mikudagur 27. juli 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í heyst kemur aftur
ein nýggjur Seat á
marknaðin. Hesaferð
verður talan um Seat
Leon í heilt nýggjari
útgávu. Motorjourna-
listar, sum hava
royndarkoyrt bilin í
Spania, geva Leon sítt
besta viðmæli
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nýggi Seat Leon er eins og
Seat Altea og Toledo tekn-
aður av kenda bildesign-
aranum Walter de Silva.
Allir hesir bilarnir líkjast
og hava sermerkta designið
hjá nýggju Seat-genera-
tiónini. Seat er sportsliga
bilmerki
hjá
VW-
konsernini.
Leon er ein smartur og
rúmligur familjubilur við
sportsligum koyrieginleik-
um. Í mun til forgangaran
er nýggi Leon væl størri og
rúmligari.
Fimm motorar eru at
velja ímillum, tveir bensin
og tveir diesel. Bensin-
motorarnir eru: 1,6 litur við
102 hk, og 2,0 litur FSI við
150 hk og ein FSI við 185
hk. Dieselmotorarnir eru:
1,9 litur TDI við 105 hk, og
2,0 litur við 140 hk.
Næsta ár koma tvær
útgávur afturat, Leon FR og
Leon Cupra við 2,0 litur
TFSI-motorum
við
ávikavist 200 og 225 hk.
Leon hevur ESP sum
standard eins og differen-
tialesperru
og
bremsu-
assistent.
BSW-skipanin
heldur
bremsuskivurnar
reinar og fríar fyri vatn, og
TSC-antispinn er ein partur
av ABS-bremsuskipanini.
Motorjournalistar, sum
hava royndarkoyrt bilin í
Spania, siga, at nýggi Leon
er bæði sportsligur at koyra
og góður at sita í - setrini
eru nakað heilt fyri seg.
Eins og á t.d. Alfa Romeo
156 sita hurðahandtakini til
bakhurðarnar eru fjald í
aftastu
síðurútunum
-
smart.
Nýggi Seat Leon kemur á
marknaðin í heyst. Prísin
vita vit einki um enn.
Nr. 142 - 28. juli 2005
39
Leon er ein smartur og
rúmligur familjubilur við
sportsligum koyrieginleikum.
leggið til merkis at
hurðahandtakini til
bakhurðarnar eru fjald í
aftastu síðurútunum.
Seat Leon 2005:
Smart design og sportsligir koyrieginleikar
Seat Leon 1,6
Motorurin
1,6 litur bensin 102 hk
0-100 km/t
11,7 sek
Bensinnýtsla
13,3 km/l
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt
Longd
432,0 cm
Breidd
177,0 cm
Hædd
146,0 cm
Eginvekt
1.300 kg
Viðførisrúm
341 litrar
Søluumboð
Bilasølan
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo
Nýggi Seat Leon er teknaður
av kenda bildesignaranum
Walter de Silva.
Seat Leon er bæði sportsligur
at koyra og góður at sita í -
setrini eru nakað heilt fyri
seg
Allir teir nýggju Seat líkjast
og hava sermerkta designið
hjá nýggju Seat-
generatiónini