mikudagur 27. juli 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 142 - 28. juli 2005
Kaj Klein er kendur
frá øðrum tónleika-
útgávum, men nú er
hann aftur við fløgu,
har hann letur kend
føroysk løg í nýggjan
búna
DAGFINN OLSEN
dagfinn@sosialurin.fo
Kaj Klein gevur í hesum
døgum út fløguna Hálvt
frá Hálsi. Kaj kenna vit frá
øðrum tónleikaútgávum,
t.d. Plastnoist, sum hann
gjørdi saman við bróðuri
sínum Karl Anton.
Men nú er Kaj aftur
fløgutøkur. Nýggja fløgan
hevur 10 føroysk løg á,
sum eru góð og kend
millum manna, men á
fløguni eru tey endur-
innspæld í nýggjum búna.
Fløgan er innspæld í og
rundanum Århus í árunum
1998 til 2005. Kaj hevur
lagt tilrættis og Freddy
Albrektsen hevur tikið sær
av ljóðblandinum.
Umframt føroyskar tón-
leikarar, eru ungir og
evnaríkir danskir tónleik-
arar at hoyra á fløguni.
Fløgan
fæst
í
Keyp-
samtøkuni í Hoyvík og í
Havn og hjá Tutl og verður
seinni – umleið hálvan
august – at fáa kring alt
landið.
Tað er forlagið We don’t
hava to records, ið gvur út.
Kollafjørð:
Um 22:30-
tíðina mánakvøldið kom
eldur í ein bil, ið stóð á
bryggjuni við bátahylin í
Kollafyri
Sum skilst, ætlaði eigarin
sær ein stimitúr við báti
sínum.
Hann
fór
úr
bilinum, men legði tá til
merkis at tað byrjaði at loga
úr motorrúminum.
Fólk á bryggjuni royndu
at sløkja eldin í bilinum við
spuluslangu og spannum
við vatni, men tamarhald
fekst ikki á eldinum,
fyrrenn ein maður kom við
eldsløkkjara at sløkja við.
Sløkkiliðið
úr
Havn,
partvíst við manning úr
Kollafirði, kom á staðið
eftir uml. 20 minuttum,
men tá var eldurin mest
sum sløktur.
Skaðin á bilin var stórur.
Ólavsøka: Ein av áhuga-
verdu framsýningunum á
ólavsøku er hon, sum
mánadagin lat upp í
Smiðjuni í Lítluvík.
Hetta er framsýning har
til ber at síggja, hvussu
Havnin er vaksin í fólka-
tali og vavi hesi seinastu
fimmti árini.
Framsýningin
gevur
ikki bert eitt søguligt
baksýni. Har ber til at
síggja
ymiskar
fram-
tíðarætlanir innan byggi-
og býarskipan.
Tað
er
Landsskjal-
asavnið og Býarsavnið
sum í felag standa fyri
framsýningini. Hon er at
meta sum eitt framhald av
framsýningini á søvnun-
um í fjør, tá býarmennin-
gin í tíðarskeiðnum 1856
til 1954 varð víst fram.
Framsýningin
er
opin
fram til sunnudagin.
sb.
Nýtt yrkingasavn er
komið út og tað er
Sveinur Ísheim
Tummasson, ið eigur
orðini í teimum 28
yrkingunum
Yrking
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fleim
nevninst
nýtt
yrkingasavn, sum forlagið
Stiðin gevur út.
Tað er Sveinur Ísheim
Tummasson, ið er yrkjarin.
Talan er um 28 yrkingar,
harav fimm tættir eru, tvey
orðtøk og ein vísa.
Yrkingarnar snúgva seg
um tilveru, kærleika, nátt-
úru, samfelag, mál, skald-
skap og tjóðskap. Rím og
rútma eru føst og málið
fornt.
Sveinur byggir sín skald-
skap á gamla skaldskapar-
hevd og sipað verður
stundum til annan skald-
skap.
Fleim kostar 100 krónur
og fæst í bókabúðunum.
Bilurin fór illa í eldinum á bryggjuni í Kollafirði mánakvøldið
Eldur í bili
Kaj Klein gevur
fløgu út
Yrkingar frá Sveini
Nógv áhugaverd skjøl og myndir er at síggja í Smiðjuni, har býarmenningin í Havn verður
lýst í árunum 1955 til 2005
Mynd: Bárður
Gomul skjøl fram í ljósið