers er, at tær nýtist als ikki at fara djúpt í lumman fyri at ogn- ast tær. Tónleikurin er frá í dag tøkur á alnetinum á www.brekkubrothers.com. Hetta er ikki roynt í føroyskum tónleikahøpi aður, meta Brekkubrothers. - Vit tímdu ikki at geva eina fløgu út og at prenta fleiri eintøk, tá bert at fátal verður selt, tí jazzur verður ikki keyptur í stórum stíli í Føroyum. Tí valdu vit at bjóða tónleikin ókeypis á netinum, sigur Trygvi í Brekkunum. - Vit spæla framløgukon- sert í Miðlahúsinum í Vágsbotni ólavsøkudag klokkan 17. Tá kunnu fólk t.d. bara hava eina tóma fløgu við og fáa tónleikin heim ókeypis, sigir ein skemtandi Trygvi. - So kunnu fólk fegnast og annars halda og siga hvat tey vilja, uttan at gjalda eitt einasta oyra, leggur hann skemtandi afturat. Sostatt ber til at hoyra jazz live og at ogna sær upplivingina við bert at koma tómhentur við eini líka tómari fløgu og so- leiðis fara ríkari heim aftur. Og júst tað lætta og skemtiliga tykist merkja nýggja tónleikin hjá Brekkubrothers. Talan er um lættan jazz og sum nakað nýtt og serstakt er ein upptøka av kenda Stór- hvalagildinum við calypso og/ella bossanovarútmum, ið gevur hesum lagnum ein heitan dám. Teir fýra í Brekkubroth- ers hava annars skrivað tvey løg í part og hóast teir eru fjart frá hvør øðrum í gerandisdegnum, so hóska hesi saman. Og eisini ætla teir, hóast fjarstøðuna, framvegis at hittast og spæla, so Brekkubrothers framvegis verður eitt slag av tónleikaætlan, ið hoyrist av og á. Jazz uttan tvass Tónleikurin er upptikin fyri stuttum í upptøkuhølunum hjá Edvard Nyholm Debess. Hesi nevnast millum vinir "Livingroom Studio" og søgan er í stuttum henda. - Tað merkir sum so bara, at Edvard fær familjuna frá húsum eina stund og so fara upptøkurnar fram heima hjá honum og tí nevnir hann tað Livingroom Studio, sigur Trygvi. Edvard hevur tikið upp og Finnur Hansen hevur tikið sær av at mastrað. Brekkurbrothers eru sam- ansettir av brøðrunum Hans Peturi og Trygva í Brekk- unum, Magnus Johannesen og Bjarka Meitil. Hesir spæla í nevndu røð saxofon, trummur, ljómborð og bass. Nøvnini boða í sjálvum sær frá góðsku og eru hesir jassarnir kendir og virknir í so mongum høpum.Hans Petur er útbúgvin tónleikari í Danmark, bróðurin Trygvi er undir útbúgving, Bjarki hevur nomið sær kunnleika í USA m.a. og Magnus Johannsesen krevur ikki nærri lýsing millum føroy- ingar flest, ið hava bara eitt sindur av kunnleika til føroyskan tónleik. At góðskan er sum hon skal skilst eisini av, at tveir av tónleikarunum herfyri sum nummar eitt og tvey vunnu kappingina um at skriva verk til Tórshavnar Stórband. Og talan er í stóran mun um jazz, ið snýr sær lætt- liga í oyragongini. Og Ólav- søkudag ber til at njóta jazz uttan hóvastók og í røttum fegnum, gomlum stíli í Miðlahúsinum í Vágsbotni, tá Brekkubrothers hava framløgukonsert í samband við, at nýggi tónleikurin er leysgivin á alnetium. Far ríkari og glaðari frá jazzkonsert Tim Christensen komin til Føroya