mikudagur 27. juli 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 28. juli 2005
37
endurføða heldur kynisku
staðfestingarnar stirvnaða
líkið út frá tess egnu
treytum gjøgnum lutirnar,
tað minnir yrkjaran um. Í
sínum
seinna
lívi
er
Grauballemaðurin ikki bara
ein sermerktur forngripur,
men eisini ein viðmerking
til heimin, hann nú er
partur av, ein spádómur um
nútíðar harðskap og kríggj,
har offrini eisini verða
‘sorað og søkt’.
Ímyndarliga
fingu
"Grauballemaðurin"
og
hinar Mýriyrkingarnar ein
avgerandi týdning fyri hug-
sjónina hjá Heaney: Sam-
tíðar syndran og oyði-
legging verða best lýst út
frá søgunar ‘tøttu hvíld’
heldur enn í húðleysum
ovursinni - ein hugburður,
sum summi misfataðu sum
kensluloysi,
men
sum
eftirfylgjarar hjá Heaney
seinni hava tikið til sín.
Hvør sigur "lík"
Um livandi sjón hansara?
Hvør sigur "kroppur"
um tøttu hvíld hansara?
Skaldskapur er sín
egni veruleiki
- Hevur Nobel heiðurin
gjørt teg til ein moralunnar
talsmann í Norður Írlandi?,
varð
Heaney
einaferð
spurdur í eini samrøðu
- Vónandi ikki ein tals-
mann í hasum týdning-
inum. Í øllum førum er tað
nakað seint at byrja at tosa
um moral har, svaraði
Heaney.
Heaney
hevur
ikki
óvæntað verið fyri nógvum
atfinningum frá báðum
síðum í norðurírska stríðn-
um.
Sambandssinnaði
vongurin hevur kallað hann
"navnframi
katólski
øsarin", meðan tey tjó-
veldssinnaðu hava funnist
at hansara politiska støðu-
loysi og vantandi stuðli í
stríðnum fyri loysing frá
Bretlandi. Uppaftur onnur
hava mistolkað saman-
beringarnar millum norður-
írskar samanbrestir og for-
søgulig stríð, sum um-
bering
fyri
harðskap.
Heaney
sjálvur
hevur
ongantíð svarað ákoyring-
unum aftur annað enn at
sipa til W.B Yeats við
orðunum "Skaldskapur er
føddur av orðadráttinum
við okkum sjálvi. Orða-
drátturin við onnur er
retorikkur."
At atfinningarnar kortini
fyltu so nógv í norðurírska
kjakinum um Heaney, at
tað hevði við sær, at hann
flutti til Dublin, kann
tykjast løgið. Longu frá
byrjan var tað týðiligt, at
skaldsliga hugsjónin hjá
Heaney
rakk
munandi
longur. Serliga í seinnu
helvt av ritverkinum síggja
vit greinar og fyrilestrar,
sum við neyvum aka-
demiskum innliti og filo-
sofiskum flogi greina út,
hvønn
leiklut,
Heaney
meinar, at skaldskapur og
list eiga at hava.
Í kendu greinini "The
Government of the Tongue"
vísir
Heaney
á,
at
í
veruleikanum er skald-
skapur sín egni veruleiki.
Uttan mun til, hvussu nógv
ein yrkjari gevur eftir fyri
tyktandi
trýstinum
frá
sosiala, moralska, politiska
og søguliga veruleikanum,
má hann í síðsta enda vera
trúgvur móti krøvunum og
lyftunum hjá tí einstaka
listaverkinum. At fylgja
skaldsligu eggjanini er ein
samvitskuspurningur,
tí
yrkingin er ein óheft,
kveikt gerð, sum ber vitnis-
burð og er svar uppá fløkta
veruleikan. Hesin spurn-
ingur verður ikki minni
átrokandi
við
tað,
at
skaldskapur heldur okkara
ans fangaðan eina løtu, har
okkara evni til hugsavnan
savnast aftur móti okkum
sjálvum í eini opinbering
av nýggjum møguleikum.
Heaney og Amnesty
Hóast Heaney ikki kann
sigast at vera ein politiskur
yrkjari, kom tað kanska
ikki so óvart á, at tað var
ein av hansara yrkingum,
"The
Republic
of
Conscience" (Samvitsku-
lýðveldið), sum í 2003
gjørdist íblástur til heitið á
Art for Amnesty heiðurs-
lønini, The Ambassadør of
Conscience Award. Heiður-
in er ein viðurkenning av
persónum, sum á serstakan
hátt hava gjørt seg til
talsfólk
fyri,
borið
vitnisburð frá og í aðrar
mátar hava kveikt stríðið
fyri
mannarættindum.
Endamálið við heiðurinum
er at varpa ljós á arbeiðið
hjá Amnesty International
við at tvinna tað saman við
arbeiðið, lívið og góðu
fyrimyndina hjá hesum
útvaldu
"umboðsfólk-
unum".
Tað var eisini Seamus
Heaney, sum helt røðuna, tá
Vaclav Havel varð tilnevdur
sum tann fyrsti "Ambassa-
dor of Conscience" í 2003.
Í røðuni til samvitsku-
fangan og leikskaldið, sum
gjørdist
forsetisráðharri,
nýtti Heaney høvið at vísa
á, hvussu arbeiðið hjá
listafólkum heilt ítøkiliga
kann slóða fyri einum meir
menniskjaligum hugsanar-
hátti, har sinnini lata seg
upp, heldur enn aftur.
Í november síðsta ár gav
Heaney sjálvur sítt ítøkiliga
íkast til Amnesty Inter-
national, tá hann lat Art for
Amnesty øll rættindi til og
allan vinning av nýggju
bók síni Anything Can
Happen. "Anything Can
Happen" er heitið Heaney
hevur givið síni týðing av
eini 2000 ára gamlari
yrking eftur Horace, har
heimurin verður skakaður í
síni grundvøll og kanska
ongantíð verður tryggur
aftur. Heaney týddi yrking-
ina beint eftir yvirgangsat-
sóknina í New York 11.
september 2001, og ørind-
ini geva skelkandi afturljóð
í modernaða heiminum, har
‘alt sanniliga kann henda’.
Í tilknýti til yrkingina hevur
Heaney eisini skrivað eina
hugleiðing um leiklutin hjá
listini í politiskum høpi í
nýggju øldini. Sjálv yrking-
in er harumframt týdd til 24
ymisk mál, sum í bókini
eru sett saman tvey og tvey
sum ‘stríðsmál’.
Málið og tónleikurin
Seamus Heaney kemur til
Føroyar saman við altjóða
viðurkenda pípuleikaranum
Liam O’Flynn. At Heaney
hevur tikið upp samstarv
við ein tónleikara er eyð-
sæð, um vit hugsa um,
hvussu avgerandi týdning
ljóðið í málinum altíð
hevur
havt
í
hansara
yrkingum. Fleiri ferðir
hevur hann lagt áherðslu á,
at skaldsliga ella poetiska
málið ikki fyrst og fremst
arbeiðir við einum inni-
haldi. Tað er rútman sum
hevur týdning. Ikki upp-
lýsingar ella hendingar men
huglagið, sum umskapar
tær til ljóðlag, til stíl. Sum
yrkjari strembi eg eftir at
hoyra ein klang, eftir at
hvíla í friðinum, ið ein
nøktandi tónleikalig skipan
av ljóðum gevur, sigur
hann.
Hendan stremban gjørd-
ist ítøkilig á ein øðrvísi
hátt, tá Heaney og O’Flynn
góvu út fløguna The Poet
and the Piper í 2003. Sum
skilst, eru tað yrkingar og
løg av hesi fløguni, vit fara
at hoyra teir báðar framføra
á Listastevnuni. Útgávan
fekk sera góða móttøku og
millum annað tók ein
ummælari soleiðis til:
"At lesa Heaney er ein
stórsligin avbjóðing. At
hoyra hann lesa sínar
yrkingar er at lata sítt hjarta
og sína sál upp fyri eini
sterkari rødd, sum grevur
søgunar og kenslunar gyltu
námsgongir.
Hann
er
yrkjarin, tú sýgur til tín,
meðan tú roynir at fata
fortíðina,
nútíðina
og
framtíðina. Hendan fløgan
er ein dýrgripur at vera
saman um í einum heimi í
ruðuleika."
Heaney sjálvur fegnaðist
eisini um at fløgan var
vorðin veruleiki og segði í
sambandi við útgávuna:
"Eg eri sera glaður um og
errin av at sita við síðuna av
einum so gátuførum pípu-
leikara sum Liam. Pípurnar
kalla á og lyfta upp andan.
Tær sissa eisini og lata upp
fyri okkara dagdreymum."
Keldur:
Seamus Heaney:
- The Government of the
Tongue, 1988
- Crediting Poetry - Nobel
Lecture, 1995
- The Redress of Poetry:
Oxford Lectures, 1995
Blake Morrison/ Andrew
Motion,
Contemporary
British Poetry, 1988
www.artforamnesty.org
Úrvald
verk eftir
Seamus
Heaney:
Yrkingasøvn:
Death of a Naturalist,
1966
Door into the Dark,
1969
Winthering Out, 1972
Stations, 1975
North, 1975
Field Work, 1979
Station Island, 1984
The Haw Lantern, 1987
Seeing Things, 1991
The Spirit Level, 1996
Electric Light, 2001
Týðingar:
Sweeney Astray. A
Version from the Irish,
1983
The Midnight Verdict,
1993
Beowulf, 1999
Anything Can Happen,
2004
Sjónleikir:
The Cure at Troy, 1990
The Burial at Thebes,
2004
Longri essays og
fyrilestrar:
The Government of the
Tongue, 1988
The Place of Writing,
1989
The Redress of Poetry:
Oxford Lectures, 1995
Crediting Poetry: The
Nobel Lecture, 1995
Finders Keepers;
Selected Prose, 2002
Fløga:
Seamus Heaney &
Liam O’Flynn, The
Poet and the Piper,
Claddagh Records,
2003
Alexandur
Kristiansen hevur
týtt tríggjar
yrkingar eftir
Seamus Heaney til
føroyskt:
"Grauballemaðurin" og
"Tollundmaðurin" í
Anadyomena, 1997, og
"Postkort úr Íslandi" í
Ariel, 2004, umframt
yrkingina "Anahorish".
Seamus Heaney
Seamus Heaney varð føddur í 1939. Hann vaks upp
saman við katólsku familju síni á garðinum Mossbawn
í norðurírska greivadøminum Derry. Á kostskúlanum í
Derry lærdi Heaney norðurírska málið, og tað var
eisini har, áhugin fyri yrkingum byrjaði. Hann tók
útbúgving á Queen’s University í Belfast, har hann
seinni gjørdist lektari. Har fekk hann fyrstu ferð innlit
í skaldskapin hjá írska Patrick Kavanagh, sum eisini
kveikti hansara fyrstu yrkingar í savninum Death of a
Naturalist, sum kom út í 1966.
Í 1960unum arbeiddi Heaney tætt saman við
yrkjararnum Michael Longley, Derek Mahon og Philip
Hobsbaum, og fingu teir stóra ávirkan á rákið í írskari
yrking.
Í 1972 flutti Heaney til Dublin. Tvey ár seinni
gjørdist hann limur í írska mentanarráðnum.
Í 1984 varð Heaney tilnevndur Professor of Rhetoric
and Oratory á Harvard University og í 1989 Professor
of Poetry á Oxford University.
Í 1995 fekk Heaney Nobelvirðislønina í bókmentum.
Í 1997 fekk hann The Whitbread Book of the Year
virðislønina fyri yrkingasavnið The Spirit Level og
aftur í 2000 fyri týðingina av Beowulf.
mvitskuspurningur
Lesið Sosialin - so eru tit við