Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 142 - 28. juli 2005 Í fyrru helvt av 2006 kemur ein nýggjur Volvo C70 á markn- aðin. Talan verður um ein kombineraðan coupé og cabriolet, ið verður gjørdur í samstarvi við kenda italska bildesignaran Pininfarina BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Eins og hjá fleiri øðrum bilverksmiðjum er tað nú eydnast Volvo Cars at gera ein kombineraðan coupé og cabriolet. Tað vil siga, at við takinum á er talan um ein vanligan coupé til heilársbrúk, og tá veðrið er gott, kann bilurin uttan nakað hóasták gerast um til ein cabriolet. Ein fyrimun- ur er, at eingir trupulleikar eru av stoff-takinum, sum kann vera sera kalt um veturin. Volvo C70 verður gjørd- ur í samstarvi við kenda italska bildesignaran Pinin- farina, sum hava hollar royndir við hesum konseptinum. Volvo C70 verður ein tann tryggasti cabriolet á marknaðinum. Sum nakað heilt nýtt kemur bilurin við eini gardin-airbag loysn, sum ikki hevur verið at sæð áður. Tá bilurin koyrir sum cabriolet uttan tak, ber ikki til at hava gardin-airbag festar í takið, tí eru tær festar í hurðarnar og við bakskermarnar. Samstundis eru tær gjørdar úr stívari tilfari, soleiðis at tær verja tey ferðandi væl, um bilurin fer út av vegnum og koppar á høvdi. Alt er sjálvandi treytað av, at tey ferðandi eru bundin í trygdarbeltini. Tríggir ymiskir fimm syl. bensinmotorar verða at velja í millum: Tveir 2,4 litur við ávikavist 140 og 170 hk, og ein 2,5 litur T5 við 220 hk. Seinni í 2006 kemur eisini ein 2,4 litur diesel við 180 hk. Bilurin verður frumsýnd- ur á Frankfurt Motor Show í september og kemur á marknaðin í fyrru hálvt av 2006. Eins og forgangarin verður hesin eisini fram- leiddur í Uddevalla í Svøríki. Volvo C70 við ella uttan tak Volvo C70 sum coupé.Við takinum á er talan um ein vanligan coupé til heilársbrúk Volvo C70 sum cabriolet. Bilurin verður gjørdur í samstarvi við kenda italska bildesignaran Pininfarina Nr. 141 • hósdagur • 28. juli 2005 • 79. árg.