Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 41

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 28. juli 2005 41 UTTAN ÚR HEIMI NASA veit ikki enn, um skaðin kann koma manningini á rúmdarferjuni í vanda. RÚMDARFERÐ Árni Joensen: fartekst@mail.dk Teknikarar hjá ameri- konsku rúmdarumsitingini kanna nú myndirnar, sum vórðu tiknar, tá ferjan Discovery varð skotin út í rúymdina seinnapartin týsdagin. Tað er longu nú greitt, at í hvussu er tvey petti duttu av ferjuni undir útskjóting- ini. Annað pettið, sum var einar fýra centimetrar til longdar, datt av onkun- staðni við lendingarhjólið í høgru síðu. Hitt pettið var nakað størri, men í gjár dugdu teknikararnir ikki at siga, hvaðani tað kom. -Vit fara at kanna hvørja einastu mynd, segði John Channon, sum hevði ábyrgdina av útskjótingini á Cape Caneveral. Spurdur, um skaðin kundi koma manningini á Discovery í vanda, svaraði hann, at tað er ov tíðliga at siga nakað um tað enn. -Tað kunnu vit ikki siga enn. Vit mugu fyrst fáa at vita, hvat tað var, sum hendi, og tí skal alt kannast sera gjølla, segði John Channon. NASA hevur eisini upplýst, at Discovery fekk nakrar minni buglur á gronina undir útskjótingini, tí at ferjan rendi á nakrar fuglar. Fyri hálvum triðja ári síðani kolaðist rúmdar- ferjan Columbia upp, tá hon var á veg aftur á Jørð- ina. Kanningar aftaná vístu, at ferjan hevði fingið skaða undir útskjótingini, soleiðis at ein partur av bjálvingini var dottin av. Tí toldi ferjan ikki hitan, tá hon kom niðuraftur. Óhappið við Discovery kemur NASA illa við, tí eftir teimum fyrstu myndunum at døma var tað júst eitt petti av bjálvingini, sum datt av. Discovery fekk skaða undir útskjótingini Á myndini, sum er tikin undir sjálvari útskjótingini, sæst, at eitt petti dettur av Discovery. Aftur vandi fyri kríggi Granskarar hjá International Crisis Group ávara nú um, at borgarakríggið har suðuri í Sudan kann bresta áaftur. Granskararnir siga, at stjórnin í Khartoum vísir alt ov lítlan vilja til at gera viðurskiftini tryggari, og harafturat gongur tað alt ov seint við demokratiseringini, sum uppreistrarrørslan SPLA hevur ábyrgdina av. John Prendergast, sum hevur kannað viðurskiftini fyri International Crisis Group, skrivar í frágreiðing síni, at leggur altjóða samfelagið ikki trýst á stjórnina og uppreistrarrørsluna, kann borgarakríggið kykna aftur. Í januar eydnaðist tað at fáa frið í Suðursudan eftir borgarakríggj í 21 ár. Kríggið stóð ímillum ta islamistisku stjórnina og kristnar uppreistrarmenn, sum kendu seg settar til viks. Hildið verður, at borgarakríggið kostaði hálva aðru millión mannalív, og at minst fýra milliónir fólk vórðu rikin frá húsi og heimi. BP funnið olju í Angola Bretska oljufelagið BP kunngjørdi fyrradagin, at felagið er komið fram á olju undir havbotninum á angolska landgrunninum. Brunnurin er á 1.000 favna dýpi einar 90 fjórðingar úr landi, og brunnurin bleiv funnin 1.600 metrar undir havbotninum. Royndir higartil hava víst, at tað ber til at fáa einar 2.700 tunnur av olju úr brunninum um dagin, sigur BP. BP eigur góð 26 prosent av leitingarloyvinum, ExxonMobil eigur 25 prosent, angolska felagið Sonangol 20 prosent, norska Statoil góð 13 prosent, Marathon Petroleum 10 prosent og Total fimm prosent. Statoil eigur eisini góð 13 prosent í tveimum øðrum leitingarloyvum á angolska landgrunninum. Fingurin fór við tokinum Týsdagin var ein maður í týska býnum Freiburg so óheppin at missa ein fingur, tá hann ætlaði sær við einum toki, sum skuldi til Berlin. Maðurin hevði júst fingið í hurðina og skuldi fara upp í tokið, tá hurðin fór aftur og kleimdi ein fingur av aðrari hondini. Maðurin kvikaði sær at siga løgregluni frá, og tað eydnaðist løgregluni at fáa fatur á fingrinum, tá tokið steðgaði á næstu støð. Tá hevði tokið koyrt 60 kilometrar. Maðurin og fingurin vórðu alt fyri eitt koyrdir á eitt sjúkrahús í Freiburg, har læknarnir seymaðu fingurin áaftur. Læknarnir siga, at fingurin verður líka góður, sum hann var undan óhappinum. 40 geitir fyri Chelsea Clinton Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton fekk eitt heldur sjáldsamt tilboð, nú hann var í Kenya og vitjaði. Eitt umboð hjá kenyansku stjórnini greiddi Clinton frá, at ein embætismaður í uttanríkisráðnum var so hugtikin av dóttur Clintons, Chelsea, at hann vildi sleppa at giftast við henni. Segði pápin ja, var embætismaðurin sinnaður at rinda honum 40 geitir og 20 kýr í samsýning. Embætismaðurin hevði greitt frá, at hann ætlaði at halda stórt brúdleyp, og at eingin annar enn suðurafrikanski biskuppurin Desmond Tutu skuldi víga tey bæði. Tað er ikki greitt, hvat Bill Clinton segði um tilboðið, og tað er heldur ikki greitt, hvat Chelsea Clinton heldur um biðilin og tilboð hansara. Reuters skrivar, at í Kenya er tað vanligt, at brúðgómurin letur foreldrunum hjá komandi brúðurini geitir og neyt í samsýning, og tilboðið hjá embætismanninum verður sagt at vera eitt av teimum heilt góðu. Men um tað er nóg mikið fyri Chelsea Clinton er ein annar spurningur. Tey svøltandi í Niger fáa nú hjálp, men vandi er eisini fyri hungursneyð í øðrum afrikonskum londum. Hungursneyð Árni Joensen: fartekst@mail.dk Eftir at ST fleiri ferðir hevur biðið altjóða samfel- agið veita teimum svølt- andi í afrikanska landinum Niger mat, er hjálpin so smátt við at koma fram. Samstundis hava felags- skapir sum Læknar Uttan Landamark sent fólk til Niger at hjálpa teimum neyðstøddu. Tað eru serliga børnini, sum líða. -Eg havi arbeitt við neyðhjálp í tíggju ár, men eg havi ongantíð sæð so mong børn, sum eru so illa fyri, sigur Johanne Sekke- nes hjá Læknum Uttan Landamark við Aftenpost- en. Higartil hava læknar og onnur starvsfólk hjá felags- skapinum bjargað umleið 10.000 børnum, men fleiri hundrað vóru so illa á holdum komin, at tað bar ikki til at bjarga teimum. Men tað er ikki bara í Niger, at fólk líða hungur, tí at grøðin miseydnaðist í fjør. ST sigur, at støðan er tann sama í grannalond- unum Mali, Burkina Faso og Mauritania. Meiri enn hálv onnur millión fólk í hesum londunum hava ov lítið til matna. ST heldur, at bara í Mali hava meiri enn ein millión fólk tørv á matvøruhjálp, og at tey mugu fáa hjálp í hesum árinum. Hungursneyðin í Afrika breiðir seg