Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 28. juli 2005 31 ingar úr landi liggur frammi á brúnni. Dávur er annar av skipar- unum. Hann hevur umstøð- ur at práta, tí hann hevur frítúr. Burtursæð frá tíðini á navigatiónsskúlanum hevur hann verið í rækjuvinnuni síðani í 1982. Hann fekk gott í beinini. Tey fyrstu árini sigldi hann við Sólborg hjá Eileri Jacosen. Ingolf Rasmussen, sum er ættaður úr Søldarfirði og býr í Havnini, var skipari. Hann var ein av fyrstu føroysku rækjuskiparunum í grønlendska flotanum, og skoðsmálið, sum hann fær frá Dávi og øðrum føroy- ingum og øllum, sum kenna til røkjuveiðuna, er sera gott. Ingolf stendur sum viti hjá hesum ættarliðnum av rækjuskiparum. Á brúnni er hin skiparin, Martin Jacobsen, sum er ættaður av Argjum. Hann venda vit aftur til. Umframt teir báðar skipararnar eru nógvir føroyingar mynstraðir við Nataarnaq, og onkrir teirra eru við hús, meðan vit eru á Sandoyarbankanum. Andri- as Lava Olsen úr Havnini og Arni Simonsen úr Hvannasundi eru yvirstýri- menn. Óla Jákup Jacobsen úr Havnini er annar av 1. stýrimonnunum, og Oyvinn Joensen á Kambsdali er annar av trolbassunum. Í maskinrúminum eru mest sum bara føroyingar. Maskinstjórarnir eru Jóhann Samuelsen og Tummas Lervig, sum báðir eru úr Klaksvík. 1. meistararnir eru Eyðfinn Johannesen av Skála og Kristian Christiansen úr Klaksvík. Olaf Petersen úr Klaksvík er annar av 2. meistarunum, og Jóhannes Juul Gustafsson úr Havnini er 3. meistari. Bergur Tausen, sum er ættaður úr Runavík og í mong ár hevur búð í Grønlandi, og Sjúrður Jacobsen úr Havnini eru verksmiðjuleiðararnir, sum skulu við henda túrin. Jákup Sjúrður Hansen, sum búði í Havnini, er kokkur á tí liðnum, sum nú er heima. Nú býr hann niðri. Teir, sum eru í landi, skulu umborð aftur eina ferð í september. Teir vita longu nú, hvørjir fara at vera heima á jólum, og konur og børn, sum eru við á hesum royndartúrinum, hava saman við skipsmonnunum lært seg at liva við veru- leikanum, sum er okkum landkrabbum so ókendur. Skipslívið liggur í blóðinum Tað finnast ikki neyv hagtøl. Men á hesi fyri okkum luksusferðini verður prátað og roknað, og tað verður komið til, at tað kanska eru einir hundrað føroyskir yvirmenn í Grøn- landi. Hóast inntøkan ikki er tann, sum hon onkuntíð hevur verið, so er tað neyvan langt við síðuna av at rokna við, at hesir vinna einar hálvt hundrað milliónir og stívliga tað til Føroyar um árið. Maskinmenninir eru løntir sambært sáttmála millum Føroya Maskin- meistarafelag og grønlend- ska reiðarafelagið APK. Navigatørarnir eru løntir sambært grønlendskum sáttmála. Maskinmenninir eiga trygga minstuløn, og so fáa teir bonus, sum er treytað av, hvussu tað gongur. Navigatørarnir verða løntir á sama hátt, sum teir verða tað umborð á føroyskum fiskiskipum. Skiparin, Martin Jacobsen, situr í stólinum á brúnni. 75 ára gamli pápi hansara, Meinhard, er við á ferðini út á Sandoyar- bankan. Hann var í mong ár skipari á gomlu Rituni, sum sigldi eitt nú til Nólsoyar og út í Hest og til Skopunar og eisini frakttúrar í Eystur- oynna. Hann fortelur okk- um, at hann var við Rituni tann dagin í 1968, tá ið Ternan sigldi Rituna niður uttanfyri Molan. Sjólívið er Meinhardi ikki fremmant. Hann greiðir frá, at hann, sum so nógvir aðrir føroy- ingar, var nógv við íslendskum trolarum í fimmti árunum. Og hetta við sjólívinum tykist at ganga í arv. Martin eigur tríggjar brøður, og teir hava allir siglt nógv. Pápi til yvirstýrimannin, Andrias Lava Olsen, er eisini við. Heri er fotografur á túrinum. Dagliga fæst hann við vatn, men hann er ikki sjómaður. Hann er leiðari í frálíku svimjihøllini hjá havnarmonnum. Tveir av synunum eru skipsførarar, og í summar fer tann triði á skúla. Tann fjórði er bankamaður. Abbin í Havnini, Palli á Lava, tænti oljufeløgunum hjá Valde- mari Lützen, Esso og Stat- oil í fram ímóti seksti árum. Ivaleyst munnu sjógarpar- nir hava hugin til sjógvin frá abbanum á Toftum, Júst í Túni, sum allir føroyingar við áhuga fyri sjógvi og fiskivinnu munnu komast við, hóast tað í august longu vera tíggju ár síðani, at hann andaðist. Nataarnaq er skrásettur í Sisimiut. Icetrawl Green- land A/S eigur skipið. Royal Greenland eigur helmingin í felagnum, og privatir eiga hin helmingin. Teir landa í Nuuk og í Sisimiut, og onkra ferðina landa teir í Íslandi. Meðan vit sigla, vísir Sjúrður Jacobsen okkum verksmiðjuna. Hóast talan er um rættuliga nýtt skip, so hava teir gjørt ábøtur, nú teir hava verið í Fredericia. Automatiseringin er vorðin størri. Hetta kennist sum á nýmótans bryggaríum.Tað mesta á verksmiðjuni gong- ur fyri seg uttan menniskja- liga uppíblanding. Uppgáv- an er at hava eftirlit. Teld- urnar stýra framleiðsluni. Manningin telur 22. Umframt skipara, fýra í maskinrúminum, tveir stýrimenn, trolbass, tveir verksmiðjuleiðarar, kokk og mess eru átta dekkarar. Umframt á dekkinum arbeiða teir á verksmiðjuni. Ásetingarnar siga, at teir á dekkinum skulu vera grønlendingar, og skiparar- nir siga, at teir hava ikki annað enn alt gott at bera røsku grønlendingunum. Nýggja broytingin ber við sær, at orkan at framleiða dýru vøruna til japanska marknaðin verður størri. Rækjuprát Reyðagulltíðin, sum tað onkuntíð hevur verið tikið til um rækjuveiðuna, ið John Dam, sáli, og føroy- ingar sum teir fyrstu fóru undir í Grønlandi síðst í seksti árunum, er liðug. Tað kemst ikki av, at tað er so nógv minni at fáa. Heldur eru tað prísirnir á rækjum, sum eru lækkaðir so sera nógv, og so er tað olju- prísurin, sum er farin so ógvuliga langt upp. - Í 1999 var prísurin 33 krónur fyri kilo. Nú er hann 12 krónur, men hann kvinkar uppeftir. Fyri trimum árum síðani kostaði oljan 82 oyru. Síðsta bunk- ringin kostaði 3,00 krónur fyri liturin. Báturin brennir 750 litrar um tíman, tá ið hann siglir. 14.000 litrar fara um dagin, og báturin er umleið 330 dagar um árið í sjónum, greiðir skiparin, Martin Jacobsen, frá. - Báturin bunkrar 920 túsund litrar. Á veg upp bunkraðu vit 670 túsund litrar í Hirtshals. Samlaði prísurin var umleið tvær milliónir, veit Jóhann Samuelsen, maskinstjóri at siga. Dávur Mohr leggur afturat, at tað er ikki so langt síðani, at søluvirðið fyri 400 tons var tólv milliónir. Nú fáast seks milliónir fyri 500 tons, og so telja hækkaðu olju- útreiðslurnar skeiva vegin! So eru vit komnir á Sandoyarbankan, og í ser- liga góðu og ljósu summar- náttini kemur vísindin, sum ikki sæst millum okkum landkrabbar, fyri ein dag. Skiparin heldur seg til teldurnar, sum eru frammanfyri rútirnar, ið venda aftureftir. Lítið verður prátað, men allir vita, hvør teirra leiklutur er. Ein lítil løta gongur, og so er trolið við øllum tí, sum hoyrir til, farið afturav. Málið við hesum stutta túrinum er at fáa staðfest, at alt við nýggja reiðs- skapinum er, sum tað eigur at vera. Skiparin er tryggur, tá ið hann á telduni fylgir við. Teir undrast um okkurt smávegis, men tað lagar seg. Tað er skjótt, at trolið er aftur at borði. Posin er opin, so einki er í. Ein lítil løta gongur, so fara tvey trol út, og á telduni verður staðfest, at alt riggar, sum tað skal. - Tá ið nógv er at fáa, nýta vit eitt trol. Tá ið minni er at fáa, skjóta vit tvey trol, sigur Martin Jacobsen, tá ið hann koyrir á aftur motorin, og klokkan fimm henda framúr góða týsmorgunin, verður lagt at aftur nýggju kei. Á gamlar leiðir Teir fara avstað aftur beinanvegin. Teir kvíddu fyri, at tað fór at verða neyðugt at bíða eftir maskinmeistaranum, sum var á veg úr Danmark. Orsaka av mjørka hevði hann í fleiri dagar verið veðurfastur í Keypmanna- havn. Jú, hann er komin til Føroya, og tá ið lagt verður at, stendur hann klárur við landgangin. Hvagar gongur so leiðin nú? - Tað tykist sum um, at rækjufiskiskapurin er við at fara aftur á gamlar leiðir. Í sjeyti árunum varð nógv roynt norðarlaga, eitt nú í Holsteinsborgsdýpinum og á grynru leiðunum vestur har frá. Siðst í áttati árun- um og fyrst í níti árunum varð nógv roynt í Eystur- grønlandi. Nú hevur í nøkur ár tað nógva fiskaríið verið suðuri í Fiskanes- dýpinum og so longri suður eftir. Men rækjurnar eru farnar at bera seg øðrvísi at, enn tær hava gjørt. Tað er minni at fáa á syðru leiðunum, og nú eru teir aftur farnir norður á gomlu leiðirnar, greiðir Martin Jacobsen frá. Frá øðrum fær hann skoðsmálið, at hann fram um alt er fiskimaður, og hann hevur dyggar royndir í rækjuvinnuni. Í sjeyti árunum var hann eitt nú við Leiki og skrokkinum ella Svalbard, sum hann nevnd- ist, og hann kennir allar rækuleiðirnar. Hann ivast ikki í, at tað er náttúran, sum stýrir, og tað mugu teir taka til eftirtektar. Árliga hava teir hesi fýra árini fiskað umleið 8.500 tons. Vit biðja farvæl og Jesus fylgja teimum og fara í land. Teir seta kós vestur- eftir. Helmingurin av manningini er heima, og hin er burturi á Ólavsøku. Tað er luturin hjá fiski- manninum og familjuni hjá honum at liva við. Góða Ólavsøku - burturi og heima! Maskinmenninir eru ivaleyst betri mannaðir í hesi uppgávuni, enn teir plaga at vera Skipararnir báðir á Nataarnaq - Dávur Mohr úr Havnini og Martin Jacobsen av Argjum Martin Jacobsen, skipari, saman við pápanum, Meinhardi Jacobsen, sum í mong ár var skipari á skipum í innanoyggja ferðamannasigling Á troldekkinum er eingin málageipan. Menninir eru fullkønir, og teimum nýtast ikki nógv orð fyri at skjóta og hála